Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmálsdagin tann 25. mars

Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

Tryggleikagerð - eitt nýtt orð í føroyska málinum við serligum atliti til trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál

 

1. Innleiðing

 

Navnorðið tryggleikagerð er eitt nýtt orð, sum er komið inn í føroyska málið, og sum einstaklingafyritøkan Tiljar hevur ment í samstarvi við Føroyamálsdeildina á Setrinum.  

 

Í sambandi við føroyska móðurmálsdagin herfyri - tann 25. mars - kunngerð Tiljar tryggleikagerð sum eitt nýtt føroyskt orð, ið kann brúkast serliga í sambandi við umrøðu av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum.

 

Vónandi kann orðið tryggleikagerð verða eitt klípi, sum á sínum øki kann menna føroyska málið enn meira.

 

2. Upprunin til orðið tryggleikagerð

 

Tryggleikagerð er eitt stjórnmálafrøðiligt hugtak, sum á enskum máli eitur securitization og á donskum máli sikkerhedsliggørelse. Tað er danski professarin í altjóða politikki Ole Wæver, sum kom fram við hugtakinum í 1990-unum í sínum arbeiðið á miðdeplinum fyri friðar- og ósemjugransking - miðdepilin, ið eisini er kendur undir navninum "Keypmannahavnarskúlin". Wæver hevur síðani ment hugtakið meira í samstarvi við starvsfelagarnar Barry Buzan og Jaap de Wilde.

 

Ástøðið hjá teimum er, at ein alsamt størri partur av tí politiska virkseminum í´dag verður viðgjørdur sum um tey vóru trygdarmál. Tann siðbundna fatanin av trygdarhugtakinum eru hernaðar- og politimál, har trygd grundleggjandi snýr seg um at yvirliva sum land. Men Wæver staðfestir, at tað seinnu árini - serliga aftaná at Kalda Kríggið endaði - hevur verið tørvur á, at alsamt fleiri økir í samfelagnum vera tryggleikagjørd. Wæver, Buzan og de Wilde flokka trygdarmál í fimm økir: umhvørvis,- fíggjar- politikk, hernaðar- og samfelagsliga øki.

 

3. Tryggleikagerð er ein politisk mannagongd

 

At tryggleikagera er ein politisk mannagongd, har eitt ávíst evni í samfelagnum verður hevja yvir tann vanliga politikkin, og verður gjørt til ein altýðandi trygdartrupulleika í landinum. Í útgangsstøðinum kann eitthvørt evni í samfelagnum vera tryggleikagjørt. Tryggleikagerð er sambært Wæver ein sosial konstruktión har sterkir bólkar, eitt nú politiska- og embætismannaveldi umframt lobbyistar, kunnu seta í talu eitt evni í samfelagnum til at vera ein altýðandi trygdartrupulleika, sum kann rættvísgera tiltøk frá sentrala politiska myndugleikanum. Henda tryggleikagerð hevur við sær, at málið - trygdartrupulleikin - verður ein hóttan, og fær eina høga raðfesting frá politiska myndugleikanum óansæð um hóttanin er verulig ella óverulig. 

 

Ástøðið hevur tríggjar sentralar staklutir. Hesir eru ávíkavist leikarin (actor), sum kann tryggleikagera lutin, ið málið snýr seg um (referent object) og áhoyrarin (the audience), ið skal sannførast, og sum skal góðkenna trygdartrupulleikan.  

 

Hoyvík, 28. mars 2015

 

Tiljar v/Henrik Weihe Joensen

Ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum