Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

Fólkatrygdin og umdømi Føroya má kjølfestast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn

Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

Samandráttur

Bæði Sea Shepherd og -málið um brunaviðurskiftini í farstøðini á flogvøllinum bíða eftir einari politiskari ítalusetan sum trygdarmál. Á henda hátt kunnu málini fáa raðfesting, og møguleiki verður fyri at seta neyðug tiltøk í verk fyri at loysa málini á fullgóðan hátt. Ikki tí, ávís tiltøk eru sett í verk serliga í sambandi við Sea Shepherd málið, men hetta eru tiltøk av operativum slag, sum framvegis ikki ger Sea Shepherd felagsskapin til eitt trygdarpolitiskt mál. Brunatrygdin í farstøðini á flogvøllinum í Vágum er av viðkomandi myndugleika ítalusett, at vera til vanda fyri fólkatrygdina, men málið verður alíkavæl ikki tryggleikagjørt politiskt. Víðkaða trygdarhugtakið og ráki síðani endan av Kalda Krígnum, at tryggleikagera – politiskt ítaluseta - alsamt fleiri økir í samfelagnum sum trygdarmál, hevur ikki enn gjørt seg galdandi í Føroyum. Til tað krevst strategiskt leiðslu-samstarv á fleiri stigum við first og fremst danskar myndugleikar, sum hava evstu ábyrgd av trygdar- og verjumálum, herímillum politi- og flogferðslumálum, viðvíkjandi Føroyum.  

1. Innleiðing

Føroyar eru við í altjóðagerðini við teimum avbjóðingum og møguleikum, altjóðagerðin hevur við sær. Økt samstarv millum lond innan handil, ferðing sjó- og loftvegis, og samskifti eyðkennir altjóðagerðina. Bretski sosiologurin Anthony Giddens allýsir altjóðagerðina millum annað á henda hátt: Altjóðagerðin kann allýsast sum ein styrkjan av heimsumfatandi sosialum sambondum sum sameinir fjarskotin støð á ein sovorðnan hátt, at lokalir tilburðir ávirkast av hendingum, sum ganga fyri seg nógvar kilometrar burtur og umvent. Henda gongd er dialektisk í og við, at lokalir tilburðir kunnu førka seg í ein øvugtan rætning av sjálvt teimum víðfevndu sambondum, ið skaptu lokalu tilburðirnar.

Altjóðagerðin hevur vinnuligan vøkstur og menning við sær, men risiko er eisini eitt fylgisneyt til vinnuliga framburðin í landinum. Týski professarin, Ulrich Beck, sáli, skrivaði í 1986 eitt ástøði um risikosamfelagið í sínari bók ”Risikogesellschaft. Auf dem Weg in eine andere Moderne”. Við sínum ástøði heldur Beck fast í, at nútíðar samfelagið hevur broytt seg eyðsýnt í mun til ídnaðarsamfelagið, har oyðileggingin av tí natúrliga og góðhjartaða umhvørvinum er hent í kjalarvørrinum av at ídnaðurin hevur breitt seg. Ta serkenda ídnaðarsamfelagið, sum framleiðir og deilir út ríkidømi, er sambært Beck broytt til eitt risikosamfelag, sum framleiðir og deilir út risiko.

Beck sigur víðari, at risiko er tengt at vitan og tískil eisini í stóran mun bundin av at blíva allýst sum risiko. Henda allýsing, hvørji viðurskifti í samfelagnum eru váðakend, verður sambært Beck fastløgd av viðkomandi áhugapørtum í samansettum allýsingar-orrustum. Áhugapartarnir kunnu vera eitt nú dálkandi virkir, almennir myndugleikar og borgarar. Framleiðslan av ríkidømi og risiko skilir seg eisini at á tann hátt, at ímeðan ríkidømi er evnaligt og sjónligt, er risiko oftani abstrakt og ósjónligt – og tískil eisini møguligt at fjala og nokta.

Felags fyri málini Vága Floghavn og Sea Shepherd í samfelagshøpi er, at bæði mál eru eitt úrslit av altjóðagerðini, ið Giddens allýsir omanfyri og tí risikosamfelagið, sum Beck hevur gjørt sítt ástøði um. Yvirskipað er talan um trygdarmál, sum er danskt málsøki, men har føroyskir myndugleikar hava partvísa ábyrgd, eitt nú í sambandi við rakstrinum av flogvøllinum og sivilu tilbúgvingini, sum eru tvey týdningarmikil økir, tá talan er um at handfara trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál í Føroyum.

2. Greiðsluevnisøki (problemøki) – Vága Floghavn og Sea Shepherd málini eru ikki politiskt sett í talu sum trygdarmál

Tað eru tó nøkur grundleggjandi viðurskifti í málunum báðum, sum ger, at handfaringin er bæði ymisk og eins fyri bæði málini. Felagsnevnarin fyri ymiskleika og líkheit í sambandi við handfaringina av báðum málum er, at trygdarmál, herímillum hernaðar- og politimál, eru danskt málsøk og tí ikki sett í talu á politiskum stigi í Føroyum. Brunaviðurskiftini í Vága Floghavn og átøkini hjá Sea Shepherd felagsskapinum í Føroyum eru yvirskipað sæð umfata av trygdarmálum, ið danir varða av vegna Føroyar.

Trygdar- og verjumál hava tætt tilknýti til landøki- og yvirvald Danmarkar viðvíkjandi Føroyum. Yvirskipaða vald Danmarkar yvir Føroyum verður kjølfest í trygdar- og verjupolitikkinum sambært grundlóg, heimastýrislóg og yvirtøkulógunum. Tí hava føroyskir myndugleikar søguliga sæð ikki havt nakað serligt við trygdar- og verjumál at gera. Hetta hóast tað, at NATO í samstarvi við Danmark hevði virknan leiklut í Føroyum undir Kalda Krígnum, og at Føroyar seinastu 13 árini hava tikið yvir málsræði á málsøkjum, ið søguliga og organisatoriskt liggja tætt uppat trygdar- og verjumálum, eitt nú leiting og bjarging á sjónum, umhvørvistilbúgving og samskipan av sivilari tilbúgving.

Sæð í mun til nevndu altjóðagerð og broytingar í trygdarpolitisku støðuni og –dagsskránni í Evropa, har hóttanir mótvegis londum eru tvørtjóða (transnationalir) – eitt nú yvirgangur, skipað brotsverk við rúsevnum og vápnum, sjúkdómar (pandemiir) og mótmæli frá umhvørvisfelagsskapum - skiftir hugtakið trygdarpolitikkur í fleiri førum týdning og kemur í fyrsta lagi at snúgva seg um trygdina nationalt og innanhýsis í landinum, eisini nevnt tær ”bleytu” hóttanirnar, men í breiðum týdningi sæð í mun til bæði ríki, borgaran og fíggjarligt virkisfýsni. Í hesum samanhangi kemur trygdarpolitikkurin í dag í minni mun at snúgva seg um hernaðarligar hóttanir, ið koma uttanifrá, og sum í smalari merking viðvíkja trygdini hjá ríkinum, eisini nevndar tær ”hørðu” hóttanirnar.

Samanhildið við, at nútíðar hóttanir og vandar eru smidligir og sum nevnt tvørtjóða – virka tvørtur um landa- og myndugleikamørk – har tað oftani er brúk fyri fleirsíðaðum loysnum, og sum hevur eitt eyðkenni við samansettum hernaðarligum og sivilum samstarvi, er tað mítt ástøði, at tær hóttanir og hendingar, sum føroyska samfelagið skal fyrihalda seg til, eru færri í tali men grundleggjandi ikki øðrvísi í innihaldið enn tær, ið danska- og onnur evropeisk samfeløg skulu kunna handfara.

3. Case Sea Shepherd

Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovan hava sett tvey skilagóð tiltøk í verk í sambandi við skipan av- og kunning um grindadráp. Hetta er gjørt við ávíkavist skipan av grindaskeiðum kring landið og dagføring av heimasíðuni whaling.fo um grind.

Ítøkiliga orsøkin til, at Landsstýrið nú setir hesi bæði tiltøk í verk, er hóttanin frá Sea Shepherd felagsskapinum, sum í fjør vendi sær ímóti kjarnuvirðum í føroyska samfelagnum, nevnliga samleikanum, mentanini, umdøminum og tryggleikanum. Sea Shepherd brúkti millum annað fjølmiðla- og kunningartøkni til at varpa ljós á, at tað er skeivt at drepa grind. Við at vera fjølmikið til staðar runt Føroyar, íklødd frámerkið við deyðarað, gav Sea Shepherd tekin um eitt neiligt endamál við sínum átakið.

Sum eg havi nevnt í greining fyrr, so er handfaring av grindadrápi í Føroyum blivin eitt dømi um eina hending og hóttan mótvegis tí føroyska samfelagnum, sum er fløkt og torfør at handfara. Tær nýggju hóttanirnar sum til dømis við Sea Shepherd eru eisini smidligar og virka altjóða tvørtur um landamørk - tískil eru tær torførar hjá myndugleikum at stýra. Ein stýring, sum má taka støði í einari samskipan og samstarvi tvørtur um myndugleika- og landamørk, millum tey lond og í mun til ítøkiligu hóttanina, ið talan er um.

Tann nýggja trygdardagsskráin í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur fevnir eisini um tílíkar hóttanir, ið hava sum sítt eyðkenni, at royna at ræða sivila borgaran við at útinna atgerðir mótvegis týdningarmiklum funktiónum og virðum í samfelagnum, herímillum umdømi, ið er eitt torført virði hjá einum landið at verja.

Sea Sheperd átakið var sostatt ein avbjóðing hjá føroyskum og donskum myndugleikum at handfara - ein handfaring, sum má taka atlit til eitt víðka trygdarhugtak og eina samanrenning millum ein nútíðar- og ein meira síðbundnan trygdarpolitikk.

3.1 Sea Shepherd átakið er ítøkiliggjørt við einari hending – tí eru operativ tiltøk sett í verk á lokalum politiskum stigi, men ikki sett í talu sum trygdarmál

Sea Shepherd málið er ein hending, ið hevur gjørt seg galdandi í Føroyum í fjør. Tað vil siga at vandin fyri, at víðgongdir djóraverndarfelagsskapir hótta umdømi Føroya og tryggleika føroyinga er ítøkilig-gjørdur, og stendur fyri framman sum ein vandi aftur í ár. Tí kunnu føroyskir myndugleikar fyrihalda seg til hóttanina frá Sea Shepherd, og seta í verk operativ tiltøk í sambandi við grindaskeið og kunning um grind. Men tey átøk og tær fyrireikingar, ið  danskir myndugleikar gera í sambandi við Sea Shepherd átakið, fær borgarin í Føroyum lítið og einki at vita um.

Hendan ikki ítalusetan av fyrireikingum til Sea Shepherd átakið, kemst allarhelst av tí orsøk, at danskir myndugleikar ikki ynskja at seta trygdarmál í talu í føroyska samfelagnum sæð í ljósinum av omanfyri nevnda um, at trygdar- og verjumál hava tætt tilknýti til landøki- og yvirvald Danmarkar viðvíkjandi Føroyum. Harumframt er yvirskipaða vald Danmarkar yvir Føroyum er kjølfest í trygdar- og verjupolitikkinum. Tað vil siga, at viðkomandi og átrokandi evnir sum eitt nú við Sea Shepherd, verða ikki sett í talu sum trygdarmál, tí tað vil viðføra, at tað mugu gerast broytingar í heimastýrislógini og yvirtøkulógunum viðvíkjandi trygdarmálum umframt øðrum viðkomandi lógum eitt nú útlendingalógini og rættargangslógini.

Tískil er neyðugt at seta nevndu operativu tiltøk frá føroyskum myndugleikum í samanhang við tey tiltøk, sum yvirskipaðir danskir myndugleikar seta í verk á stjórnarráðs- og politiskum stigi í mun til politi- og hernaðarmál í sambandi við Sea Shepherd. Hesin samanhangur hevur við sær, at føroyskir og danskir myndugleikar mugu hava eina sameinandi tilgongd og útinna strategiska leiðslu í mun til Sea Shepherd átakið hvør sær og saman umframt á øllum trimum fyrisitingarligum stigum, tað vil siga á politiskum-, stjórnarráðs- og operativum stigi.

4. Case Vága Floghavn

Vága Floghavn hevur tikið altjóðagerðina til sin og hevur bygt út flogvøll og farstøð seinnu árini. Á henda hátt kann floghavnin og Atlantic Airways luttaka á altjóða flogferðslupallinum, sum gevur møguleikar við nýggjum inntøkum og menning av fyritøkunum til at kunna handfara altjóða marknað og krøv. Hesir møguleikar hava eisini umstøður viðvíkjandi risiko við sær, vísandi til ástøði hjá Beck um risikosamfelagið, sum er nevnt í innleiðingini í hesari greining.

16. februar í ár - tveir dagar aftaná yvirgangsálopið í Keypmannahavn - kunngjørdi Brunaeftirlitið, sum bygnaðarliga er skipað sum ein deild undir Vørn, í fjølmiðlunum, at fólkatrygdin í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum er í vanda. Sambært Vørn/Brunaeftirlitinum, setir brunamálsviðgerðin av góðkenningartilfarinum so nógvar spurningar viðvíkjandi brunatrygdini í nýggju farstøðini á flogvøllinum, at Brunaeftirlitið sær seg noytt til at heita á Sørvágs kommunu um at taka nýtsluloyvið til farstøðina aftur. Sambært fjølmiðlunum, hevur fundur verið millum partarnar, uttan at komið er fram til eina loysn í málinum.

Fráboðanin hjá Brunaeftirlitinum svarar til, at tilbúgvingarmyndugleikar í okkara grannalondum meta, at fólkatrygdin á flogvøllum í eitt nú Kastrup, Gardermoen og Heathrow er í vanda. Um ein tílík fráboðan kom til hesar nevndu flogvallir, hevði virksemi allarhelst verið steðga beinanvegin, inntil viðurskiftini komu í rættlag.

Tískil hevur fráboðanin hjá Brunaeftirlitinum eina tyngd og álvara í sær, sum viðførir, at málið má raðfestast høgt og loysast skjótast til ber í einum samstarvi millum viðkomandi myndugleikar og áhugapartar. Hetta eru danska Trafikstyrelsen, umboðandi loftferðslumyndugleikan, sum góðkennir samlaða virksemi á flogvølli og farstøð í Vágum, Vørn umboðandi brunasýns- og tilbúgvingarmyndugleikan, Sørvágs kommuna umboðandi byggi- og brunamyndugleikan umframt viðkomandi umboð fyri byggivinnuna. Enn er einki frætt alment um, hvørt nevndu myndugleikar eru samdir um, at fólkatrygdin í Vága Floghavn er í lagi aftur.

Fólkatrygdin í farstøðini er av viðkomandi almenna myndugleika sett í talu til at vera í vanda. Farstøðin er í brúki hvønn dag og er ein fortreyt fyri, at virksemi á flogvøllinum kann útinnast, og harvið eisini ein fortreyt fyri, at týdningarmikla infrakervi loftvegis millum Føroyar og útheimin – eisini í einari sjúkraflutnings- og tilbúgvingarstøðu – virkar á ein fullgóðan hátt. Fráboðanin hjá Vørn fyri einum góðum mánaði síðani hongur framvegis í luftini sum óloyst. Í hesari greining grundgevi eg fyri, at høvuðsorsøkin til, at málið viðvíkjandi fólkatrygdini í farstøðini á flogvøllinum í Vágum enn ikki er loyst, er, at málið ikki verður tryggleikagjørt á politiskum stigi.

4.1 Brunaviðurskiftini í Vága Floghavn er ikki ítøkiliggjørt við einari hending – tí eru tiltøk ikki sett í verk og málið er óloyst – harafturímóti er fólkatrygdin av operativum myndugleika sett í talu at vera í vanda

Brunaviðurskiftini – tað vil siga, at ein hending og skaði við eldi í farstøðini á flogvøllinum í Vágum, hevur ikki enn gjørt seg galdandi í verki. Vantandi brunaviðurskifti í Vága Floghavn er sostatt ikki enn ítøkiliggjørt í einari hending. Sambært ástøðinum hjá Beck um risikosamfelagið, so merkir hetta, at vandin fyri einum eldi á farstøðini er hugsaður sum abstraktur. Tí hava avvarðandi persónar hjá myndugleikum og hjá flogvøllinum í Føroyum lættari við alment, at varpa ljós á vantandi brunaviðurskifti, sum er til vanda fyri fólkatrygdina, og samtíðis nokta fyri, at brunaviðurskiftini í farstøðini ikki eru í lagi. Við øðrum orðum, ein vandi, og ein ikki vandi, fyri fólkatrygdinia á flogvøllinum verður settur í talu á operativum stigi, men ikki tikin til støðutakan á politiskum stigi.

Vandin í sambandi við vantandi brunaviðurskifti í farstøðini verður ikki settur í talu á politiskum stigi sum eitt trygdarmál, og tí stendur málið tann dag í dag sum óloyst. Hetta hóast tað, at virksemi á flogvøllinum er økt alsamt seinastu tíðina. Tað, at seta í talu ein vanda fyri fólkatrygdina á operativum stigi, sum ikki verður loystur politiskt, kann vera taktikkur, tað vil siga óbeinleiðis boð frá stjórnarráðs- og politiskum stigi fyri at flyta fokus frá øðrum átrokandi málum, ella málum og viðurskiftum, ið hava tilknýti til upprunamálið (brunaviðurskiftini í farstøðini).

Men at brúka taktikk, og ikki fáa átrokandi trygdarmál loyst politiskt á økjum, har nógv fólk ferðast hvønn dag í árinum, og har virksemi í stóran mun er tengt at trygdarviðurskiftum og skipað sambært altjóða reglum, er ein óheppin og ikki gongd leið.

Tískil er avbjóðingin líkasum við Sea Shepherd átakinum, at hava eina sameinandi tilgongd hvat strategiskari leiðslu viðvíkur í sambandi við handfaringina av brunaviðurskiftunum i farstøðini. Tað vil siga, at brunaviðurskiftini í farstøðini mugu politiskt flokkast sum eitt trygdarmál fyri at fáa raðfesting. Samtíðis má evsti ábyrgdarhavarin fyri virkseminum á flogvøllinum, Trafikstyrelsen, dragast inn í málið sum ein virkin luttakari.

5. Víðka trygdarhugtak og trygdarpolitikkur í samanhangi við at tryggleikagera

Hernaðarvaldið, sum vegna Danmark útinnir trygdarpolitikkin í ríkisfelagsskapinum, virkar sambært einum víðkaðum trygdarhugtakið. Hetta er ásett í verjulógini og sum ein fyritreyt í teimum trimum tilbúgvingarlógunum, sum eru settar í gildi fyrst í Danmark síðani í Grønlandi og til síðst í Føroyum í 2012. Tað er samtíðis sambært tí víðkaða trygdarhugtakinum, at Kongsríki Danmarkar metir um tær hóttanir og teir vandar, ið kunnu raka londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyskir myndugleikar halda seg í stóran mun til tær metingar, ið viðkomandi danskir myndugleikar gera í sambandi við møguligar hóttanir mótvegis føroyska samfelagnum.

Trygdarhugtakið er grundstøði í trygdarpolitikkinum hjá einhvørjum landið, herímillum hugtøkini national- og altjóða trygd. Trygdarhugtakið er lutfalsliga nýtt, tí tað var ikki fyrrenn aftaná 1. veraldarbardaga, at trygdarhugtakið veruliga bleiv viðurkent, tá altjóða samfelagið vildi sleppa undan nýggjum ógvusligum kríggjum. Trygdarhugtakið bleiv enn meira eyðsýnt staðsett aftaná 2. veraldarbardaga, tá ST stovnsetti eitt sterkt trygdarráð, sum kann virka vegna øll limalond í spurningum, sum hava við frið og trygd í altjóða høpi at gera.

Ástøðið um at tryggleikagera (hugtakið “tryggleikagerð” er ment til føroyskt mál í samstarvi við Føroyamálsdeildina á Setrinum) – á enskum máli ”securitizise” og á donskum ”sikkerhedsliggørelse” – eitt ávíst mál í samfelagnum, er danski stjórnmálafrøðingurin Ole Wæver komin fram við í sambandi við sína ph.d. verkætlan ”Concepts of Security í 1997. Ástøðið hjá Wæver, sum hann seinnu árini hevur ment víðari saman við starvsfeløgunum Barry Buzan og Jaap de Wilde, er grundað á, at ein størri partur av tí politiska virkseminum í dag verður viðgjørdur sum um tey vóru trygdarmál. Tann siðbundna fatanin av trygdarhugtakinum eru hernaðar- og politimál, men Wæver staðfestir, at tað seinnu árini – serliga aftaná at Kalda Kríggið endaði – hevur verið tørvur á at alsamt fleiri økir í samfelagnum verða tryggleikagjørd. Wæver flokkar trygdarmál í fimm økir: umhvørvis-. fíggjar- politikk, hernaðar- og samfelagslig øki.

Bæði Vága Floghavn og Sea Shepherd eru sum nevnt trygdarmál sambært einari nútíðar fatan av víðkaða trygdarhugtakinum. Men bæði mál eru ikki enn sett í talu sum trygdarmál á politiskum stigi, sum kann rættvísgerða tiltøk frá sentrala politiska myndugleikanum. Ítalusetan av einum ávísum evni í samfelagnum sum eitt trygdarmál, er sum nevnt ein tryggleikagerð av málinum, sum viðførir, at málið verður ein hóttan, og fær eina høga raðfesting av politiska myndugleikanum, óansæð um hóttanin er verulig ella óverulig.

6. Neyðugt er við strategiskari leiðsla av trygdarmálum, sum tekur støði í politikki og vitan

Men hví er tað so trupult á stjórnarráðs- og politiskum stigi í bæði Føroyum og Danmark, at seta í talu trygdarmál í Føroyum, herímillum Sea Shepherd átakið og málið viðvíkjandi fólkatrygdini í Vága Floghavn?

Tað eru nøkur viðurskifti serliga av politiskum slag, sum eru ein forðing fyri, at millum onnur nevndu mál verða flokkaði sum trygdarmál í Føroyum. Við at arbeiða strategiskt við leiðslu av trygdarmálum, har átrokandi og týdningarmikil evni í samfelagnum verða sett í talu – tryggleikagjørd – politiskt í Føroyum, fáa eitt nú Sea Shepherd málið og brunaviðurskiftini í farstøðini eina raðfesting, sum ger, at málini verða loyst á ein fullgóðan hátt. Hetta hóast Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum hevur ábyrgd av trygdarpolitikkinum í ríkinum.

Eg allýsi í hesum sambandi ríkisfelagsskapin sum eina organisatión, har tað skal fremjast strategisk leiðsla á øllum trimum stigum – operativt-, stjórnarráðs- og politiskt stig – í mun til trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál.

6.1 Strategisk leiðsla av trygdarmálum eftir umstøðunum og einari heildarhugsan

Tá ábyrgdarviðurskiftini sum áður nevnt eru deild millum føroyskar og danskar myndugleikar, er tað neyðugt við einari strategi-menning av trygdarmálum í tí stóra- heldur enn í tí lítla felagsskapinum. Kurt Klaudi Klausen, ið er professari, og sum hevur skriva nógv um almenna leiðslu, heldur, at strategisk leiðsla er ein leypandi mannagongd, sum eigur at vera útint í einum bólkið av viðkomandi áhugapørtum. Hægstu leiðarar í organisatiónini hava ikki einkarrætt til at fremja strategiska leiðslu, men sambært Klaudi Klausen hava teir evstu leiðararnir harafturímóti ábyrgd av, at útinna strategiska leiðslu saman við øðrum starvsfólkum. Hesi onnur eru starvsfólk á fleiri ymiskum stigum í organisatiónini. Klaudi Klausen heldur eisini, at ímyndin av hvat strategi snýr seg um er broytt við tíðini fram ímóti, at fokus í dag er á strategiskari leiðslu, sum er sett í verk eftir umstøðunum og einari heildarhugsan í mun til eina víðkaða fatan av umheiminum.

Júst hugsanin hjá Klaudi Klausen um, at fokus skal vera á strategiskari leiðslu á ymiskum stigum, og sum skal taka atlit til konkretu umstøðurnar og eina heildarhugsan í mun til umheimin, samsvarar væl við hugsanargrundarlagi í hesari greining, nevnliga, at vandar og hóttanir, ið hava sín uppruna í altjóðagerðini, rákum í hesum sambandi og kreppu-samanhangum, raka eins væl Føroyar sum Danmark og onnur evropeisk lond.

6.2 Strategisk leiðsla av trygdarmálum á vígvøllum

Fyri at grundgeva fyri, hvussu røtt strategisk leiðsla kann útinnast í mun til umheimin, arbeiðir Klaudi Klausen við ímyndum um vígvallir, sokallaðar ”arenair”.

Ein av týdningarmiklu vígvallunum, sum er viðkomandi at viðgera í sambandi við handfaring av trygdarmálum í Føroyum, er tann politiski- eisini nevndur avgerðar-vígvøllurin. Á hesum vígvøllinum er tað ein áhaldandi ”bardagi” ella stríð um vald og ávirkan, har tað í Føroyum eru serliga danskir myndugleikar, sum ynskja ávirkan í trygdarmálini, men ikki týðiligt við ítalusetan á politiskum stigi. Á politiska vígvøllinum er tað ein fyrimunur at hava kjølfest valdsstøð og politiskt tev. Sæð í ljósinum av, hvussu tætt trygdar- og verjumál eru tengt at danska ríkinum í lóggávunum, sum nevnt er omanfyri, so vil strategi-tilgongdin á politiska vígvøllinum vera bundin at politiskum samráðingum og tingingum, um broytingar ella tillagingar skulu gerast í ábyrgdarbýtinum innan trygdar- og verjupolitikkin.

Ein annar vígvøllur, ið er viðkomandi at lýsa í hesum samanhangi, er vígvøllurin um tilvitanargerð. Hesin vígvøllur snýr seg um framleiðan av vitan, meiningum og ítalusetan (diskurs). Á hesum vígvøllinum er tað eitt stríð um tað, vit vita um ávís evni í samfelagnum. Tað kann tískil í sambandi við tilvitanargerð av einum evni vera stríð um orð, hvussu evni skal allýsast, nú tá vit í hesari greining viðgera politiska ítalusetan av trygdarmálum í Føroyum. Avbjóðingin á hesum vígvøllinum er, at fáa stuðul til og eina felags fatan av vitanini um eitt evni, sum í hesum førinum kundi verið vitanin hjá føroyskum og donskum myndugleikum um hvat eitt trygdarmál inniheldur. Við at fáa eina felags fatan av, at tað í ávísum førum er neyðugt á politiskum stigi, at seta í talu eitt ávíst átrokandi evni í samfelagnum sum eitt trygdarmál, vil tað styrkja føroyska og danska samstarvi á økinum. Strategiin á vígvøllinum fyri tilvitanargerð sær málið - talugerðina - sum týdningarmikið amboð sæð í tí ljósið, at leiðslan kann samskifta, greiða frá og broyta tilgongdina í sambandi við trygdarmál. Í tí sambandi kann leiðslan umvegis málið fáa ávirkan og vald umframt seta á stovn og staðfesta teirra legitimitet og samleika. Henda strategi-tilgongd hevur í stóran mun legitimitet og nakað minni av rationaliteti og innovatión.

7. Samanumtøka

Greiningin vísir, at hóast málini við Sea Shepherd og Vága Floghavn ikki vera politisera sum trygdarmál, so vera ávís operativ tiltøk sett í verk, sum hava samband við eitt trygdarmál. Harumframt eru operativu tiltøkini tengd at, hvørt ein hending er farin fram ella ikki. Í Sea Shepherd málinum fór ein hending fram í fjør, tí hevur landsstýrið sett tvey ítøkilig tiltøk í verk viðvíkjandi handfaring av- og kunning um grind. Í sambandi við brunaviðurskiftini í farstøðini á flogvøllinum, er ein hending tíbetur ikki enn ítøkiliggørd. Men tað gevur harafturímóti avvarðandi myndugleikum høvi til ikki at seta tiltøk í verk, sum almenningurin veit um, tí vandin fyri brunatrygdini er abstraktur, og tí kann vandin noktast ella fjalast sambært ástøðinum hjá Ulrich Beck.

Tað er sera viðkomandi í hvørjum samanhangi og í hvørjum umstøðum, trygdarmálini vera sett í talu. Politiski og -vígvøllurin um tilvitanargerð hava stóran týdning, tá strategisk leiðsla skal útinnast í mun til evnir og økir í samfelagnum, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Hesin týdningur av strategiskari leiðslu í mun til politikk í samanhangi við løgfrøði og tilvitanargerð um evni, sum skal tryggleikagerast, er serliga eyðsýndur í einari organisatoriskari skipan sum við ríkisfelagsskapinum, tá evni er umfata av víðkaða trygdarhugtakinum og harvið trygdarpolitikkinum hjá danska ríkinum. Hetta tí, sum nevnt er omanfyri, at trygdarpolitikkurin er kjølfestur í yvirvald og landøki Danmarkar, sum fatar um Føroyar, og harvið so tætt at ríkis-hugtakinum (kongsvaldinum) sum til ber at koma.

Tá tillagingar og/ella broytingar skulu gerðast innan trygdarpolitiska øki so tætt at kongsvaldinum í ríkinum, tí nútíðar hóttanir og vandar, ið eru tvørtjóða, og sum hava sín uppruna í altjóðagerðini og trygdarpolitisku støðuni í Evropa, raka føroyska samfelagið, so krevst skilvís politisk telving umframt breið tilvitanargerð um bakgrundina og endamáli við tillagingini. Strategisk leiðsla í sambandi við tillaging av trygdarpolitikkinum, og útinnanini av hesum, tað verið seg innan danskari- ella føroyskari lóggávu, organisatión og mannagongdum, má taka støði í tí stóra felagsskapinum, umboðandi viðkomandi áhugapartar í fyrst og fremst Føroyum og í Danmark umframt á operativum-, stjórnarráðs- og politiskum stigi.

Altjóðagerðin og trygdarpolitiska støðan við møguleikum og ikki minst avbjóðingum, tekur ikki atlit til, hvussu lond hava skipað seg ríkisrættarliga og søguliga samanhangin í hesum sambandi. Hesar fortreytir eru eisini galdandi í ríkisfelagsskapinum millum Føroyar og Danmark. Nógv er broytt á trygdarpolitiska økinum síðani heimastýrislógin bleiv sett í gildi í 1948. Henda broyting má eisini síggjast aftur í, at ávís mál í føroyska samfelagnum í dag verða tryggleikagjørd sambært tí víðkaða trygdarhugtakinum og soleiðis fáa politiska raðfesting. Á tann hátt verða átrokandi trygdarmál, eitt nú Sea Shepherd og Vága Floghavn, loyst á operativum- og fakligum stigi á ein fullgóðan hátt og til frama fyri borgaran í Føroyum.