Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskiftini hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum koma í rættlag

 


13. november 2015

Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum

1. Innleiðing

Í gjárkvøldið frættist í fjølmiðlunum, at Landsfelag fyri Bjargingarfeløg metir tað ikki vera forsvarligt, at senda sjálvboðin bjargingarfólk út til ymisk átøk á sjógvi og landi. Hetta tí, at tryggingarviðurskiftini hjá bjargingarfólkunum eru ógreið. Tískil er virksemi hjá bjargingarfeløgunum fyribils steðga.

Hetta er ein álvarslig støða, tí tey mongu sjálvbodnu bjargingarfólkini eru saman við kommunalu- og landstilbúgvingini bulurin í føroysku tilbúgvingini. Bjargingarfólkini eru tøk døgnið- og árið runt fyri at hjálpa borgarum og tryggja virðir í føroyska samfelagnum. Hetta er ikki vandaleyst arbeiði, og tí mugu tryggingarviðurskiftini vera í lagi.

2. Landið má toghalda og skipa so fyri, at tryggingarviðurskiftini hjá bjargingarfólkunum koma í rættlag

Tilbúgvingarlógin ásetir, at tað er landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, sum sambært § 5, stk. 2 samskipar tilrættisleggingina av samstarvinum millum ábyrgdarpartarnar í landstilbúgvingini, bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin.

Í viðmerkingunum til lógina stendur skriva m.a. soljóðandi um fortreytirnar hjá teimum sjálvbodnu bjargingarfólkunum, sum skulu virka í tilbúgvingini:

”Persónligur førleiki, útbúgving, venjingar, góðkendur útbúnaður og útgerð eru bert nakrar fortreytir fyri, at tey sjálvbodnu á tryggan hátt kunnu loysa tilbúgvingaruppgávur saman við almennu myndugleikunum”.

Tryggingarviðurskifti eru – saman við omanfyri nevndu fortreytum - ein týdningarmikil fortreyt fyri, at sjálvboðin bjargingarfólk kunnu útinna tilbúgvingar-uppgávur á landi og sjógvi á einum tryggum grundarlagi. Í framroknaða fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016 viðvíkjandi tilbúgving, verður eisini mælt til, at bjargingarfeløg saman við Vørn gera eina innanhýsis góðskuskipan við greiðum mannagongdum fyri virksemi hjá bjargingarførunum, soleiðis at virksemi er trygt og nøktandi. Neyðugir myndugleikar skulu kunnast um hesa innanhýsis góðskuskipan.

Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum saman við landsstýrismanninum í samferðslumálum, sum umsitur vanlukku- og tryggingarmál, og í einum samstarvi við umboð fyri bjargingarfeløgini og tryggingarfeløgini, má toghalda og skipa so fyri, at ein loysn verður funnin skjótast til ber. Hetta soleiðis, at tryggingarviðurskiftini hjá sjálvbodnum bjargingarfólkum eru nøktandi og at virksemi hjá bjargingarfeløgunum kann halda áfram.

Tá ein loysn er funnin er týdningarmikið, at tryggingarviðurskifti verða skrivaði inn í góðskuskipanina sum ein av fortreytunum fyri, at virksemi hjá sjálvbodnum bjargingarfólkum verður útint á ein tryggan og fullgóðan hátt.

3. Sjálvboðin bjargingarfólk hava uppiborið, at Landið tryggjar teimum góðar karmar

Bjargingarfeløgini hava meira enn fimti ár á baki, og eru stovnaði við tí endamáli, at veita bráðhjálp. Bjargingarfeløgini, sum í dag eru tíggju í tali, eru mannaði við sjálvbodnum og óløntum fólkum.

Løgmaður er verji hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum og tað er sum áður nevnt landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, sum vegna Landið samskipar virksemi hjá bjargingarfeløgunum í mun til tilbúgvingina hjá landinum, kommununum og privatum fyritøkum.

Tilbúgvingarlógin var gjørd millum annað við tí endamáli, at tryggja sjálvbodnum bjargingarfólkum góð kor at virka undir. Í viðmerkingum til lógina er hetta endamál staðfest á henda hátt:

”Bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin eru tøk til fleiri ymisk endamál, men í hesum sambandi eru tey ikki skipað og lívgað á ein hátt, tey hava uppiborið. Lógin skal veita sjálvbodnu feløgunum eina tryggari grund at virka út frá”.