Articles

On this page you can read the articles that Henrik Weihe Joensen has written on matters related to security, defense and public safety and with regard to matters that have to do with the Faroese society.

Flemming Rose, uttanlandaredaktørur á Jyllands Posten vitjar Føroyar – er hansara vitjan eitt trygdarpolitiskt evni, sum Føroyar skulu fyrihalda seg til?

Skriva hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

Flemming Rose, sum er uttanlandaredaktørur á tíðindablaðnum Jyllands Posten hevur fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Tórshavn komandi fríggjadag 6. september 2013. Fyrilesturin ber heiti “Tavsheden, ytringsfriheden og de forbandede tegninger.” Flemming Rose var mentanarredaktørur á Jyllands Posten, tá ið avísin tann 30. september 2005 almannakunngjørdi eina grein, ið bar heiti “Muhammeds ansigt.” Greinin innihelt 12 satiru- tekningar av Muhammed og ein útgreinandi tekst, sum var skrivaður av Flemming Rose. Almannakunngerðingin av Muhammed tekningunum í Jyllands Posten viðførdi stóra vreiði í stórum pørtum av muslimska heiminum, har fleiri lond eftirfylgjandi settu í verk handilstiltøk mótvegis donskum vørum. Í kjalarvørrinum av teimum nógv umrøddu tekningunum, bleiv Flemming Rose eitt yvirgangsmál – hóttir eftir lívinum, og hann hevur havt brúk fyri politiverju.

Flemming Rose má framhaldandi sigast at vera eitt møguligt yvirgangsmál – í fyrsta lagi er yvirgangshóttanin vend persónliga mótvegis Flemming Rose og danska samfelagnum. Men, hvat nú, um fyrilesturin hjá Rose í Føroyum hevur tann avleiðandi virknað, at viðgongdir persónar, sum hava hótt Rose, ella sum taka undir við hóttanunum, seta sjóneykuna á føroyska samfelagið. Føroyar hava ikki í dag ein trygdarpolitik og eina ætlan fyri, hvussu yvirgangsspurningurin skal handfarast. Hetta kann vera ein trupulleiki í dag og sum frá líður, tí yvirgangshóttanir- og gerðir í tí sambandi eru tvørtjóða, har tað er tørvur á eini tvørgangandi samskipan myndugleikar og lond ímillum.

Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkurin – felags ábyrgd fyri at samstarva um at Føroyar gerst partur av trygdarpolitikkinum, sum verður legitimeraður í almennu skipanini.

Sum eg vil greiða nærri frá, so meti eg, at fyrilesturin hjá Flemming Rose í Føroyum er eitt trygdarpolitiskt evni, sum Føroyar skulu fyrihalda seg til, hóast uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkurin, undir hesum viðurskifti viðvíkjandi politinum, eru donsk málsøki sambært heimastýrislógini. Yvirgangshóttanir- og gerðir, og vandar annars mótvegis samfeløgum í vesturheiminum í dag eru óvæntaðar, fara um landamørk og eru fløktar. Spurningurin um ábyrgdarviðurskiftini í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar má ikki forða fyri tí skyldu, sum danskir og føroyskir myndugleikar hava sínamillum, at samstarva um at evna til ein yvirskipaðan trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitik, sum samansjóðar Danmark og Føroyar á trygdarpolitiska økinum. Frameftir vil ein tílík samansjóðing styrkja donskum og føroyskum myndugleikum í útinnan av felags tilbúgvingarátøkum mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hendingum, undir hesum átøk mótvegis yvirgangshóttanum- og gerðum. Viðkomandi myndugleikar í Føroyum í mun til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin, undir hesum tilbúgvingarpolitikkin, eru í fyrsta lagi Løgmansskrivstovan/ Uttanríkistænastan og Fiskimálaráðið, sum eru kontaktmyndugleikar Føroya mótvegis viðkomandi donskum myndugleikum, sum í hesum førinum eru Uttanríkis-, Verju- og Løgmálaráðið.

Trygdarpolitikkurin skal í fyrsta lagi legitimera trygdar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini í Føroyum, tað vil siga í mun til trygd landsins og vælferð fólksins í breiðum høpi. Ein háttur at legitimera trygdar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini, er, at hava hetta øki sum eitt fast evni á hvørjum stjórnargrundarlagið (samgonguskjalið), óansæð hvørjir politiskir flokkar stjórna landinum. Har næst skal legitimiteturin hjálpa til við at staðfesta í hvørjum aðalráðið trygdar- og tilbúgvingarmál eru rættast staðsett. Aðalráðið á embætismannastigi, sum hevur fingið – og tikið til sín – trygdar- og tilbúgvingarlegitimitetin, skal síðani tryggja, at evni trygd og tilbúgving í Føroyum, sum virkar tvørtur um politisk floksmørk, er við á hvørjum samgonguskjalið óansæð politiska samanseting. Sum eg vil greiða nærri frá, so meti eg, at fyrilesturin hjá Flemming Rose í Føroyum er eitt trygdarpolitiskt evni, sum Føroyar skulu fyrihalda seg til, hóast uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkurin, undir hesum viðurskifti viðvíkjandi politinum, eru donsk málsøki sambært heimastýrislógini. Yvirgangshóttanir- og gerðir, og vandar annars mótvegis samfeløgum í vesturheiminum í dag eru óvæntaðar, fara um landamørk og eru fløktar. Spurningurin um ábyrgdarviðurskiftini í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar má ikki forða fyri tí skyldu, sum danskir og føroyskir myndugleikar hava sínamillum, at samstarva um at evna til ein yvirskipaðan trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitik, sum samansjóðar Danmark og Føroyar á trygdarpolitiska økinum. Frameftir vil ein tílík samansjóðing styrkja donskum og føroyskum myndugleikum í útinnan av felags tilbúgvingarátøkum mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hendingum, undir hesum átøk mótvegis yvirgangshóttanum- og gerðum. Viðkomandi myndugleikar í Føroyum í mun til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin, undir hesum tilbúgvingarpolitikkin, eru í fyrsta lagi Løgmansskrivstovan/ Uttanríkistænastan og Fiskimálaráðið, sum eru kontaktmyndugleikar Føroya mótvegis viðkomandi donskum myndugleikum, sum í hesum førinum eru Uttanríkis-, Verju- og Løgmálaráðið. Trygdarpolitikkurin skal í fyrsta lagi legitimera trygdar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini í Føroyum, tað vil siga í mun til trygd landsins og vælferð fólksins í breiðum høpi. Ein háttur at legitimera trygdar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini, er, at hava hetta øki sum eitt fast evni á hvørjum stjórnargrundarlagið (samgonguskjalið), óansæð hvørjir politiskir flokkar stjórna landinum. Har næst skal legitimiteturin hjálpa til við at staðfesta í hvørjum aðalráðið trygdar- og tilbúgvingarmál eru rættast staðsett. Aðalráðið á embætismannastigi, sum hevur fingið – og tikið til sín – trygdar- og tilbúgvingarlegitimitetin, skal síðani tryggja, at evni trygd og tilbúgving í Føroyum, sum virkar tvørtur um politisk floksmørk, er við á hvørjum samgonguskjalið óansæð politiska samanseting.

Metingar um yvirgangshóttanina, sum fregnartænasturnar hjá politinum og hervaldinum hava gjørt.

Fregnartænastan hjá politinum (PET), undir hesum myndugleika Center for Terroranalyse (CTA), metir tann 8. januar 2013 yvirgangshóttanina mótvegis Danmark á henda hátt: “Det er vores vurdering, at der fortsat er en alvorlig terrortrussel mod Danmark. Danmark er stadig et prioriteret terrormål for militante islamister, og det samlede trusselsbillede er i dag mere fragmenteret, dynamisk og komplekst og dermed også mere uforudsigeligt end tidligere. ...” Á hvønn hátt málið um tekningarnar framhaldandi hava ein týdning fyri yvirgangshóttanina mótvegis Danmark, skrivar PET m.a. á henda hátt: ”Antallet af sager, hvor der er set konkret angrebsplanlægning og/ eller angrebsforsøg mod Danmark eller danske interesser i udlandet med baggrund i tegningesagen, er steget i perioden 2010-2012. Samlet set er antallet i de seneste år således højere end under den første periode af tegningesagen (2005-2008) og i perioden efter genoptrykningen (2008-2010). Denne udvikling understreger det fortsatte fokus på Danmark blandt militante islamister, og at der fortsat er en alvorlig terrortrussel mod Danmark. CTA vurderer, at denne tendens vil fortsætte de kommende år, ...

Fregnartænastan hjá hervaldinum (FE) skrivar í sínari váðameting fyri 2012 m.a. soljóðandi, at “Mens truslen fra selve al-Qaida er faldet, er det sandsynligt, at truslen fra de tilknyttede militante islamistiske grupper vil komme fra flere lande. Dette vil på kort sigt hovedsageligt have betydning for vestlige interesser i de områder, hvor disse bevægelser har hjemme. ...” FE skrivar eisini, at “Al-Qaidas robuste støttestrukturer modvirker i et vist omfang svækkelsen af den centrale ledelse. ... Militante islamister fra Skandinavien benytter disse støttestrukturer til at rejse til terrorgruppernes fristeder og konfliktområder for at få træning og kamperfaring. Det skaber en risiko for, at de senere bliver indsat mod deres hjemlande. ... Svækkelsen betyder også, at al-Qaida og de tilknyttede grupper satser mindre på komplekse angrebsformer. Desuden kommer truslen fra såkaldte soloterrorister, dvs. personer, som kun har perifer berøring med mere organiserede grupper og primært er blevet inspireret af disse. Et markant eksempel herpå er fransk-algerieren, der i marts 2012 skød og dræbte seks personer i i Toulouse i Frankrig. ...

Nýggj trygdardagsskrá í vesturheiminum – Danmark styrkir átøk hjá samfelagnum mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hendingum.

Terrorhóttanir- og gerðir í tí sambandi, sum tey seinastu 10 til 12 árini á ymiskan hátt og við jøvnum millumbilum eru framd ímóti sivilum málum í Evropa og í øðrum heimspørtum, hava saman við øktari alheimsgering og endanum á kalda krígnum ført við sær eina nýggja trygdardagsskrá fyri lond í vesturheiminum. Í altjóða høpi hevur Danmark verið ein fyrimynd í tilgongdini at styrkja og gera munagóð átøk mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hendingum, undir hesum átøk og tilbúgving mótvegis yvirgangi. Tann nýggja trygdardagsskráin hevur m.a. ført við sær, at hernaðarverjan er umskipa – skipanin við territorialverjuni er slept og í staðin fyri er hernaðarverjan sett breiðari saman, har eindir á aðrari síðuni vera brúktar í altjóða átøkum og á hinari síðuni er skipa ein innanríkis heildarverja, sum skal brúkast í sambandi við eitt nú yvirgangsálop og stórskaðatilburðir. Við at leggja áherðslu á innanhýsis trygdina hjá landinum, blivu fregnartænasturnar hjá politinum og hernaðarvaldinum styrktar umframt sivila tilbúgvingin. Harumframt er samskipanin av størri átøkum, har talan er um stórskaðatilburðir og/ella serligar hendingar, blivin styrkt í og við, at ein kreppueind – National Operativ Stab – er sett á stovn.

Stjórnargrundarlagið frá oktober mánaða 2011 – “Et Danmark, der står sammen” – fylgir nýggju trygdardagsskránni upp og tilgongdini, at styrkja um átøk og tilbúgving mótvegis yvirgangi við m.a. at kunngera, at stjórnin ynskir at lata úr hondum eina samlaða ætlan fyri átøk hjá Danmark mótvegis altjóða yvirgangi. Eisini ynskir stjórnin, at halda fast í einari sterkari og smidligari tilbúgving, har samstarvi millum politiið, hernaðarligu verjuna, sivilu tilbúgvingina og heimaverjuna skal tryggja, at alt tøkt tilfeingi í tilbúgvingini verður brúkt á skilabesta hátt til operativ átøk. Danska stjórnin ynskir eisini, at tað vera hildnar regluligar venjingar í kreppustýring, sum skal tryggja, at teir ymisku aktørarnir í tilbúgvingini eru førir fyri at handfara stórskaðatilburðir og/ella serligar hendingar.

Føroyar eru ikki við í tilgongdini viðvíkjandi nýggju trygdardagsskránni fyri lond í vesturheiminum.

Føroyskir myndugleikar hava ikki í neyðugan mun verið við í hesi tilgongd í sambandi við nýggju trygdardagsskránni í vesturheiminum, at styrkja um átøkini hjá samfelagnum mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hendingum. Hetta, hóast ein løgtingssamtykt frá 2004 og ein felags yvirlýsing frá løgmanni og danska uttanríkisráðharranum í 2005 – sokallaða “Fámjin-yvirlýsingin” – bóru upp á mál eitt greitt ynski um, at í fyrisitingini av uttanríkis- og trygdarmálum, sum hava týdning fyri Føroyar, er tað natúrligt, at Føroyar verður tikið við og hevur medávirkan. Eisini stendur tað skriva í Fámjin-yvirlýsingini, at “der er tale om en ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.” Í viðmerkingunum til uppskoti til fyrrnevndu løgtingssamtykt, skrivar løgmansskrivstovan viðvíkjandi tí at taka støðu og samábyrgd í mun til trygdarpolitikkin, at “Føroyar eru so ella so partur av størri heild í trygdarpolitiskum høpi. Føroyar kunnu sjálvsagt lata vera at taka støðu, við tí avleiðing, at lata upp í hendurnar á øðrum fult og heilt at taka avgerðir um støðu landsins og tí, ið hendir á føroyskum øki. Harumframt førir ein slík ikki-støðutakan til, at grannalond Føroya onga orsøk hava til at líta á Føroyar, tá um trygdarpolitikk ræður. Úrslitið av tí kann lættliga gerast, at føroyskir myndugleikar verða avbyrgdir í trygdarpolitiskum høpi. Onnur leið er at taka støðu og medábyrgd, og soleiðis tryggja Føroyum innlit og ávirkan.

Føroyska stjórnargrundarlagið frá november mánað 2011 snýr seg ikki um Føroyar í einum trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum høpi og í mun til nýggju altjóða trygdardagsskránna. Tað verður tó víst á í stjórnargrundarlagnum, at geopolitiska/strategiska støða Føroya í mun til NATO og Arktis skal greinast. Greiningin – “Føroyar, eitt land í Arktis” – bleiv avhenda løgmanni fyrr í ár – ein útgreining, sum er maki til, og tekur støði í, “Kongeriget Danmarks strategi for Arktis 2011-2020.”

Økt altjóða luttøka og samstarv hevur við sær, at trygdarpolitikkurin má sameinast við føroyska samfelagið.

Menniskja- og náttúruskaptar hendingar, undir hesum yvirgangshóttanir- og gerðir, hava ein uttanríkis- og trygdarpolitiskan týdning fyri Føroyar, sum eg vil royna at lýsa við teimum trimum niðanfyri nevndu dømunum.

Fyri tað fyrsta hevur heildarspurningurin viðvíkjandi yvirgangi eitt sermerki við at vera tvørtjóða, sum merkir, at yvirgangshóttanir- og gerðir flyta lætt yvir um landamørk og eru har til torførar hjá londum at stýra. Hetta hevur aftur við sær, at heildarspurningurin um yvirgang krevur eina samskipan, sum fer tvørturum myndugleika- og landamørk.

Fyri tað næsta hevur Danmark tey seinnu árini ført ein aktivistiskan uttanríkis- og trygdarpolitik, sum hevur havt eitt hernaðarligt umframt eitt virðiskent eyðkenni. Aftaná yvirgangsálopini í USA í 2001 hevur henda aktivisma hjá dønum verið borin fram sum eitt liberalt-demokratiskt mótspæl vestanifrá til tær einaveldis kreftir, sum ikki neyðturviliga koma eystanifrá, men sum vóru settar í samband við kúgandi einaræðisstýrir runt um í heiminum. Danmark hevur á henda hátt verið í tøttum samstarvi við USA í sambandi við hermálslig átøk altjóða. Hetta samstarv setir Danmark og í hesum sambandi Føroyar og ríkisfelagsskapin í samanhang við kríggið hjá USA ímóti teimum londum og felagsskapum, sum USA metir standa aftanfyri yvirgangshóttanum- og gerðum mótvegis USA og heimssamfelagnum annars. Í sínari frágreiðing til Fólkatingið í 2012 um trygdarpolitik, umtalar danski uttanríkisráðharrin luttøku Danmarkar og aktivistiska trygdarpolitikkin m.a. á henda hátt: “Dansk sikkerhedspolitik sigter på at tage medansvar for håndteringen af de globale sikkerhedsudfordringer. ... Danmark har løftet opgaven ved at levere substantielle og relevante militære og civile bidrag til internationale indsatser. Danmarks engagement har været præget af risikovillighed, hvor vilkårene ofte har været vanskelige. ...

Fyri tað triðja er føroyska samfelagið við í alheimsgerini, har føroyskt vinnulív er við altjóða og hevur samhandil við lond innan- og uttanfyri Evropa. Føroyar bjóða seg fram á ymiskum økjum, eitt nú sum oljuvinnutjóð, har Føroyar hava sett í verk grundregluna um “open door” í sambandi við at geva út loyvir til leiting á føroyska landgrunninum, har fleirtjóða fyritøkur fara at gera tvær kanningarboringar næsta ár. Á flutningsøkinum er ferðslan økt til og frá Føroyum í luftini og á sjónum. Í hesum sambandi verður arbeitt við at fáa fleiri útlendsk feløg til at brúka føroyska flogvøllin. Á sjóøkinum komu Føroyar og “Merkið” í 2012 á Hvíta Lista hjá Paris MoU, sum skuldi verið grundarlag fyri at alsamt fleiri útlendsk reiðaríir vera skrásett í Føroya altjóða skipaskráseting. Eisini hava føroysk reiðaríir útvega sær góðar sáttmálar við altjóða oljufeløg, sum viðførir, at skipini m.a. sigla út fyri Afrika. ES-handilstiltakið, sum er sett fram mótvegis Føroyum, er eitt dømi um alment/vinnuligt samstarv Føroya í altjóða høpi, sum er blivin til eina møguliga kreppustøðu. Henda støða kann við tíðini ávirka trygd landsins og vælferð fólksins neiliga, vísandi til nýggju trygdardagsskránna, sum er nevnd omanfyri, og víðkaða trygdarhugtakið, sum skal síggjast í ljósinum av, at trygdarpolitikkurin í dag eisini skal taka atlit til búskaparligar, sosialar og umhvørvisligar vandar og kreppustøður. Menningin í kunningar- og samskiftistøknini “ger heimin minni” – fyrilestrar, sum vera hildnir í Føroyum við evnum um til dømis islam í mun til demokrati og skrivi- og talufrælsi, kunnu fylgjast beinleiðis um allan heim um alnótina.

Tað er gott og positivt, at Føroyar eru við í alheimsgerini við teimum menningarmøguleikum, ið alheimsgerin hevur við sær. Men, henda menning viðførir eisini nakrar týðandi avbjóðingar á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska økinum, og undir hesum eisini á tilbúgvingarpolitiska økinum. Føroya landsstýri og Danska stjórnin vera noydd til at fyrihalda seg til hesar avbjóðingar í komandi tíðum. Avbjóðingar, sum sambært omanfyrinevnda kunnu takast samanum til at hava ein tættan samanhang við luttøku Danmarkar í hermálsligum átøkum í altjóða høpi, øktari luttøku hjá Føroyum í altjóða vinnulívið, hóttanir og vandar av menniskja- og nátturuskaptum ávum, sum eru tvørtjóða, fløktir og óvæntaðir umframt tann hóttanarmyndin sum framvegis er mótvegis Danmark sambært metingini hjá PET.

Tørvur er á einum felags danskt/føroyskum trygdarpolitikki, sum leggur áherðslu á sivil- hernaðarliga samhugsan í mun til heildarverjuna.

Í donsku avtaluni á verjuøkinum 2013-2017 stendur m.a. skriva, at “Dansk forsvar har grundlæggende til formål at hævde det danske riges suverænitet og sikre landets fortsatte eksistens, integritet og sikkerhed. Truslerne mod Danmark kan opstå overalt i verden og er uforudsigelige og komplekse. ...

Danska verjulógin er galdandi í Føroyum, og endamáli og uppgávurnar í lógini taka útgangsstøði í einum víðkaðum trygdarhugtaki – samsvarandi nýggju trygdardagsskránni, ið er nevnd omanfyri – har hugtaki um trygd ríksins – sivilverja og stjórnarverja (continuity of government) – er tikið burtur til frama fyri hugtaki um sivila trygd fyri almenningin (continuity of society). Verjulógin ásetir eisini, at danska verjan kann veita ymiska hjálp til føroyska samfelagið. Tann føroyska tilbúgvingarlógin bleiv sett í gildi í fjør summar, og endamáli við lógini er m.a. at tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið, millum annað við hjálp frá einum Tilbúgvingarráðið. Sambært kunngerð til føroysku rættargangslógina § 108 – tann sokallaða “generalfuldmagten” – er uppgávan hjá politinum m.a. at varðveita trygd, frið og skil í landinum. Verju-, tilbúgvingar- og rættargangslógin eru týdningarmikil amboð til at menna eitt trygt og sterkt føroyskt samfelag, har sivil-hernaðarligir førleikar og uppgávur vera sameindar og samhugsaðar í einari heildarverju, sum er eitt samstarv millum politiið, hernaðarligu verjuna, sivilu tilbúgvingina hjá land og kommunum og bjargingarfeløgini. Nevndu lógir og heildarverjan skulu í verki fremja trygdarpolitikkin í Føroyum.

Føroyar hava seinastu árini yvirtikið trý týðandi málsøki sum sermál, sum hava stóran trygdar- og tilbúgvingarligan týdning. Leiting og bjarging á sjónum í 2002, havumhvørvismál í 2003 og samskipan av tilrættisleggingini av sivilu tilbúgvingini í 2007. Yvirtøkurnar eru allarhelst gjørdar eftir bestu politisku sannføring og eftir besta førimuni. Men trupulleikin er, at hesi økir ongantíð eru sett inn í ein yvirskipaðan danskt/føroyskan trygdar- og verjupolitikk – økini eru tikin yvir hvør sær, uttan eina yvirskipaða trygdarpolitiska ætlan, soleiðis at tað í dag er torført seta økini inn í ein trygdar- og tilbúgvingarligan samanhang. Trygdar- og tilbúgvingarpolitikkurin vil í stóran mun veita vissu fyri, at tað er ein yvirskipaður samanhangur millum allar áhugapartar, sum hava við trygd og tilbúgving at gera, soleiðis at tað er eitt natúrligt samstarv millum áhugapartarnar tvørtur um myndugleika, fyritøku og landamørk. Har næst vil trygdar- og tilbúgvingarpolitikkurin í stóran mun tryggja, at tað er samsvar millum operativa virksemi hjá útinnandi eindum og teir karmar, sum avvarðandi myndugleikar seta upp við lógarverkið og mannagongdum. Hesin samanhangur er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyska samfelagið er ført fyri taka sær av teimum avbjóðingum, sum í framtíðini standast av menniskja- og náttúruskaptum hendingum og vandum.

Ein vantandi føroysk landsumfatandi oljutilbúgvingarætlan er eitt dømi um eitt øki, sum manglar at vera sett inn í ein yvirskipaðan trygdar- og tilbúgvingarpolitikk, og sum hevur havt við sær, at tað í dag ikki er undirtøka á politiskum og embætismannastigi fyri, at skipa oljutilbúgvingina í Føroyum. Landsoljutilbúgvingarætlanin eigur í Føroyum, sambært havumhvørvis-, kolvetnis- tilbúgvingar- og verjulógini, at gerast sum eitt samstarv millum land, kommunur, fyristøðufelagið og donsku verjuna. Sum nevnt omanfyri, verða gjørdar oljuboringar á føroyska landgrunninum næsta ár, og tískil eigur oljutilbúgvingarætlanin at raðfestast høgt í almennu skipanini. Tað eru 3 ár síðani Deepwater Horizon stórvanlukkuna, har 11 persónar doyðu og stórar mongdir av olju og gassi í fleiri vikur lóku út í Meksikoflógvan. Í ár eru tað 25 ár síðani Piper Alpha stórvanlukkuna á oljuboripalli í Norðsjónum, har 167 fólk lótu lív. Fyrrverandi stjórin í norska Petroleumstilsynet, Magne Ognedal, sigur m.a. soleiðis, tá hann verður spurdur, um eitt óhapp sum við Piper Alpha kann henda í dag: “Jeg tror svaret på det er ja, ...” Víðari sigur Ognedal, at “Piper Alpha var – og er fortsat – en kraftig påmindelse om at det er et stort ulykkespotensial i denne næringen og at det er en udfordring at styre risikoen, ... Vi har sett mange hendelser etter Piper Alpha som har hatt stort potensial og lett kunne utviklet seg til storulykker eller katastrofer. Også her på norsk sokkel. Risikoen i denne virksomheten er stor, men den kan styres. Dét krever full oppmerksomhet – 24 timer i døgnet, sju dager i uka, 365 dager i året. Det er aldrig anledning til å slappe av.

Kjarnorkutilbúgvingin er eitt annað dømi um eitt yvirtikið málsøki, sum krevur samstarv tvørtur um myndugleika- og landamørk, og sum manglar at vera sett inn í eitt trygdarpolitiskt høpi. Kjarnorkutilbúgvingin er í dag óvirkin í Føroyum, hóast tað finnast áleið 100 kjarnorkuverk í Evropa og har tey nærmastu Føroyum eru staðsett í Skotlandi. Ein partur av umsitingini av kjarnorkutilbúgvingini eru føroyskir myndugleikar og bjargingarfeløgini før fyri at útinna, ímeðan aðrir partar krevur serkunnleika, sum Føroyar í dag ikki hava tøka. Tískil liggur væl fyri í hesum førinum, at taka upp samstarv við danska tilbúgvingarstovnin, sum hevur serkunnleika í kjarnorkutilbúgving. Samstarvi kann taka støði í samstarvsavtalum á tilbúgvingarøkinum frá 2009 millum Fiskimálaráðið og Verjumálaráðið.

Leiting og bjarging á sjónum hevur eisini tørv á einum yvirskipaðum trygdarpolitikki, har setast kann út í kortið, hvussu framtíðar viðurskifti viðvíkjandi tyrlutilbúgving og bjargingarbátum skulu síggja út. Trygdarpolitisk støða skal takast til, um tyrlutilbúgvingin skal skipast øðrvísi, tá núverandi tyrlusáttmáli fer úr gildi í 2015. Viðkomandi spurningar mugu greinast politiskt í hesum sambandi – um tyrlutilbúgvingin t.d. skal skipast sum ein deild undir landinum, tí talan er um samfelagsligt sera týdningarmikið, men eisini váðakent og serligt virksemi, ella skal tyrlusáttmálin bjóðast út í fríðari kapping til onnur feløg at bjóða uppá. Vegna vaksandi virksemi og ferðslu á sjónum og í luftini, og einari møguligari komandi oljuvinnu, er so tørvur á meira framkomnum tyrlum, og er tí kanska neyðugt at fara inn í eitt tættari samstarv við Ísland og Stórabretland (Hetland) um tyrlutilbúgving. Eisini at gera eina ætlan fyri – og samhugsa – eitt tættari sivilt-hernaðarligt samstarv millum føroyskar myndugleikar og donsku verjuna um tyrlutilbúgving, herímillum regluligar venjingar við føroyskum tyrlum, sum lenda á donskum verjuskipið burtur frá landið.

Skipanin við bjargingarbátunum má eisini setast inn í ein trygdarpolitiskan samanhang, har støða má takast til í hvussu stóran mun skulu bjargingarbátarnir, sum burturav virka við sjálvbodnum og óløntum fólkið, brúkast í sjótilbúgvingini í mun til størru vaktar- og bjargingarskipini hjá landinum. Hvussu langt røkkur uppgávan hjá bjargingarbátunum í mun til størru skipini, og eigur avmarking at setast á virksemi hjá bjargingarbátunum í mun til veður og vind og frástøðu úr landi. Samsvarar føroyska regluverkið í hesum sambandi við virksemi hjá bjargingarbátunum ella skulu broytingar til. Eisini kundi verið hugt eftir, um tað hevði verið skilagott, um manningin á bjargingarbátunum innganga í eitt tættari samstarv við manningarnar á skipunum hjá landinum um t.d. útbúgving, førleikamenning og venjing. Sivilt/hernaðarligt samstarv er eisini ógvuliga týdningarmikið í sambandi við virksemi hjá bjargingarbátunum.

Eisini tá talan er um spurningin um yvirgang, er ein trygdarpolitikkur og tilbúgvingarligur samanhangur neyðugur, tí fyribyrging og átøk mótvegis yvirgangi krevur sivil/hernaðarliga samhugsan, samskipan av vitan og útgerð tvørtur um myndugleika- og landamørk og felags venjingar í kreppustýring, bæði í ríkisfelagsskapinum og í norðurlendskum høpi. Týdningarmikið er við tøttum samstarvi millum politiið, land og kommunur, eitt nú við at skipa eina føroyska kreppustýringareind, har landsstýrið og eitt kreppuráð/tilbúgvingarráð innganga. Kreppustýringareindin verður sett í samanhang við politiið í Føroyum og kreppustýringareindina hjá dønum og íslendingum umframt eina møguliga komandi felags norðurlandska kreppustýringareind. Eitt tætt samstarv millum politiið, sum hevur fregnartænastuupplýsingar frá PET um møguligar yvirgangshóttanir mótvegis føroyska samfelagnum, og eitt føroyskt kreppuráð/tilbúgvingarráð, vil virka fyribyrgjandi og styrkjandi í mun til innanríkis trygd Føroya. Í hesum sambandi er neyðugt, at ávísir føroyskir myndugleikar í einum kreppuráðið/tilbúgvingarráðið fáa innlit í flokkaði- og trúnaðarskjøl frá politinum og PET viðvíkjandi upplýsingum, sum hava við innanríkis trygd Føroya at gera, undir hesum upplýsingar um møguligar yvirgangshóttanir mótvegis føroyska samfelagnum og føroyskum áhugamálum annars.

Skoytast kann uppí, at Norðurlandaráðið seinnu árini hevur lagt áherðslu á trygdarpolitikkin í norðurlondum og í Arktis, sum í stóran mun hevur tikið støði í Stoltenberg-frágreiðingini frá 2009 og sum hevur 13 ítøkilig uppskot til at styrkja um trygd og tilbúgving í norðurlondum. Uppskot nr. 8 mælir norðurlendsku stjórnunum til at skipa eina felags norðurlendska “katastrofueind” – sum tekur støði í teimum kreppustýringareindum, sum í dag virka í norðurlondum.

Trygdarpolitikkurin má taka støði í landafrøðiliga og stýrisskipanarliga veruleika Føroya.

Trygdarpolitikkurin í Føroyum má taka útgangsstøði í hesum landafrøðiliga og stýrisskipanarliga veruleika – at Føroyar eru staðsettar miðskeiðis úti í Norðuratlantshavi og í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, bundin saman í einari felags grundlóg og einum árhundraðar longum søguligum lagnu- og áhugafelagsskapi. Omanfyrinevnda løgtingssamtykt frá 2004 og Fámjin-yvirlýsingin frá 2005 hava longu víst á týdningin av samstarvinum millum Danmark og Føroyar á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, har spurningurin um yvirgangshóttanir- og gerðir er eitt týdningarmikið evni, sum eisini er viðkomandi at samstarva um. Nú skal hetta samstarv bara aktiverast – tað hevur skund.