Yvirgangsálopið í París

Greining – Yvirgangsálopið í París – eitt álop á demokratisk rættindi, sum mugu útinnast við ábyrgd

Skriva hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

1.  Inngangur

Yvirgangsálopið  í  París  í  gjár  var  eitt  ræðuligt  álop,  sum  hevði  syrgiligar  avleiðingar  fyri 12  fólk  og  teirra  familjur,  fjølmiðlaheimin,  fronsku  tjóðina  og  ikki  minst  skrivi­‐  og talufrælsi,  sum  er  ein  grundlógarfestur  demokratiskur  rættur  á  okkara  leiðum.  Hetta  er eitt  yvirgangsálop,  sum  ikki  kann  góðtakast  á  nakran  sum  helst  hátt,  hóast  motivi  til álopið  eftir  øllum  at  døma  er  grundað  á  ónøgd  við  keiputekningar,  sum  hava  við átrúnaðin  Islam  at  gera.

2.  Skrivi­‐  og  talufrælsi  við  ábyrgd

Yvirgangsálopið  er  samtíðis  ein  áminning  til  okkum  øll  um,  at  skrivi­‐  og  talufrælsi,  sum er  tryggjað  í  Grundlógini  §  77,  skal  útinnast  við  ábyrgd.  §§  266b  og  267  í  revsilógini  ­‐ ávíkavist  lógargreinirnar  um  rasismu  og  ærumeiðing  ­‐  eru  dømir  um  hetta.  Evropeiski Mannarættindasáttmálin,  sum  er  settur  í  gildi  í  Føroyum,  staðfestir  í  grein  10,  stk.  1 grundlógartryggjaða  skrivi­‐  og  talufrælsi.  Í  stk.  2  útgreinar  mannarættindasáttmálin skyldina  at  vísa  ábyrgd  í  sambandi  við  brúk  av  skrivi­‐  og  talufrælsinum,  har  tað  m.a. stendur  soljóðandi  (á  donskum  í  fyriskipanini,  ið  er  sett  í  gildi  í  Føroyum):  

"Da  udøvelsen  af  disse  frihedsrettigheder  medfører  pligter  og  ansvar,  kan  den  underkastes sådanne  formaliteter,  betingelser,  restriktioner  eller  straffebestemmelser,  som  er foreskrevet  ved  lov  og  er  nødvendige  i  et  demokratisk  samfund  af  hensyn  til  den  nationale sikkerhed,  territorial  integritet  eller  offentlig  tryghed,  for  at  forebygge  uorden  eller forbrydelse,  ..."

3.  Trygdardagsskráin  í  Evropa  í  støðugari  broyting  

Yvirgangsálopið  í  París  staðfestir  eisini,  at  trygdardagsskráin  í  Evropa  er  undir  støðugari broyting.  Yvirgangshóttanir  og  ­‐atgerðir  mótvegis  sivila  samfelagnum  í  dag  eru óvæntaðar,  fara  um  landamørk,  eru  fløktar,  og  hava  sum  sítt  eyðkenni,  at  vera  útintar  av einkultpersónum  ella  av  fáum  persónum  í  felag.  Fregnartænastan  hjá  danska hervaldinum  (FE)  skrivaði  í  sínari  váðametings­‐frágreiðing  í  2012  soljóðandi:

“Al­‐Qaidas  robuste  støttestrukturer  modvirker  i  et  vist  omfang  svækkelsen  af  den  centrale ledelse.  ...  Militante  islamister  fra  Skandinavien  benytter  disse  støttestrukturer  til  at  rejse til  terrorgruppernes  fristeder  og  konfliktområder  for  at  få  træning  og  kamperfaring.  Det skaber  en  risiko  for,  at  de  senere  bliver  indsat  mod  deres  hjemlande.  ...  Svækkelsen  betyder       2 også,  at  al­‐Qaida  og  de  tilknyttede  grupper  satser  mindre  på  komplekse  angrebsformer. Desuden  kommer  truslen  fra  såkaldte  soloterrorister,  dvs.  personer,  som  kun  har  perifer berøring  med  mere  organiserede  grupper  og  primært  er  blevet  inspireret  af  disse.  Et markant  eksempel  herpå  er  fransk­‐algerieren,  der  i  marts  2012  skød  og  dræbte  seks personer  i  i  Toulouse  i  Frankrig.  ...”  

Í  sínari  váðametings­‐frágreiðing  í  2014,  skrivai  FE  serliga  við  atliti  til  spurningin  um álopini,  ið  altjóða  samgongan  av  londum  ger  í  Irak  og  Sýria  mótvegis  felagsskapinum ISIL,  at  

"Den  internationale  koalitions  bombardementer  i  Syrien  og  Irak  har  på  kort  sigt  øget intentionen  om  at  angribe  Vesten.  Kontakten  mellem  vesterlændinge  og  grupper  med erfarne  angrebsplanlæggere  i  Syrien,  der  indtil  for  nylig  har  været  næsten  uhindret,  er  til gengæld  blevet  besværliggjort  af  koalitionens  bombardementer.  Der  vil  dog  fortsat  være vesterlændinge,  som  rejser  til  Irak  og  Syrien  for  at  kæmpe,  og  hovedparten  vil  vende  hjem og  øge  antallet  af  personer  i  Vesten  med  erfaring  fra  krigsområder.  Antallet  af  hjemvendte vil  derfor  sandsynligvis  stige  de  næste  to  til  tre  år.  Dermed  får  globalt  orienterede  militante islamister  mere  direkte  adgang  til  Vesten  og  Danmark."

Bæði  tær  donsku  og  norsku  fregnartænasturnar  hava  í  teirra  nýggjastu  frágreiðingum  í 2014,  lýst  hóttanarstigi  í  londunum  báðum  sum  høgt  og  álvarsligt.  Aftaná yvirgangsálopið  í  París  hava  lond  í  Evropa  hækka  teirra  trygdarstig,  og  danska fregnartænastan  hjá  politinum  (PET)  úttalaði  seg  soleiðis  í  gjár  um  trygdarstigi  í Danmark:  

"PET  følger  naturligvis  situationen  i  Frankrig  nøje,  herunder  ift.  den  eventuelle  betydning for  trusselsbilledet  i  Danmark  og  for  danske  interesser  i  udlandet.  For  nuværende  giver situationen  ikke  anledning  til  ændring  af  vurderingen  af  terrortruslen  mod  Danmark,  som fortsat   alvorlig."  

4.  Yvirgangsálop  –  innanríkis  trygd,  sum  eisini  Føroyar  má  fyrihalda  seg  til

4.1  Innanríkis  trygd,  sum  er  víðfevnd

Yvirgangsálop  eru  trygdar­‐  og  verjupolitisk  mál,  sum  snúgva  seg  um  innanríkistrygdina  í samfelagnum.  Fyrr  var  tað  ein  meira  greiður  skilnaður  millum  uttanríkis­‐  og innanríkistrygd  í  londum  í  vesturheiminum  enn  í  dag.  Hesin  skilnaður  er  ikki  galdandi longur,  tí  ein  aktivistiskur  uttanríkis­‐  og  trygdarpolitikkur,  sum  lond  í  vesturheiminum til  tíðir  fremja,  hevur  beinleiðis  ávirkan  á  innanlands  trygdina  hjá  hesum  londum.  Tí hava  stjórnir  runt  í  Evropa  í  dag  eina  stóra  avbjóðing  við  at  tryggja  innanlands  trygdina hjá  borgarum  ­‐  ein  innanlands  trygd,  sum  fevnir  um  politi­‐  og  hernaðarmál  og  sivila tilbúgving.  Men  eisini  átøk,  sum  hava  við  sosial­‐  og  arbeiðsmarknaðarmál  at  gera,  kunnu fáa  samfelagsborgarar,  sum  eru  víðgongdir  átrúnaðarliga,  til  at  føla  samfelagsábyrgd.  

4.2  Trygdar­‐  og  verjupolitiskt  mál,  sum  eisini  viðkemur  Føroyum

Føroya  má  í  ríkisfelagsskapinum  við  Danmark  fyrihalda  seg  til  trygdar­‐  og  verjumál, hóast  málsøki  er  danskt  sambært  heimastýrislógini.  Hóast  Føroyar  í  útgangsstøðinum  er í  útjaðaranum  í  mun  til  hóttanir  og  atgerðir  um  yvirgang,  so  eru  hetta  viðurskifti,  ið       3 føroyskir  myndugleikar  eiga  at  viðgera  í  einum  samstarvi  við  danskar  myndugleikar. Borgarar  í  Føroyum  og  vinnulívið  hava  nógv  samstørv  uttanlanda,  og  ferðasambandið bæði  sjó­‐  og  loftvegis  er  gott  til  útheimin.  Tí  er  føroyska  samfelagið  í  dag  tættari evropeiska  meginlandinum  enn  nakrantíð. Løgting  og  Landsstýrið  hava  gjøgnum  árini  gjørt  vart  við  týdningin  av,  at  Føroyar  fáa størri  innlit  og  ávirkan  (medábyrgd)  í  trygdar­‐  og  verjumál,  men  er  hetta  praktisera  í minni  mun.  Altjóðagerðin  og  broytta  trygdardagsskráin  í  Evropa  ger,  at  tíðin  nú  er búgvin  til,  at  politisku  myndugleikarnar  í  londunum  báðum  finna  eina  semju  um,  at Føroyar  fáa  ein  meira  aktivan  leiklut,  tá  tað  snýr  seg  um  trygdar­‐  og  verjumál.

5.  Týdningarmikið,  at  standa  saman  um  grundleggjandi  virðir  í  samfelagnum  

Týdningarmikið  er  ikki  at  geva  eftir  sum  borgarar  og  samfelag  fyri  yvirgangsálopum, sum  vit  sóu  í  París  í  gjár,  og  sum  hava  til  endamáls,  at  bróta  niður  grundleggjandi rættindi  um  skrivi­‐  og  talufrælsi,  sum  eisini  føroyska  og  danska  samfelagið  hava  sum demokratisk  virðir.  Samtíðis  er  týdningarmikið,  at  brúka  skrivi­‐  og  talufrælsi  við  tí ábyrgd,  ið  hesi  frælsi  hava  uppiborið.

Við  samkenslu  til  fronsku  tjóðina  og  til  tey  offur,  ið  lótu  lív  í  yvirgangsálopinum  í  París  í gjár.

Henrik  Weihe  Joensen
Ráðgevi  í  trygdar­‐,  verju­‐  og  tilbúgvingarmálum

Articles

Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamáli­num í tilbúgvingar­lóg­ini um virksemistilbúgving
Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmáls­dagin tann 25. mars
Framløga í samband við hoyring um grindadráp á Christiansborg 18. november 2015
Grinda­lógin er gjørd á skeivum grund­arlagi og má tí endur­skoð­ast 
Sea Sheperd felagsskapu­rin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelag­num, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og
FLÓTTA­FÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ
Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flótta­fólkum í Libya
Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgv­ingar­ráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin
Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskift­ini hjá sjálvbodnu bjargingar­fólku­num koma í rættlag
Fólka­trygdin og umdømi Føroya má kjølfest­ast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn
Føroyskt innlit og ávirkan
Yvirgangsálopið í París
Flemming Rose vitjar Føroyar