Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.


Hoyvík, 6. september 2015

Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin

Skrivað hevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum

1. Inngangur

Nógv týðir upp á, at avbjóðingin við at handfara Sea Shepherd felagsskapin ikki í nóg stóran mun er viðgjørd í formligu kørmunum hjá Tilbúgvingarráðnum. Høvuðsorsøkin til hetta afturhaldni er, at danskir myndugleikar ikki ynskja, at trygdarpolitisk mál, sum Sea Shepherd felagsskapurin er ein partur av, verða sett í talu í Føroyum sum eitt trygdar- og verjumál. Tí vera mál sum til dømis Sea Shepherd ikki umrødd í einum føroyskum Tilbúgvingarráðið, sum er skipað sambært løgtingslóg um tilbúgving. Ein nærri grundgeving fyri hesum uppáhaldi kann lesast í einari greining, sum eg skrivaði fyrr í ár, og sum sæst á leinkjuni her http://www.tiljar.fo/greinar/blog4.php

Tá átrokandi trygdar- og verjupolitisk mál viðvíkjandi Føroyum ikki vera sett í talu og umrødd í røttum samanhangi sum til dømis í Tilbúgvingarráðnum, so verður eisini tann lóggáva, sum verður gjørd á økinum, skeiklað. Tað hava vit sæð í sambandi við grindalógina, sum eg skrivaði eina grein um fyrr í ár, og sum kann lesast á leinkjuni her http://www.tiljar.fo/greinar/blog10.php

Ein onnur orsøk til, at Sea Shepherd felagsskapurin ikki er viðgjørdur í Tilbúgvingarráðnum, er allarhelst tann, at formaðurin í ráðnum, sum var deildarstjóri á Brunaeftirlitinum, nýliga er farin úr starvið.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað bæði er ein politisk/skipanarlig- og persónlig forðing fyri, at Sea Shepherd felagsskapurin verður viðgjørdur í Tilbúgvingarráðnum. Hesar forðingar má og kann tað gerast nakað við, men tað hevur raðfesting sum fyritreyt, at tað verður orðaður ein trygdar- og verjupolitikkur í ríkisfelagsskapinum, sum eisini fatar um føroyska samfelagið. Verður Føroyar einaferð í framtíðini ein sjálvstøðug tjóð, so verður trygdarpolitikkurin tillagaður við atliti til Føroyar sum ein statur.

Mynd 1 vísir ymiskar avbjóðingar av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag, sum føroyska samfelagið kemur út fyri. Myndin vísir eisini teir vígvallir, sum strategisk leiðsla skal útinnast í mun til fyri at føroyskir myndugleikar kunnu handfara hesar avbjóðingar.

Mynd 1. Avbjóðingar í Føroyum av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag og handfaring av hesum avbjóðingum við útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum (Weihe Joensen, H. 2015 við íblástri frá Marcussen, M.)

Men áðrenn eg greiði frá, hvussu farast kann fram strategiskt fyri at leggja niður forðingar soleiðis, at ein trygdar- og verjupolitikkur kann orðast fyri Føroyar, skal eg fyrst greiða eitt sindur frá um Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya. Í hesum sambandi eisini teir fyrimunir, ið eru við at brúka hetta ráðið og hesa tilbúgvingarætlan, sum tvey snúningspunkt í handfaringini av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum avbjóðingum í Føroyum.

2. Tilbúgvingarráðið

Tilbúgvingarráðið er skipað sambært tilbúgvingarlógini § 4, sum bleiv sett í gildi í 2012 og sum er soljóðandi:

§ 4. Skipað verður eitt Tilbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í tilrættisleggingini av tilbúgvingini. Landsstýrismenn leggja týðandi tilbúgvingarmál og øll uppskot til lógir og kunngerðir viðvíkjandi tilbúgving fyri Tilbúgvingarráðið til ummælis. Tilbúgvingarráðið kann eisini av sínum eintingum taka tilbúgvingarmál upp til viðgerðar.

Í viðmerkingunum til § 4 í lógaruppskotinum stendur skrivað um endamáli við Tilbúgvingarráðnum:

Endamálið hjá ráðnum er at tryggja yvirskipaðu myndugleikunum eitt fullfíggjað fakligt grundarlag fyri avgerðum um tilrættislegging av tilbúgvingini.

Um manningina í Tilbúgvingarráðnum stendur skrivað í somu viðmerkingum m.a. soljóðandi:

Skotið verður upp, at ráðið hevur eina avmarkaða fasta manning, men at ráðið verður víðkað við viðkomandi manning til viðgerð av ymiskum fakøkjum. Tað verður uppgávan hjá formanninum, sum umboðar tilbúgvingarsamskipanina, at tryggja, at viðkomandi førleikar verða tiknir við í Tilbúgvingarráðið, tá tað er neyðugt.

Tilbúgvingarráðið er sostatt skipað við tí endamáli, at ráðgeva yvirskipaðum myndugleikum í Føroyum um tilbúgvingarmál, bæði tá hesi mál vera løgd til rættis í “friðartíð”, men eisini tá átrokandi tilbúgvingarmál stinga seg upp í “ófriðartíð”. Hjáveran av Sea Shepherd felagsskapinum í Føroyum er dømi um eitt tilbúgvingarmál, sum skapar “ófrið” í Føroyum, og sum tí eigur at verða viðgjørt í Tilbúgvingarráðnum.

2.1 Fyrimunurin við at brúka Tilbúgvingarráðið í handfaringini av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum

Tilbúgvingarráðið hevur sum nevnt eina fasta manning, men líka so týdningarmikið er tað, at viðkomandi myndugleikar og/ella persónar verða tiknir við í ráðið, tá tað er brúk fyri tí. Hetta ger seg millum annað galdandi í mun til handfaring av Sea Shepherd – ein handfaring, sum er eitt samstarv í totalverjuhøpi millum danska hervaldið, politiið, føroyskar landsmyndugleikar, kommunur og ávísar privatar aktørar. Tað er tí møguligt, at føroyskir og danskir myndugleikar saman í Tilbúgvingarráðnum umrøða avbjóðingarnar í sambandi við Sea Shepherd felagsskapin.

Hóast formaðurin í Tilbúgvingarráðnum er farin úr starvið, so kann næstformaðurin í ráðnum, sum er Fútin, kalla inn til fundar. Fútin hevur frammanundan ein høvuðsleiklut, tá talan er um at samskipa átakið hjá totalverjuni mótvegis Sea Shepherd felagsskapinum. Fútin hevur nevnliga ábyrgdina av, sambært donsku rættargangslógini, sum er sett í gildi í Føroyum, at politiið heldur lóg og landaskil í Føroyum. Í serligum og størri átøkum, sum Sea Shepherd felagsskapurin er eitt dømi um, fær Fútin og politiið bert hildið lóg og landaskil, um hjálp fæst frá aktørunum í totalverjuni, sum nevndir eru omanfyri.

2.1.1 Tilbúgvingarráðið má virka proaktivt

Nevnda áseting § 4 í tilbúgvingarlógini leggur upp til, at Tilbúgvingarráðið eisini tekur tilbúgvingarmál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Tað vil siga, at ráðið allatíðina má fylgja við og taka støðu til, um ávís tilbúgvingarmál eru av slíkum átrokandi slag, at tey mugu viðgerast beinanvegin og frammanundan ásettu fundartíðspunktini.

Tað hevði verið natúrligt, at umrøtt avbjóðingarnar við Sea Shepherd felagsskapinum í Tilbúgvingarráðnum. Ráðið er til tað sama, eisini til at viðgera trygdar- og verjumál, sum eg havi allýst Sea Shepherd felagsskapin til at vera. Tilbúgvingar-, trygdar- og verjumál hoyra saman bygnaðarliga og søguliga, sum eg havi víst á omanfyri í hesari greining.

Í tí sambandi hevði tað verið skilagott, at tikið fólk inn í Tilbúgvingarráðið eftir tørvi til at ráðgeva føroyskum og donskum myndugleikum, og sum kunnu koma við ítøkiligum hugskotum til átøk av lóggávu- og skipanarligum slag – átøk, sum kunnu verja føroyska samfelagið í mun til Sea Shepherd felagsskapin.

3. Tilbúgvingarráðið eigur at samganga við tilbúgvingarætlanini nevnd Tilbúgving Føroya

Táverandi Tilbúgvingarstovnur Føroya (nú Vørn) lat á sumri 2012 úr hondum eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar nevnd Tilbúgving Føroya. Tilbúgvingarætlanin bleiv gjørd í samstarvi við lands- og kommunalar myndugleikar, men henda tilbúgvingarætlan er enn ikki sett í gildi í Føroyum.

Í viðmerkingunum til uppskot til áðurnevndu tilbúgvingarlóg, s. 9 stendur skrivað m.a. soljóðandi um endmáli við Tilbúgving Føroya:

Við síðuna av tilbúgvingarlógini verður arbeitt við at gera eina samvirkandi tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum, saman við øllum viðkomandi pørtum, at tryggja, at ein slík ætlan verður gjørd fyri, hvussu ymisku sektorøkini og kommunalu tilbúgvingarnar kunnu virka sum ein eind.

Arbeitt verður við at gera eina tilbúgvingarætlan, nevnd Tilbúgving Føroya, sum skipar ein bygnað fyri kreppustýring í Føroyum, sum er ein sjálvstøðug eind, og vísir til og hevur sum fyrimynd National Beredskabsplan í Danmark. Bygnaðurin verður kjølfestur á politiskum stigi í landsstýrinum og á fakligum embætismannastigi við einum Kreppustápi. Landsstýrið og kreppustápurin kunnu í einstøkum førum, tá talan er um eina serliga skaðahending, størri vanlukku ella kreppu, sum kann hava eina stóra ávirkan á tað føroyska samfelagið, virka sum ein kreppustýringseind.

Henda tilbúgvingarætlan, Tilbúgving Føroya, sum var gjørd klár til brúk á sumri í 2012, átti at verið sett í gildi í Føroyum. Á henda hátt kundu mannagongdirnar, ið eru ásettar í Tilbúgving Føroya, verið brúktar í Tilbúgvingarráðnum sum samtíðis kundi virka sum eitt kreppuráð, tá serligar og/ella størri hendingar gera seg galdandi í Føroyum.

4. Forðingar í ríkisfelagsskapinum, sum arbeiðast má við, tá trygdar- og verjupolitikkurin skal orðast

Í einari master-ritgerð í almennari leiðslu, sum undirritaði herfyri skrivaði um ”trygdar- og verjupolitikkin, ein avbjóðing í ríkisfelagsskapinum í mun til strategi og leiðslu sæð frá einum føroyskum sjónarhornið”, var høvuðsniðurstøðan tann, at politiska støða Føroya í ríkisfelagsskapinum við Danmark er ein forðing fyri, at setu í talu avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag á teimum økjum, har Danmark framvegis hevur yvirskipaðu myndugleika-ábyrgdina. Høvuðsniðurstøðan var grundgivin við hesum trimum viðurskiftum:

  • Yvirvald og landøki

Trygdar- og verjupolitiska fokus hjá statinum Danmark á yvirvald og landøki í ríkisfelagsskapinum kann hótta- og samtíðs verða hótt av samleikanum og mentanini hjá samfelagnum Føroyar. Hetta fokus hjá Danmark setir avmarkingar fyri í hvønn mun danskir myndugleikar seta í talu avbjóðingar í Føroyum, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Mynd 2 er tikin við í greinina fyri at vísa á hvønn hátt tað er ein samanhangur millum fokus hjá samfelagnum – í hesum førinum Føroyar – á hóttanir mótvegis samleikanum/mentanini og samanhangandi fokus hjá statinum – í hesum førinum Danmark – á hóttanir mótvegis yvirvaldinum (suverenitetinum). 

  • Trygdar- og verjupolitiska mentan

Føroyska samfelagið hevur ikki eina trygdar- og verjupolitiska mentan, sum er fokusera á at yvirliva sum ein statur. Hetta hóast tað, at Føroyar hava eina serstøðu í danska ríkinum sum eitt sjálvstýrandi fólkasamfelag við egnum málið, mentan, lívihátti og samleika.

Danmark hevur harafturímóti eina trygdar- og verjupolitiska mentan, ið byggir á eina árhundraðar langa søgu sum ein statur. Fyriskipan av trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum var eitt øki, ið statir upprunaliga tóku sær av út frá einum hernaðarligum sjónarhornið og fyri at verja áhugamálini hjá statinum í altjóða høpi. Hesi viðurskifti, at Føroyar ikki er ein statur, hava við sær, at føroyskir myndugleikar søguliga sæð - og í ávisum førum tann dag í dag – hava havt eina avmarkaða vitan og áhuga í trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum, ið kann vera ein forðing fyri at seta í talu trygdar- og verjupolitiskar avbjóðingar, ið gera seg galdandi í Føroyum í dag.

  • Føroyska sjálvstýristilgongdin

Politiska sjálvstýristilgongdin í Føroyum kan halda aftur donskum myndugleikum í at seta í talu avbjóðingar, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Tað er ein samanhangur millum føroysku sjálvstýristilgongdina í 1946 og i 1998, sum viðførdi, at Føroyar fekk eina heimastýrislóg í 1948 við víðkaðum heimildum til sjálvstýri umframt myndugleikaábyrgd av nøkrum týdningarmiklum tilbúgivngarøkjum í árunum frá 2002 og fram til 2007.

Tað gløðir sostatt framvegis eitt ynski millum føroyingar, um Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, sum í stóran mun er tengt at politisku søgugongdini Danmark og Føroyar ímillum. Ein nýggj sjálvstýris-tilgongd kann tískil byrja, um minnilutin Føroyar í statinum Danmark følir seg hóttan viðvíkjandi avbjóðingum av trygdar- og verjupolitiskum slag, sum snúgva seg um føroyskan samleika og mentan. Hesi viðurskifti kunnu vera orsøkin til, at danskir myndugleikar ikki ynskja at “øsa fram hóttanir” mótvegis føroyska samfelagnum við óneyðugt, at seta í talu avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag.

Mynd 2. Tillagað tímaglas frymil viðvíkjandi fokus hjá samfelagnum á hóttanir mótvegis samleikanum við samanhangandi fokus hjá statinum á hóttanir mótvegis yvirvaldinum (Wæver, O. 1997).

5. Ásetan av dagsskrá við nýggjum trygdar- og verjupolitikki í Føroyum

Í somu ritgerð vísti eg eisini á, hvussu strategisk leiðsla kann útinnast í mun til omanfyri nevndu forðingar, soleiðis at tað kann vera sett ein nýggj trygdar-, og verjupolitisk dagsskrá í ríkisfelagsskapinum. Mynd 3 vísir á, hvussu komið verður fram til ein nýggjan trygdar- og verjupolitikk í Føroyum.

Mynd 3. Strategisk leiðslutilgongd í sambandi við skipan av nýggjum trygdar- og verjupolitikki í Føroyum (Weihe Joensen, H. 2015 við íblástri frá Klausen, K.K.).

6. Samanumtøka og niðurstøða

Greiningin vísir á, at føroyska samfelagið er fevnt av avbjóðingum uttanifrá líkasum onnur lond eru tað. Hesar avbjóðingar seta krøv til ein føroyskan trygdar- og verjupolitikk, sum má gerðast í samstarvi við danskar myndugleikar so leingi Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Greiningin grundgevur fyri, at um ikki Føroyar hava ein trygdar- og verjupolitikk, so fáa tey forum, har átrokandi trygdar- og verjumál skulu umrøðast og leggjast til rættis, ikki raðfesting. Tilbúgvingarráðið saman við tilbúgvingarætlanini Tilbúgving Føroya eru dømi um forum, sum ikki fáa nóg høga raðfesting. Tað er sera óheppið, tí hetta ráð og henda tilbúgvingarætlan eru snúningspunktini, tá ræður um at leggja til rættis og at handfara átrokandi avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag, sum gera seg galdandi í Føroyum.

Greiningin vísir á, at Sea Shepherd felagsskapurin er eitt dømi um eina tílíka avbjóðing, ið bert kann handfarast nøktandi í totalverjuhøpi, sum er samstarvi millum lands- og kommunalar myndugleikar, privatar veitarar og sjálvboðin. Tað vil siga, at Tilbúgvingarráðið má opna dyrnar fyri umboðum í totalverjuni – eitt samstarv, sum fevnir um bæði føroyskar og danskar myndugleikar.

Í greiningini verður mett, at avbjóðingarnar við Sea Shepherd felagsskapinum allarhelst ikki eru viðgjørdir í Tilbúgvingarráðnum orsaka av persónligum og politiskum/skipanarligum ávum. Hetta tí, at formaðurin í ráðnum nýliga er farin úr starvið og tí at tað eru forðingar av politiskum, herímillum søguligum og mentanarligum slag, inni í ríkisfelagsskapinum, sum viðføra, at serliga danskir myndugleikar ikki ynskja, at seta í talu Sea Sheperd felagsskapin sum eitt trygdar- og verjumál. Fútin er næstformaður í Tilbúgvingarráðnum, og hann kann tí til einhvørja tíð, tá formaðurin ikki er tøkur, geva ráðslimum og øðrum viðkomandi persónum fundarboð.

Greiningin staðfestir, at ein orsøk til at myndugleikarnir ikki allýsa Sea Shepherd felagsskapin, og harvið eisini ger av grindalógini sum eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, er, at myndugleikarnir ikki hava eina vitan og áhuga í tí trygdar- og verjupolitiska samanhangi, sum alt málið um Sea Shepherd felagsskapin gongur fyri seg í. Ein onnur orsøk er politisk og løgfrøðilig, at Føroyar ongantíð hevur verið ein statur, sum hevur verið noyddur til at taka trygdarpolitisk atlit viðvíkjandi tí at yvirliva sum ein statur í mun til aðrar sjálvstøðugar statir í altjóða samfelagnum. Tí hevur Føroyar heldur ikki eina trygdar- og verjupolitiska mentan, sum Danmark harafturímóti hevur bygt upp í árhundraðir sum ein sjálvstøðugur statur. Í mun til Føroyar hevur Danmark tí tryggjað sær í heimastýris- og yvirtøkulógunum, at Føroyar ikki kunnu yvirtaka trygdar- og verjumálini, tí tað er í hesum málum, at Danmark í verki útinnir sítt yvirvald yvir Føroyum.

Greiningin mælir til, at tað verður sett ein nýggj dagsskrá fyri ein trygdar- og verjupolitikk í ríkisfelagsskapinum, har útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum skal tryggjað, at ein trygdar- og verjupolitikkur verður gjørdur fyri Føroyar. Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur vil millum annað veita vissu fyri, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya verða brúkt í verki.

 

Tilvísingar:

Joensen, W.H. 2015 - Sikkerheds- og forsvarspolitikken, et færøsk perspektiv på en strategisk ledelsesmæssig udfordring i rigsfællesskabet, Master ritgerð (MPG) á CBS, 2015

Klausen, K.K. 2009, Strategisk ledelse – de mange arenaer – Syddansk Universitetsforlag, 2. rev. udgave

Wæver, O. 1997, Concepts of security, PhD. afhandling, Institut for Statskundskab, Københavns Universitet