Greinar

Á hesari síðuni kunnu lesast tær greinar, ið Henrik Weihe Joensen hevur skriva um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál við atliti til viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera.

Tíðindaskriv

24 juli 2015


Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flóttafólkum í Libya

Tiljar fegnast um, at landsstýrismaðurin í heilsu- og neyðhjálparmálum, Karsten Hansen, hevur latið 1. mió. kr. til neyðhjálpararbeiði í Libya. Peningurin er latin Dansk Flygtningehjælp, sum skipar so fyri, at peningurin frá landsstýrinum fíggjar eina størri verkætlan kring høvuðsstaðin Tripoli sambært tíðindaskrivið frá Heilsumálaráðnum síðsta mikudag, sum sæst á leinkinum her http://www.hmr.fo/kunning/tidindi/studul-ur-foroyum-hjalpir-neydstoddum-flottafolkum-i-libya/

Samstarvi millum landsstýrismannin og Dansk Flygtningehjælp, um at veita stuðul til neyðhjálpararbeiði í Libya, hevur fyritøkan Tiljar fingið til vega. Henrik Weihe Joensen frá Tiljar vísir á týdningin við almennum-privatum samstarvi í sambandi við handfaring av avbjóðingum á humanitera økinum, og her vísir landsstýrismaðurin vegin við neyðhjálpini til Libya.

Tann 27. apríl í ár skipaði Tiljar fyri fyrilestrarkvøldið um flóttafólk í Løkshøll, har framløgurnar vóru hildnar av umboðum fyri landsstýrið, Dansk Flygtningehjælp, Bakkafrost og Klaksvíkar kommunu. Í hesum sambandi bar Tiljar so í bandi, at aðalskrivarin í Dansk Flygtningehjælp, Andreas Kamm, kom á fund við landsstýrismannin í heilsu- og neyðhjálparmálum, at ráðgeva landsstýrismannin um, hvussu tann játtaði peningurin frá landsstýrinum kann gagnnýtast best í mun til aktuellu flóttafólkaneyðina úti í heimi. Á henda hátt bleiv verkætlanin í Libya til veruleika.

Neyðhjálpin frá landsstýrinum til Libya er veruliga ein munagóð hjálp og eitt gott tekin frá landsstýrinum um, at eitt lítið land sum Føroyar tekur flóttafólka-avbjóðingina til sín, at hjálpa her og nú. Neyðhjálpin er dømi um úrslitagott alment-privat samstarv, og Henrik Weihe Joensen frá Tiljar takkar landsstýrismanninum og Dansk Flygtningehjælp fyri gott samstarv í sambandi við at verkætlanin í Libya er ítøkiliggjørd.