Ráðgeving

TILJAR veitir ráðgeving innan virkisøki strategisk leiðsla og fyrisiting, løgfrøðiligar spurningar og viðurskifti við atliti at trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum.

Tá talan er um ráðgeving innan trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál, so kann ráðgevingin býtast upp í trý stig, sum í sambandi við størri og meira samansettar hendingar kunnu sameinast: 

Stig 1: Lokalt – ráðgeva myndugleikum, kommunum og fyritøkum í fyrireiking og samskipan av tilbúgvingar- og trygdarætlanum í mun til gerandisligar hendingar.

Stig 2: Nationalt – ráðgeva myndugleikum, kommunum og fyritøkum í at leggja til rættis og samskipa tilbúgvingar- og trygdarætlanir á ein yvirskipaðan hátt og í mun til størri og meira samansettar hendingar og í hesum sambandi, at skipað eina ætlan fyri kreppustýring saman við myndugleikum í øðrum londum.

Stig 3: Altjóða – ráðgeva myndugleikum, kommunum og fyritøkum um, hvussu trygd, verju og tilbúgving í norðurlendskum, arktiskum og evropeiskum høpum kunnu setast inn í ein føroyskan samanhang; undir hesum viðurskifti viðvíkjandi trygd og tilbúgving, sum verða viðgjørd í Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum og NATO. Ráðgevingin fatar eisini um trygd- og tilbúgving hjá øðrum altjóða felagsskapum, ið hava beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkan á trygdar- og tilbúgvingarviðurskifti í Føroyum, eitt nú ST og ES, sum ígjøgnum felagsskapirnar ICAO, ECAC, EASA, IMO og Paris MoU skipa- og hava eftirlit við trygdar- og tilbúgvingarviðurskiftum í mun til loft- og sjóferðsluna.

Trygd, verja og tilbúgving

Í samanhang við økini, ið eru nevnd omanfyri, fevnir ráðgevingin hjá Tiljum eisini um hesi viðurskifti viðvíkjandi trygd, verju og tilbúgving:

  • Trygd, verju og tilbúgving í sambandi við kolvetnisvinnuna á føroyska landgrunninum – í hesum sambandi fatar ráðgevingin eisini um:
    • kolvetnislógina, tilbúgvingarlógina og havumhvørvislógina
    • viðkomandi altjóða sáttmálar, ið Føroyar eru partar av, eitt nú Keypmannahavnaravtalan um samstarv millum norðurlond í sambandi við basing av dálking av havinum (1971), Arktiska avtalan um samstarv í sambandi við leiting og bjarging (SAR, 2011) og Arktiska avtalan um samstarv í sambandi við basing av olju á havinum (2013).
  • Trygd, verju og tilbúgving í sambandi við hóttanir um yvirgang og yvirgangsálop á landi, á sjónum og í luftini – í hesum sambandi fatar ráðgevingin eisini um:
    • revsi- og rættargangslógina
    • lóg um trygd á sjónum, undir hesum ISPS-kotan
    • loftferðslulógin, undir hesum Danmarks Nationale Sikkerhedsprogram for Civil Luftfart og
      verjulógina

Ein fortreyt fyri, at kunna ráðgeva um trygdar-, verju og tilbúgvingarmál í lokalum, nationalum og altjóða høpum, er, at ráðgevingin tekur atlit til spurningar viðvíkjandi organisatión og leiðslu. Týdningarmikið er, at trygdar- og tilbúgvingararbeiði fevnir um alla organisatiónina, líka frá útinnandi eindum og upp til fyrisiting, stjórn og nevnd. Tað vil siga, at ráðgevingin hjá Tiljum fatar eisini um, at myndugleikar, kommunur og fyritøkur hava eina strategiska tilgongd at skipa teirra trygdar-, verju- og tilbúgvingarviðurskifti rætt, eisini í mun til leiðsluna, ið hevur evstu ábyrgd av trygdar- og tilbúgvingarskipanini í allari organisatiónini.

Tiljar byggir sostatt sína ráðgeving á trygd, verju og tilbúgving sæð í mun til tann einstaka myndugleikan, kommununa og fyritøkuna, eisini við atliti til tann løgfrøðiliga partin av trygdar- og tilbúgvingarøkinum. Í hesum sambandi fevnir ráðgevingin hjá Tiljum eisini um HSE (Health Safety and Environment) og CSR (Corporate Social Responsibility), sum snýr seg um, at arbeiði við trygd, verju og tilbúgving skal útinnast strategiskt í mun til fleiri tættir í organisatiónini, eitt nú heilsu, trygd og umhvørvi, og at organisatiónin verður sett inn í ein samfelagsligan samanhang.

Samband
Henrik Weihe Joensen
Ráðgevi innan virkisøki strategisk leiðsla og fyrisiting, løgfrøðiligar spurningar og viðurskifti við atliti at trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum.
Millum Gilja 7
FO-188 Hoyvík
Faroe Islands
Tel:+298 221091 Email:hwj@tiljar.fo