Eftir at hava starvast sum tilbúgvingarstjóri og ráðgevi innan sama øki í eina tíð, valdi eg at byrja við egnari fyritøku Tiljar, sum í breiðum høpi veitir ráðgevingar-tænastur innan økini trygd, tilbúgving, verju og løgfrøði. Eg havi viðkomandi operativar-, umsitingarligar- og leiðsluroyndir, ið eg meti geva mær góðar fortreytir fyri veita eina dygga og góða ráðgeving innan nevndu økir.

Ráðgevingin hjá Tiljum, sum vendir sær til almennar myndugleikar, kommunur umframt privatar og almennar fyritøkur, tekur støði í tí veruleika, at Føroyar er eitt lítið oyggjasamfelag, sum liggur fjarskotið úti í Norðuratlantshavið í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland. Henda landafrøðiliga og stýrisskipanarliga støða Føroya hevur serligar avbjóðingar við sær fyri tey ymisku økini í føroyska samfelagnum. Ein skilagóð handfaring av hesum avbjóðingum hevur sum fyritreyt, at myndugleikar, kommunur og fyritøkur í Føroyum skipa seg væl, og samstarva tætt sínámillum og við okkara grannatjóðir og altjóða samfelagið annars um viðurskifti, ið hava við trygd og tilbúgving at gera. Tiljar bjóðar seg fram til, at hjálpa føroyska samfelagnum – í hesum sambandi myndugleikum, kommunum og fyritøkum - at handfara hesar avbjóðingar.

Føroyska samfelagið hevur stórar avbjóðingar fyri framman í mun til trygd og tilbúgving. Tiljar hevur sum sítt fremsta mál, at veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum í Føroyum og í okkara grannalondum eina dygdargóða ráðgeving um trygd og tilbúgving á landi, á sjógvi og í luftini. Ráðgevingin fevnir bæði um at leggja til rættis ætlanir í sambandi við handfaringina av vanligum hendingum umframt teimum størru og meira samansettu hendingunum. Tiljar sær týdningin av, at hava útsýni í sambandi við ráðgevingina eitt nú í mun til trygdar- og tilbúgvingarsamstørv í norðurlendskum-, arktiskum-, ST-, ES- og NATO høpi.

Tiljar byggir sítt virksemi á hesi virðir:

  • Trúvirði - at ráðgevingin verður útint professionelt og við høgari dygd,
  • Møguleikar – at ráðgevingin tekur støði í møguleikum heldur enn forðingum,
  • Samstarv – at ráðgevingin byggir á eitt tætt og konstruktivt samstarv við kundan,
  • tað verið seg myndugleikan, kommununa ella fyritøkuna,
  • Dynamikkur – at ráðgevingin er dynamisk og nýhugsandi samtíðis sum ráðgevingin tekur atlit til, at viðurskifti viðvíkjandi trygd og tilbúgving eisini skulu vera støðug og ráðilig.

Um navnið Tiljar og búmerkið

Navnið Tiljar er samansett av orðunum tilbúgving og jørðin soleiðis at skilja, at ráðgevingin hjá Tiljum fatar um tilbúgving og trygd í breiðari merking á jørðini – á landi, á sjógvi og í luftini.

Búmerkið ímyndar ein diamant, ið er ideal struktururin fyri tað mest dýrabara og harðføra tilfari, ið finst á jørðini. Diamanturin er gjørdur av kolevni (C), og hevur ein oktaetur krystall bygnað.

Búmerkið er skipað í trimum litum, har niðara helvt er brúntgrátt og ímyndar undirgrundina, ímeðan ovara helvt er blá og grøn, sum er ímyndin av ávikavist havinum, luftini og landjørðini.