Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

Grindalógin er gjørd á skeivum grundarlagi og má tí endurskoðast 

30 juli 2015

Skrivað hevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum


1. Inngangur

Danska verjan av yvirvaldið og landøki yvir Føroyum viðførir, at avbjóðingar av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag - eitt nú við Sea Shepherd - ikki verða settar í talu av politiska myndugleikanum sum eitt trygdarpolitiskt mál. Tað viðførir, at skipanin av trygdar- og tilbúgvingarviðurskiftum, herímillum lóggávusmíði á økinum, verður skeiklað. Henda skeikling ger seg millum annað galdandi í sambandi við ger av nýggju grindalógini.

Av tí at grindalógin hevur beinleiðis tilvísing til Canadiska djóraverndarfelagsskapin Sea Shepherd, at steðga virkseminum hjá hesum felagsskapið í Føroyum, kann grindalógin eisini vera nevnd ”Lex Sea Shepherd” ella ”Sea Shepherd-lógin”.

1.1 Greiðsluevnisøki – yvirvald og landøki

Í einari greining um Sea Shepherd felagsskapin, og tann týdning ein tílíkur felagsskapur hevur sum eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum undirritaði skrivaði fyrr í ár, og sum kann lesast á leinkjuni her http://www.tiljar.fo/greinar/blog4.php vísti eg á, at tað kann vera ein avbjóðandi uppgáva, at gera lóggávu í Føroyum í einum trygdar- og verjupolitiskum málið, sum er danskt málsøki, tí tá førka vit okkum inn á hugtøkini yvirvald (suverenitet) og landøki (territorium), og harvið kjarnuni í politiska valdinum hjá Danmark yvir Føroyum. Tað er í trygdar- og verjupolitikkinum, at Danmark hevdar og útinnir sín rætt til yvirvald og landøki í ríkisfelagsskapinum við Føroyum og Grønlandi.

Í nevndu greining mælti eg til, at gera neyðugar broytingar og dagføringar í føroysku grindareglugerðini umframt í donsku útlendinga- og rættargangslógunum, sum eru settar í gildi í Føroyum. Men hetta bleiv ikki gjørt. Ístaðin bleiv ein heilt nýggj grindalóg – løgtingslóg nr. 56 um grind og annan smáhval - sett í gildi í Føroyum tann 19. mai í ár. Lógin er gjørd við støði í løgtingssamtykt frá í fjør heyst, har Løgtingið heitti á Landsstýrið um skjótast møguligt, at gera neyðugar lógarbroytingar soleiðis, at skipast kann ein verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum.

1.2 Ásetingar í grindalógini hoyra heima í rættargangslógini

Síðani omanfyri nevnda samtykt bleiv gjørd í løgtinginum, og áðrenn grindalógin bleiv sett í gildi, spurdi landsstýrið seg fyri hjá donsku stjórnini, um broytingar kundu gerast í omanfyri nevndu donsku lógum, sum eru galdandi í Føroyum. Hetta ynskti danska stjórnin ikki. Tí er nú ein nýggj grindalóg gjørd, sum er eitt skilagott tiltak í mun til tær ásetingar í lógini, sum snúgva seg um skilhald og skipan av viðurskiftunum í sambandi við grindarakstur og grindadráp.

Hinvegin hevði tað verið skilabetri, at sett §§ 10-11 í grindalógini, sum heimilar politinum at afturhalda persónum og lutum, í rættargangslógina heldur enn í grindalógina, tí tað er rættargangslógin, sum skipar og heimilar virksemi hjá politinum í Føroyum. Á tann hátt kundu §§ 10 og 11 fevnt um aðrar avbjóðingar av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag enn tær líknandi Sea Shepherd, sum politiið í samstarvi við aðrar myndugleikar eisini skal taka sær av fyri at halda lóg og landaskil í Føroyum.

Tær nevndu §§ 10-11 snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum, sum víðka heimildirnar hjá politinum munandi millum annað við møguleikanum, at afturhalda persónar í upp til 12 tímar í einum fyribyrgjandi høpi, og uttan at afturhaldið av persóninum, sum ikki er ein formlig handtøka, kann leggjast fram fyri ein dómara til støðutakan. Hesar báðar ásetingar eru tiknar úr donsku politilógini, sum ikki er sett í gildi í Føroyum.

Sum tað sæst niðanfyri í hesari greining, so hevur lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eisini viðmerkingar til júst hesar báðar ásetingar í sambandi við ger av grindalógini, har lógartænastan setir spurnartekin við, um Løgtingið hevur løgræði at seta reglur í løgtingslóg, sum gevur politinum slíkar víðkaðar heimildir, sum er ásett í §§ 10-11, eftirsum politiið er danskur myndugleiki.

Harumframt hevur grindalógin eina óhepna orðing í § 3, sum ásetir fráboðanarskyldu í sambandi við grindaboð. Tað er bert í heilt fáum førum, serliga sambært revsilógini, at borgarar hava fráboðanarskyldu, og tað er í sambandi við, at fólk herímillum børn og týðandi samfelagsvirðir eru í vanda. Tí kundi § 3 verið øðrvísi orða fyri at sleppa undan, at ásetingin verður í stríð við ásetingar í bæði grundlóg og evropeiska mannarættindinasáttmálanum viðvíkjandi talufrælsi. Við øðrum orðum - líka so væl sum borgarin hevur frælsi til at tala, hevur borgarin eisini frælsi til at tiga.

2. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni setir spurnartekin vi𠧧 10-11 í grindalógini

Ásetingarnar í grindalógini, serliga §§ 10-11, eru gjørdar við støði í umfatandi viðmerkingum frá Fútanum, sum varðar av politinum í Føroyum. Í sínum viðmerkingum hevur Fútin tikið støði í donsku politilógini, sum skipar virksemi hjá politinum, og sum bleiv sett í gildi í Danmark í 2004, eftir at ein vælmannað politikommissión í tíðarskeiðnum 1998-2001 gjørdi álit um nýggja politilóg og umskipan av politiøkjunum í Danmark. Politilógin er ikki sett í gildi í Føroyum, og her er tað tí sum nevnt omanfyri framvegis danska rættargangslógin, sum er sett í gildi í Føroyum, og sum skipar virksemi hjá politinum.

Í almennu viðmerkingunum til grindalógina, kunnar eigarin av grindalógini, sum er Fiskimálaráðið, eisini um, at tað er danski myndugleikin Fútin og ákæruvaldið hjá honum, ið eru komin við víðfevndum skrivligum viðmerkingum og uppskotum til, hvussu serliga ásetingarnar um inntrivsheimildir (§§ 10-11) og revsing (§ 13) kunnu orðast, og hvørji atlit hetta botnar í. Sambært Fiskimálaráðnum, so eru viðmerkingarnar frá fútanum at kalla tiknar til eftirtektar í heilum líki og hjálagdar lógaruppskotinum. Fútin og hansara ákæruvald standa sostatt sum høvuðssmiðir handan §§ 10, 11 og 13 í grindalógini.

At tað kann vera ein ivasom mannagongd, at lata ein danskan myndugleika Fútan smíða reglur um sítt egna virksemi í einari føroyskari grindalóg, har politiið fær sera víðar heimildir í mun til inntriv mótvegis persónum og lutum, eru eisini viðurskifti, ið almennu viðmerkingarnar til uppskot til grindalóg, s. 6, viðgerð. Í viðmerkingunum stendur skrivað millum annað soljóðandi:

”Í løgligu eftirkanningini frá lógatænastuni (mín viðm. Lógartænastan hoyrir bygnaðarliga til Løgmansskrivstovuna) er spurningartekin sett við, um Løgtingið hevur løgræði at seta reglur í løgtingslóg, sum gevur løgregluni slíkar víðkaðar heimildir, sum ásett í §§ 10-11 (mín viðm. §§ 5 og 9 í donsku politilógini um ”opretholdelse af orden og sikkerhed og opløb”), eftirsum løgreglan er danskur myndugleiki. Í roynd og veru eru fútin og ákæruvaldið í Føroyum høvuðssmiðir handan uppskotini at víðka heimildirnar hjá løgregluni sambært §§ 10-11. Uppskotið er gjørt við teirra royndum at halda lóg og landaskil í sambandi við grind og tær royndir, tey hava gjørt sær í sambandi við rættarsókn í mál um brot á grindalóggávuna”.

Í sínum svarið til settu spurnartekini frá lógartænastuni, skrivar Fiskimálaráðið í somu viðmerkingum m.a. soljóðandi:

Fiskimálaráðið skilir væl spurningin frá lógatænastuni, men metir seg ikki føran fyri at taka dagar ímillum, hvørt tað stats- og ríkisrættarliga liggur innan fyri ella uttan fyri løgræðið hjá Løgtinginum at áseta reglur í føroyskari serlóg, sum eisini fevna um útinnan av myndugleika hjá einum donskum myndugleika í Føroyum. Hinvegin er tað ikki óvanligt at áseta reglur um eftirlit og handhevjan í føroyskari serlóggávu, har heimildirnar hjá løgregluni eisini eru ásettar. Ført kann verða fram, at tær heimildir tá rúmast innan fyri verandi heimildir, sum longu eru ásettar í eitt nú rættargangslógini, meðan hetta uppskotið røkkur víðari í mun til afturhald av persónum, uttan formliga handtøku og lógarbundið lóghald av lutum. Hinvegin kann eisini verða ført fram, at í einari serlóg er tað bara Løgtingið, sum kann samtykkja, hvørt herdar reglur skulu ásetast um afturhald av persónum og lóghald leggjast á lutir, og um fútin og løgreglan meta, at tey ikki hava nøktandi lógargrundarlag at virka eftir, so må embætið heita á danskar myndugleikar um at fáa formligu viðurskiftini skipaði. Samanumtikið verður hildið, at hóast løgreglan sum etat er donsk, so útinnir løgreglan og ákæruvaldið sín myndugleika í Føroyum sambært ríkislóggávu eins væl og serlóggávu”.

2.1 Avmarkaði og einsíðis hoyringssvør til herdar inntrivs- og revsiheimildir hjá politinum

At lóggávusmiði í sambandi við grindalógina er skeiklað orsaka av, at Sea Shepherd málið ikki verður sett í talu og allýst sum eitt trygdar- og verjumál av ábyrgdarhavandi myndugleikum, sæst eisini aftur í teimum hoyrings-svarum til lógina, sum eru endurgivin í almennu viðmerkingunum, s. 7-8, í uppskotinum til grindalóg. Hoyringspartarnir eru fimm í tali – teir fýra eru við til at gera lógina, ávíkavist sýslumenninir og Fútin, sum er høvuðssmiður handan herðingina í §§ 10, 11 og 13, umframt ein djóralækni og ein lívfrøðingur.

Tann fimti hoyringsparturin er ein advokatur, sum í fjør var verji hjá Sea Shepherd fólkunum, tá hesi vóru í Føroya rætti ákærd og dømd bøtur fyri brot á grindareglugerðina. Tað er undrunarvert, at útinnandi valdið Fiskimálaráðið biður um hoyrings-svar frá einstøkum advokati, sum í fjør var settur av dómsvaldinum til at verja Sea Shepherd fólkini. Hetta er at blanda útinnandi og dømandi valdið saman í sambandi við lóggávusmíði. Endamálið við at brúka verjuadvokatin er eftir øllum at døma, at legitimera tær víðkaðu inntrivs- og revsiheimildirnar, sum politiið hevur fingið í grindalógini – somu heimildir, sum advokaturin í rættinum vegna síni viðskiftafólk – Sea Shepherd – skal seta spurnartekin við.

Skilabetri, og til frama fyri rættartrygdina hjá borgarunum – eisini teimum av útlendskum uppruna, ið vitja Føroyar – hevði verið eisini at hoyrt til dømis Advokatfelag Føroya, Amnesty International, Føroya Deild, Ferðavinnufelagið og Kommunufelagið umframt møguligar aðrar viðkomandi áhugapartar í sambandi við lógaruppskotið.

3. Umstrídd donsk lóggáva á markinum til rættartrygdina hjá borgarum liggur til grund fyri §§ 10-11 í grindalógini

Við støði í politilógini, herdi danska stjónin í november 2009 heimildirnar hjá politinum við tí sokallaða ”Lømmelpakken”, sum millum aðrar ásetingar hevði við sær, at politiið við støði í teimum fyribyrgjandi handtøkunum, sum politilógin frá 2004 gav heimild til, nú fekk loyvi til at afturhalda fólkum í 12 tímar ístaðin fyri teir upprunaligu 6 tímarnar.

”Lømmelpakken” bleiv settur í gildi, tí danska stjórnin ynskti at styrkja um heimildirnar hjá politinum at handtaka mótmælandi aktivistar í sambandi við stóru veðurlagsráðstevnuna hjá ST, COP15, sum var hildin í Keypmannahavn í desember mánaða 2009. Í 2010 kolldømdi býrætturin og seinni í 2012 ógildaði og úttalaði Eystari Landsrættur seg atfinningarsamt mótvegis ásetingunum í ”lømmelpakken” um fyribyrgjandi handtøkur í upp til 12 tímar. 250 borgarar fingu útgoldið endurgjald, og dómurin í landsrættinum staðfesti, at politiið hevur ikki loyvi til at brúka fyribyrgjandi handtøkur sum best ber til, men má gera ítøkiligar metingar av atgerðunum hjá teimum mótmælandi borgarunum í hvørjum einstøkum føri.

Síðani Eystari Landsrættur staðfesti dómin hjá býrættinum, hava tað verið fleiri atfinningarsamar røddir frammi – bæði á politiskum- og fakligum stigi – um, at ásetingarnar um at fremja fyrbyrgjandi handtøkur í upp til 12 tímar eiga at endurskoðast og helst broytast. Hetta tí at hesar ásetingar, sum nú síggjast aftur í føroysku grindalógini, kunnu vera í stríð við grundlógina og Evropeiska mannarættindasáttmálan viðvíkjandi rættinum til persónligt frælsi umframt talu- og savningarfrælsi. Enn eru broytingarnar ikki framdar í verki.

3.1 Sjey Sea Shepherd fólk higartil í ár skuldsett – óvist um politiið ger brúk av §§ 10 og 11 í grindalógini

Tey sjey Sea Shepherd fólkini eru skuldsett sambært grindalógini í sambandi við grindirnar í Hvannasundi, Bø og í Tórshavn. Óvist er, um politiið hevur skuldsett Sea Shepherd fólkini fyri brot á §§ 10 og 11 í grindalógini. Komið er tó fram alment, at onkur skuldseting er sambært § 9 í grindalógini viðvíkjandi skilhaldsreglunum, har ásett er, at øll, sum eru í grind, hava skyldu til at lýða boðum frá sýslumanni ella grindaformanni.

Nakað týðir upp á, at politiið í fyrsta lagi ikki ynskir at brúka §§ 10 og 11 sum formligar skuldsetingar í rættinum, hóast hesar ásetingar longu nú verða brúktar av politinum í verki. Til dømis í sambandi við grindina í Hvannasundi tann 29. juni í ár, har tveir persónar frá Sea Shepherd blivu hildnir aftur av politinum við tunnilsmunnan til grindadrápið var liðugt. Kringvarpið var á staðnum og á leinkinum her - áleið 17 minuttir inni í sendingini – http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/06/30/dagur-vika#.VbKuP1YTGO9 sæst, at tveir persónar frá Sea Shepherd verða hildnir aftur av politinum fyrisitingarliga.

Spurdur, um hann metti, at talan var um at halda aftur persónunum fyrisitingarliga sambært § 10 í grindalógini, svaraði fúti John Kølbæk skrivliga tann 10. juli í ár, at tað metti hann ikki, tí persónarnir frá Sea Shepherd høvdu møguleika at koyra frá staðnum – til annað stað enn til Hvannasunds.

4. Spurningurin er, um §§ 10, 11 og 13 í grindalógini eru í stríð við grundlóg, heimastýris- og stýrisskipanarlóg

Danski hægstarættardómarin, Jens Peter Christensen, skrivaði m.a. soljóðandi í sambandi við Tvind-dómin í kronik í Jyllands Posten, um leiklutin hjá dómsvaldinum sum verji av grundlógini:

”Grundloven fastlægger en række spilleregler for det politiske liv, og den giver borgerne rettigheder, som folketing og regering skal respektere. Grundloven sætter på denne måde grænser for politikernes magtudfoldelse. Det er i sidste ende op til domstolene at vogte denne grænse”.

Løgfrøðingar, sum gjøgnum árini fakliga hava greina heimildir í heimastýrislóg mótvegis grundlóg, eitt nú A. Ross, P. Andersen, H. Zahle og O. Spiermann, eru samdir um, at løgtingslógir líkasum fólkatingslógir vísa til yvirskipaðu donsku grundlógina og at lógir, sum eru gjørdar av ávíkavist Løgtingið og Fólkatingið, ikki mugu vera í stríð við grundlógina.

Grundlógin § 3 hevur eina týdningarmikla grundreglu um trýbytta valdið, nevnliga at lóggevandi myndugleikin er hjá kongi og fólkatingi í felag. Tað útinnandi valdið er hjá kongi (stjórnini) og tann dømandi myndugleikan hevur dómsvaldið. Við heimastýrislógini frá 1948 er lóggevandi og útinnandi valdið, sum er staðfest í § 3 í grundlógini, útdelegera til Løgting og Landsstýrið í yvirtiknum málum, eisini nevnd sermál, ímeðan dómsvaldið framhaldandi er felagsmál, tað vil siga undir donskum málsræði.

Heimastýrislógin ger skilna millum sermál og felagsmál. Í sermálum hava sum nevnt føroyskir myndugleikar – løgting og landsstýrið – lóggávu- og fyrisitingarligt vald. Í felagsmálum hava ríkismyndugleikarnir – fólkating og ríkisstjórn – tað lóggevandi- og fyristingarliga valdið, men heimastýrið – løgtingið - skal góðkenna ásetingarnar, áðrenn tær verða kunngjørdar.

Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá 1994 § 1 ásetir, at í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómstólunum.

Í viðmerkingunum, s. 173-175, til § 1 í uppskoti til stýrisskipanarlógina, stendur skrivað m.a. soljóðandi um lóggávuvaldið hjá løgtinginum:

”Hvør, ið lóggávuvaldið hevur í yvirtiknum málum, er ásett í heimastýrislógarinnar § 4, 2. stk., nevnliga soleiðis, at løgtingið samtykkir og løgmaður staðfestir løgtingslógir, …”

”Lóggávuvaldið í greinini merkir eitt nú heimildin at áseta almennar rættarreglur mótvegis borgaranum og tí almenna innan teir karmar, grundlóg, heimastýrislóg og stýrisskipanarlóg annars áseta. Ilt er nærri at útgreina merkingina av orðingini í stuttari merking. Tó liggur sum øvugdømi (modsætningsslutning) í greinini, at lóggávuvaldi ikki kann taka sær útinnandi og dømandi myndugleika og eigur av hesi orsøk at sýna varsemi við at gera løgtingslógir, sum bert viðvíkja ávísum ítøkiligum einstøkum viðurskiftum.”

Tveir viðkomandi spurningar kunnu tí setast í hesum sambandi:

  1. Hevur Løgtingið lóggávuvald í felagsmálinum politiið, at gera reglur í grindalógini um virksemi hjá politinum, sum ikki frammanundan eru settar í gildi av Fólkatinginum?
  2. Ger Løgtingið eina sokallaða ”singulera” lóg, sum er málrættað Sea Shepherd felagsskapinum, og sum herðir inntrivsheimildirnar hjá politinum viðvíkjandi persónliga frælsinum, talu- og savningarfrælsinum hjá hesum felagsskapi, har lóggevandi valdið eisini er dømandi vald?

Tað er bara dómsvaldið, sum kann endaliga svara uppá hesar báðar spurningarnar.

5. Samanumtøka og niðurstøða

Tað er neyðugt at skipað viðurskiftini kring grindarakstur og grindadráp á ein skynsaman hátt. Tí er tað skilagott við einari grindalóg. Men tað er eisini neyðugt at gera broytingar í rættargangslógini, tí tað er henda lóg, sum skipar virksemi hjá politinum, og tað er politiið, sum hevur høvuðsleiklutin sambært rættargangslógini í Føroyum – politilógini í Danmark - at útinna myndugleika og vald mótvegis borgarum, sum búgva og uppihalda sær í føroyska samfelagnum.

Grindalógin ásetir víðfevndar inntrivs- og revsiheimildir í §§ 10, 11 og 13. Sum nevnt í greiningini, hoyra hesar ásetingar rættast heima í rættargangslógini heldur enn í grindalógini, eisini tí at ábyrgdarviðurskiftini í lógunum báðum eru ymisk. Fiskimálaráðið sum føroyskur myndugleiki varðar av grindalógini ímeðan Justitsministeriet sum danskur myndugleiki varðar av rættargangslógini.

Politiið er einasti myndugleiki í samfelagnum, sum sambært lóg kann brúka vald mótvegis borgarum. Fyri rættartrygdina hjá borgarunum er tað tí neyðugt, at Justitsministeriet, sum er evsti myndugleikin hjá politinum, eisini hevur ábyrgdina av tí lóg, sum skipar víðfevndar inntrivs- og revsiheimildir hjá politinum. Í løtuni er støðan tann, at tað er Fiskimálaráðið, sum hevur hesa ábyrgd, og tað er ein skeikling av sambandinum millum førleikar – í hesum førinum tær víðfevndu inntrivs- og revsiheimildirnar hjá politinum – og ábyrgd, sum Fiskimálaráðið hevur av hesum heimildum hjá politinum í grindalógini.

Greiningin grundgevur fyri, at lóggávusmíði í sambandi við grindalógina verður skeiklað, tá myndugleikarnir ikki taka hædd fyri, at hjáveran av Sea Shepherd felagsskapinum í Føroyum er eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum eisini á politiskum- og á embætismannastigi má setast í talu sum eitt tílíkt mál. Í sambandi við ger av grindalógini, sæst henda skeikling aftur á tann hátt, at lógartænastan á Løgmansskrivstovuni setir spurnartekin við, um Løgtingið hevur lóggávuvald í felagsmálinum politiið, at umstrídd donsk lóggáva, sum er á markinum til rættartrygdina hjá borgarunum, liggur til grund fyri víðfevndu inntrivs- og revsiheimildunum hjá politinum, og at hoyringssvarini eru fá, harav tað eina er frá einum verjuadvokati, sum umboðaði skuldsett fólk frá Sea Shepherd felagsskapinum í Føroya rætti í fjør.

Henda greining og tann greining, ið víst verður til í pkt. 1.1. omanfyri frá fyrr í ár, vísa eisini á tað afturhaldni, ið danskir myndugleikar vísa, tá tað ræður um at seta í talu í Føroyum avbjóðingar uttanifrá, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Hetta afturhaldni hevur við yvirvald og landøki Danmarkar yvir Føroyum at gera – eitt yvirvald og landøki, sum er tengt at danska statinum, í verki donsku stjórnini, sum hevdar sítt yvirvald gjøgnum trygdar- og verjupolitikkin. Tá so eitt trygdar- og verjupolitiskt mál sum Sea Shepherd hóttir føroyska samfelagið – fyrst og fremst mentanina men eisini tryggleikan í landinum – so vísir hetta afturhaldni seg millum annað á tann hátt, at danskir myndugleikar ikki ynskja at gera broytingar í teimum lógum, sum organisatoriskt hoyra til trygdar- og verjupolitiska øki - í hesum førinum útlendinga- og rættargangslógini. Hugsanin hjá danska forsætismálaráðnum gjøgnum tíðirnar, og teimum ymisku stjórnunum í Danmark óansæð politiskan lit, er, at broytingar í málsøkjum tætt tilknýtt statinum, tað eru trygdar- og verjumál, vil máa støðið undan danska eindarstatinum og harvið valdinum hjá Danmark yvir Føroyum. Trygdar- og verjumál og tilknýttu verju-, rættargangs- útlendinga- og politilógir er grundarlagið undir einhvørjum stati, eisini tí danska, og fáa Føroyar størri ávirkan á hesi mál og lógir, vil tað við tíðini geva grundarlag fyri stovnan av einum føroyskum stati.

Tað var tí eisini eitt noktandi svar, ið umboð fyri landsstýrið fingu fyrr í ár, tá spurt var um broytingar kundu gerast í nevndu donsku lógum, sum eru galdandi í Føroyum, til tess at fyribyrgja átøk frá Sea Shepherd felagsskapinum. Tí bleiv ein nýggj grindalóg gjørd, allarhelst eftir umbøn frá donskum myndugleikum, har tær víðfevndu inntrivs- og revsiheimildirnar hjá politinum innganga.

Greiningin vísir á, at tað er Fútin og hansara ákæruvald, sum eru høvuðssmiðir handan §§ 10, 11 og 13 í grindalógini. Fyrimyndin fyri hesum ásetingum í grindalógini skulu finnast í donsku politilógini og tí sokallaða ”lømmelpakken” – ein lógarpakki, sum er umstríddur, tí Eystari Landsrættur úttalaði seg atfinningarsamt viðvíkjandi ásetingunum um fyribyrgjandi handtøkur í upp til 12 tímar, sum nú síggjast aftur í grindalógini. Tveir grundleggjandi spurningar reisa seg í hesum sambandi. Fyri tað fyrsta, um Løgtingið hevur lóggávuheimild í felagsmálinum politiið og fyri tað næsta, um Løgtingið ger eina sokallaða ”singulera” lóg, málrættað Sea Shepherd felagsskapinum?

Endaliga svarið til hesar báðar spurningar hevur bara dómsvaldið, men nakað týðir upp á, at viðkomandi myndugleikar, sum eru Fiskimálaráðið, Justitsministeriet og politiið ”hava slept løgtinginum upp á fjall” í sambandi við ger av grindalógini. Hetta er ikki gjørt i ringum vilja, men í tráðanini eftir at skipa viðurskiftini kring grindadráp skjótt og við herdum inntrivs- og revsiheimildum, hava nevndu myndugleikar eftir øllum at døma sæð burtur frá at kanna nærri um lóggávuvald løgtingsins viðvíkjandi víðkaðum heimildum til politiið í grindalógini samsvarar við ríkisrættarligu støðu Føroya, sum er ásett sambært grundlóg, heimastýris- og stýrisskipanarlóg.

Yvirskipað er niðurstøðan í greiningini tann, at líka so væl sum grindadráp sum føroyska mentan má varðveitast og verjast eisini sambært lóggávu, so má tilgongdin at gera lóggávu, og seta tiltøk í verk í hesum sambandi, eisini byggja á eitt siðmentað grundarlag.

Ítøkiliga er niðurstøðan í hesari greining, at Løgtingið saman við Landsstýrið og viðkomandi myndugleikum má enduskoða grindalógina av nýggjum. Støða má í fyrsta lagi takast meira nágreiniliga til, um Løgtingið hevur lóggávuvald í mun til at áseta nýggjar reglur í gildi í løgtingslóg fyri politiið, sum er danskt málsøki, og har fyritreytirnar í grundlóg, heimastýris- og stýrisskipanarlóg áseta lóggávuvaldið í felagsmálum til at vera hjá danska fólkatinginum.

Í øðrum lagi er tað serliga parturin um inntrivs- og revsiheimildirnar hjá politinum §§ 10, 11 og 13, har Løgtingið í samráði við Fiskimálaráðið, sum hevur útinnandi ábyrgdina av grindalógini, má biðja Justitsministeriet og Fólkatingið um, at seta nevndu inntrivs- og revsiheimildir hjá politinum í rættargangslógina, sum er sett í gildi í Føroyum og sum skipar virksemi hjá politinum í heila tikið. Í øðrum lagi, um politilógin, har frá nevndu ásetingar stava, og sum bleiv sett í gildi í Danmark fyri 11 árum síðani, skal verða sett í gildi í Føroyum tillagað føroysk viðurskifti.

Í triðja lagi, um tað er ráðiligt, at seta í gildi í Føroyum allar tær ásetingar um inntrivs- og revsiheimildir, serliga viðvíkjandi fyribyrgjandi handtøkum í upp til 12 tímar, tá nú bæði fakpersónar, politiska skipanin í Danmark og Eystari Landsrættur hava úttala seg atfinningarsamt mótvegis hesum ásetingum til at vera í stríð við rættartrygdina hjá borgarunum.

Í fjórða lagi, um fráboðanarskyldan í § 3 í grindalógini kann umorðast, soleiðis at spurningur ikki kann setast við, um ásetingin er í stríð við ásetingar í bæði grundlóg og evropeiska mannarættindinasáttmálanum viðvíkjandi talufrælsi.