Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flóttafólkum í Libya

Tíðindaskriv 24 juli 2015

Tiljar fegnast um, at landsstýrismaðurin í heilsu- og neyðhjálparmálum, Karsten Hansen, hevur latið 1. mió. kr. til neyðhjálpararbeiði í Libya. Peningurin er latin Dansk Flygtningehjælp, sum skipar so fyri, at peningurin frá landsstýrinum fíggjar eina størri verkætlan kring høvuðsstaðin Tripoli sambært tíðindaskrivið frá Heilsumálaráðnum síðsta mikudag, sum sæst á leinkinum her http://www.hmr.fo/kunning/tidindi/studul-ur-foroyum-hjalpir-neydstoddum-flottafolkum-i-libya/ 

Samstarvi millum landsstýrismannin og Dansk Flygtningehjælp, um at veita stuðul til neyðhjálpararbeiði í Libya, hevur fyritøkan Tiljar fingið til vega. Henrik Weihe Joensen frá Tiljar vísir á týdningin við almennum-privatum samstarvi í sambandi við handfaring av avbjóðingum á humanitera økinum, og her vísir landsstýrismaðurin vegin við neyðhjálpini til Libya.

Tann 27. apríl í ár skipaði Tiljar fyri fyrilestrarkvøldið um flóttafólk í Løkshøll, har framløgurnar vóru hildnar av umboðum fyri landsstýrið, Dansk Flygtningehjælp, Bakkafrost og Klaksvíkar kommunu. Í hesum sambandi bar Tiljar so í bandi, at aðalskrivarin í Dansk Flygtningehjælp, Andreas Kamm, kom á fund við landsstýrismannin í heilsu- og neyðhjálparmálum, at ráðgeva landsstýrismannin um, hvussu tann játtaði peningurin frá landsstýrinum kann gagnnýtast best í mun til aktuellu flóttafólkaneyðina úti í heimi. Á henda hátt bleiv verkætlanin í Libya til veruleika.

Neyðhjálpin frá landsstýrinum til Libya er veruliga ein munagóð hjálp og eitt gott tekin frá landsstýrinum um, at eitt lítið land sum Føroyar tekur flóttafólka-avbjóðingina til sín, at hjálpa her og nú. Neyðhjálpin er dømi um úrslitagott alment-privat samstarv, og Henrik Weihe Joensen frá Tiljar takkar landsstýrismanninum og Dansk Flygtningehjælp fyri gott samstarv í sambandi við at verkætlanin í Libya er ítøkiliggjørd.

Articles

Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamáli­num í tilbúgvingar­lóg­ini um virksemistilbúgving
Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmáls­dagin tann 25. mars
Framløga í samband við hoyring um grindadráp á Christiansborg 18. november 2015
Grinda­lógin er gjørd á skeivum grund­arlagi og má tí endur­skoð­ast 
Sea Sheperd felagsskapu­rin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelag­num, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og
FLÓTTA­FÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ
Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flótta­fólkum í Libya
Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgv­ingar­ráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin
Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskift­ini hjá sjálvbodnu bjargingar­fólku­num koma í rættlag
Fólka­trygdin og umdømi Føroya má kjølfest­ast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn
Føroyskt innlit og ávirkan
Yvirgangsálopið í París
Flemming Rose vitjar Føroyar