Sea Sheperd felagsskapurin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelagnum, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og

Harvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og verjumál, sum er danskt málsøki sambært heimastýrislógini, og samtíðis eitt mál, sum er kjølfest í yvirvald (suverenitet) og landøki (territorium) Danmarkar. Løgtingið førkar seg sostatt inn at gera lóggávu og átøk í eitt málsøki, sum er sjálv kjarnan í einhvørjari tjóð, nevnliga trygdar- og verjupolitikkurin. Broytingar í yvirvalds-hugtakinum av humaniterum- og trygdarpolitiskum orsøkum viðførir, at yvirvaldið hjá eisini Danmark ikki er so treytaleyst sum fyrr. Tí ber til hjá føroyskum- og donskum myndugleikum í einum samstarvi, at gera lóggávu og átøk Føroyum viðvíkjandi, sum snúgva seg um trygdar- og verjumál.

Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

1. Inngangur

Løgtingið samtykti við aðru viðgerð tann 3. desember í fjør uppskot um tilbúgving, átøk og lóggávu, at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum. Hetta uppskot til samtyktar, sum var sett fram av andstøðuni, og tikið undir við av flest øllum samgongufólkum, hevur beinleiðis tilvísing til felagsskapin Sea Sheperd, sum mótmælti grindadrápið í Føroyum í fjør summar.

Í álitinum hjá Løgtingsins rættarnevnd, dagfest 20. november 2014, stendur skriva soljóðandi:

“Løgtingið heitir á landstýrið um skjótast møguligt og í seinasta lagi 1. mai 2015 at leggja fram neyðugar lógarbroytingar soleiðis, at skipast kann ein verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum”.

Rættarnevndin skrivar víðari í sama álitið soljóðandi:

“Hartil heitir Løgtingið á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing, hvussu tryggjast kann ein støðug upplýsing mótvegis altjóða samfelagnum um avleiðingarnar av ólógliga virkseminum og grundgevingarnar fyri átøkunum hjá føroysku myndugleikunum”.

Løgtingið ynskir sostatt, at Landsstýrið fremur neyðugar lógarbroytingar umframt letur úr hondum eina frágreiðing, sum greinar viðkomandi spurningar, ið hava við málið at gera, og sum liggja til grund fyri átøkunum.

Tað er í sama viðfangi týdningarmikið, at Løgting og Landsstýrið hava í huga, at tær lógarbroytingar, ið hetta uppskot til samtyktar leggur upp til at gera, ikki mugu leggja forðingar fyri grundleggjandi rættindum sambært grundlógini hjá borgarum í Føroyum umframt persónum, ið vitja og uppihalda sær í Føroyum. Í hesum førinum serliga ásetingarnar í grundlógini §§ 77 og 79 um skrivi- og talufrælsi umframt savningarfrælsi.

2. Løgtingið samt um átøk í einum trygdar- og verjupolitiskum málið, sum hevur við yvirvald og landøki Danmarkar og Føroyar at gera

Við at samtykkja hetta uppskot, standa løgtingslimir tvørtur um andstøðu og samgongu saman um, at gera nakað við eitt trygdar- og verjumál, sum er danskt málsøki sambært heimastýrislógini. Samtíðis er talan um eitt mál, sum er partur av nýggju trygdardagsskránni í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur, sum krevur bæði samstarv millum sivilar myndugleikar, politiið og hernaðarvaldið, men eisini eitt samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tað vil siga eitt trygdar- og verjumál, sum hevur við ein altjóða felagsskap at gera – ein felagsskap, sum eisini føroyskir myndugleikar mugu fyrihalda seg til á operativum-, stjórnarráðs- og politiskum stigi.

Við samtyktini gevur Løgtingið til kennar, at framferðarhátturin hjá Sea Sheperd felagsskapinum er ikki í lagi, tá umdømi Føroya verður hótt og borgarar í føroyska samfelagnum gerast ótryggir av hjáveruni hjá felagsskapinum. Tí ynskir Løgtingið natúrligt, at Landsstýrið setir átøk og lóggávu í verk, sum kann forða og fyribyrgja, at altjóða felagsskapir kunnu hótta almennu trygdina í Føroyum.

Men tá átøk og lóggáva skulu gerðast í Føroyum í einum trygdar- og verjumáli, sum er danskt málsøki, so er hetta ein avbjóðandi uppgáva, tí vit førka okkum nú inn á eitt øki, har hugtøkini landøki (territorium) og yvirvald (suverenitet), og harvið viðurskiftini viðvíkjandi valdið landanna millum, hava stóran týdning. Tað ber tó væl til, at útinna praktiska lóggávu í Føroyum, hóast talan er um eitt trygdar- og verjumál, men tað hevur sum fyritreyt, at føroyskir og danskir myndugleikar – Føroya Landsstýri og Danska Stjórnin - arbeiða tætt saman um uppgávuna.

Men lat okkum fyrst kanna eftir í dag og í einum søguligum baksýni, hvønn týdning landøki (territorium) og yvirvald (suverenitet) hava, tá vit tosa um at gera møguligar broytingar í trygdar- og verjumálum, sum ganga fyri seg í Føroyum.

3. Landøki- og yvirvald Danmarkar viðvíkjandi Føroyum er kjølfest í trygdar- og verjupolitikkinum

Yvirtøkulógin frá 2005 ásetir, at málsøkini viðvíkjandi uttanríkis-, trygdar- og verjumálum kunnu ikki takast yvir sum føroysk málsøki. Henda áseting er í beinleiðis samsvar við innihaldið í nýggjastu politisku semjuni um donsku verjuna fyri árini 2013-2017, har tað m.a. stendur skrivað soljóðandi um endamáli við donsku verjuni:

“Dansk forsvar har grundlæggende til formål at hævde det danske riges suverænitet og sikre

landets fortsatte eksistens, integritet og sikkerhed.”

Danska verjan hevur sostatt sum sítt høvuðsendamál, at hevda yvirvald Kongsríki Danmarkar og tryggjað tilveruna, sjálvræðisrættin og trygdina hjá Danmark. Yvirvald Danmarkar (suvereniteturin) verður hevdaður yvir eitt landøki (territorium), sum Henrik Zahle sáli, professari í løgfrøði, allýsti á henda hátt:

“Territoriets retlige betydning er en afspejling af territorialhøjhedens grundsætning, altså den i international ret (folkeret) anerkendte grundsætning, at der til den enkelte stat er knyttet et territorium, og at staten inden for dette territorium har dels beføjelse til regulering, dels eneret med hensyn til magtudøvelse.”

Í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar merkir tað, at yvirvaldið er tað sama sum Kongsríki Danmarkar, sum hevur ein løgfrøðiligan rætt til eitt landøki, sum fatar um Føroyar, og har Danmark hevur heimild til at stýra og at brúka vald. Við øðrum orðum, so er trygdar- og verjupolitikkurin søguliga og bygnaðarliga tengdur at yvirvaldinum (ríkinum), og tí hevur Danmark framvegis lóggávu- og útinnandi ábyrgd av hesum politikk-økið.

Altjóðagerðin og ein nýggj trygdardagsskrá í vesturheiminum hevur við sær, at yvirvalds-hugtakið í flest øllum londum broytist við tíðini. Sum henda greining roynir at lýsa og grundgeva fyri, so er broytingin í yvirvalds-hugtakinum eisini galdandi í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, tá vit tosa um avbjóðingar í sambandi við trygdar- og verjmál, har Sea Sheperd málið og trygdarpolitiska støðan úti í heimi yvirhøvur vísir eitt rák mótvegis hesi broyting.

3.1 Søguligt baksýni um broytingar í yvirvalds-hugtakinum

Yvirvalds-hugtakið birtist í 16- og 17-hundraðatalinum, og var ein politisk og løgfrøðilig loysn uppá tann sentrala spurningin, um tað var kongur, kirkja, aðal- ella borgarastættin, sum hevði rættin til at ráða yvir einum ávísum landøki. Enski heimspekingurin Thomas Hobbs menti í sínum verki Leviathan í 1651 ein sokallaðan samfelagssáttmála og hugsanina um, at valdið hjá ríkinum er eitt vald, ið ikki kann deilast, soleiðis at valdsharrin (suverenurin), sum er kongur ella stjórnin, ikki kann geva frá sær valdið yvir eitt ávíst landøki. Endamáli við yvirvalds-hugtakinum var sostatt, at skipað ein sterkan kong (ríkið), sum borgarar í landium góvu seg undir. Á henda hátt bleiv fyribyrgt, at kríggj var í landinum av átrúnaðarligum orsøkum, og at tað bleiv skapt støðufesti í einari óstøðugari og skiftandi altjóða skipan.

Undirritanin av tí Westfalska Friðinum í 1648 staðfesti yvirvalds-hugtakið men frá 1800- hundraðatalinum og frameftir, bleiv yvirvalds-hugtakið sett undir trýst við krøvum um demokrati og sjálvstýrið, sum bleiv staðfest í Versailles-sáttmálanum í 1919. Á henda hátt bleiv yvirvalds-hugtakið bjóða av. Í dag er hetta hugtak undir støðugari broyting í sambandi við humanitera ”responsibility to protect” (R2P) hugtakið hjá ST, sum er skyldan hjá londum at verja sínar íbúgvar mótvegis brotsverkum, og altjóðu avbjóðingarnar á trygdar- og verjuøkinum. Í hesum sambandi lýsti fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, í einari røðu longu í 1999 avbjóðingarnar, ið standast av altjóðagerðini, á henda hátt:

”Globalisation has transformed our economics and our working practices. But globalisation is not just economic. It is also a political and security phenomenon. We live in a world where isolationism has ceased to have a reason to exist.”

Seinnu árini hava vit staðfest, at ein samgonga av londum úr vestara parti av heiminum, herímillum Kongsríki Danmarkar, hevur lagt seg uppí innanríkis viðurskifti hjá sjálvstøðugum tjóðum sum eitt nú Irak, Afghanistan, Libya, Mali og Sýria. Henda uppílegging er gjørd av humaniterum- umframt av trygdar- og verjupolitiskum orsøkum. Møguliga er henda uppílegging neyðug og røtt. Men uppíleggingin setir samtíðis fram nakrar grundleggjandi spurningar um hetta, at virða rættin hjá sjálvstøðugum tjóðum til egið landøki og yvirvald.

4. Samleiki, mentan, umdømi og tryggleiki - kjarnuvirðini í føroyska samfelagnum hótt

Hóttanin frá Sea Sheperd felagsskapinum vendi sær ímóti kjarnuvirðum í føroyska samfelagnum, nevnliga samleikanum, mentanini, umdøminum og tryggleikanum. Tá ið tosa verður um samleika hjá einum landið, snýr tað seg um, at borgarar í samfelagnum føla seg bundnar saman í einum felagsskapi, sum byggir á nøkur felags virðir og ímyndir (symbolir).

Føroyskt mál, føroyska Merkið og søguligir merkisdagar sum eitt nú tjóðarhátíðin Ólavsøka eru dømir um tann føroyska samleikan. Men eisini ein felags kensla av tryggleika í mun til tey virðir og ta mentan, ið føroyska fólkið stendur fyri, hoyrir við til samleikan hjá landinum. Mentan, sum hevur tættan samanhang við samleikan, er eitt fjølbroytt hugtak, men dømir um føroyska mentan eru eitt nú føroyski dansurin, rúgvismikla og fjøltáttaða bóka- og tónlistamentanin, fletting av seyði og grindadráp.

Sea Sheperd brúkti millum annað fjølmiðla- og kunningartøkni til at varpa ljós á, at tað er skeivt at drepa grind. Við at vera fjølmikið til staðar runt Føroyar, íklødd frámerkið við deyðarað, gav Sea Sheperd tekin um eitt neiligt endamál við sínum átakið.

Framferðarhátturin hjá Sea Sheperd viðførir, at umdømi Føroya í altjóða sølusamstarvi í mun til eitt nú fiski-, ali- og ferðavinnu kann skeiklast. Harumframt birtir fjølmikla hjáveran hjá Sea Sheperd undir ótryggleika millum borgarar í føroyska samfelagnum.

5. Nýggj hóttan, sum er fløkt og torfør at handfara

Sea Sheperd málið er eitt dømi um eina hending og hóttan mótvegis tí føroyska samfelagnum, sum er fløkt og torfør at handfara. Tann nýggja trygdardagsskráin í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur fevnir eisini um tílíkar hóttanir, ið hava sum sítt eyðkenni, at royna at ræða sivila borgaran við at útinna atgerðir mótvegis týdningarmiklum funktiónum og virðum í samfelagnum, herímillum umdømi, ið er eitt torført virðið hjá einum landið at verja.

Tær nýggju hóttanirnar eru eisini smidligar og virka altjóða tvørtur um landamørk - tískil eru tær torførar hjá myndugleikum at stýra. Ein stýring, sum má taka støði í einari samskipan og samstarvi tvørtur um myndugleika- og landamørk, millum tey lond og í mun til ítøkiligu hóttanina, ið talan er um.

Sea Sheperd átakið í fjør viðførdi eitt umfatandi samstarv tvørtur um myndugleika- og landamørk bæði á landi, sjógvi og í luftini. Átakið var kostnaðarmikið, og hevði brúk fyri nógvum fólkið frá donskum og føroyskum myndugleikum í totalverjuhøpi, sum er samstarvi millum hernaðarvaldið, politiið, sivilar landsmyndugleikar, kommunur og sjálvbodnar felagsskapir.

5.1 Hóttanarstøði í Føroyum hækkaði – av trygdarávum ikki loyvi at hava stórar taskur við sær í Dómkirkjuna

Støðan millum føroyingar og fólk frá Sea Sheperd felagsskapinum var til tíðir spent – ein kann siga, at hóttanarstøði í landinum hækkaði. Onkur tilburður var millum føroyskar borgarar og fólk frá Sea Sheperd, sum bleiv til politimál. Eitt annað dømi, og sum hevur við trygd landsins at gera, gjørdi seg galdandi á Ólavsøku.

Tað var kirkjuráðsforkvinnan í Dómkirkjuni, sum nakrar dagar áðrenn Ólavsøku upplýsti í fjølmiðlunum, at fólk, sum ætla sær í kirkju Ólavsøkudag, av trygdarávum ikki hava loyvi at hava stórar taskur við sær innar í kirkjuna. Tað bleiv ikki upplýst í fjølmiðlunum, hvørjar metingar kirkjuráðið hevði gjørt av, um fólk frá Sea Sheperd vóru til vanda fyri trygdina í kirkjuni, ella um kirkjuráðið hevði samskift við politiið um trygdarfyriskipanirnar í Dómkirkjuni.

Politiið í Føroyum, sum ikki úttalaði seg í mun til hóttanina ímóti Dómkirkjuni, gav Sea Sheperd viðhaldsfólkum boð um, at hava síni mótmæli uttanfyri miðbýin, í Hoyvík. Hesi boð frá Føroya Politi høvdu heimild í politiviðtøkuni fyri Tórshavn, sum nevnir ferðsluviðurskifti sum grundgeving fyri at flyta eina mótmælisgongu. Politiviðtøkan er gomul og tekur ikki beinleiðis atlit til mótmælisgongur ella savnan av fólkið, sum við sínum viðgongdu sjónarmiðum kunnu hótta almennu trygdina í landinum.

Støðan Ólavsøkudag í ár var í trygdar- og verjupolitiskum høpi sermerkt á tann hátt, at hægstu umboð fyri lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið í Føroyum vóru til staðar í Dómkirkjuni henda dag. Tí er boðskapurin frá kirkjuráðsforkvinnuni, um ikki at taka stórar taskur við í kirkjuna av trygdarávum, ein boðskapur, sum hevur tyngd og álvara í sær – ein boðskapur, sum snýr seg um trygd og verju landsins í einari siðbundnari merking, ið hevur við politi- og hernaðarmál at gera, og sum tískil er danskt ábyrgdarøki sambært heimastýris- og yvirtøkulógini.

6. Samanrenning millum nútíðar- og siðbundið trygdarpolitiskt mál og spurningurin, um samanrenning eisini var millum aktivismu og terrorismu

Sea Sheperd átakið var sostatt ein avbjóðing hjá føroyskum og donskum myndugleikum, sum hevði við trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál at gera í breiðum høpi. Nýggja trygdardagsskráin, har tað í tílíkum málum sum við Sea Sheperd, er ein samanrenning millum ein nútíðar- og ein meira síðbundnan trygdarpolitikk, og har ein kann seta henda viðkomandi spurning, um átakið hjá Sea Sheperd ikki eisini var ein samanrenning av politiskari atgerðarstevnu (aktivismu) í mun til djóravernd og yvirgang (terrorismu) í mun til trygd og verju landsins?

Nakað týðir uppá, at ein tílík samanrenning fór fram í ein ávísan mun í Føroyum síðsta summar, men fyri at vita, um aktivisman hjá Sea Sheperd bleiv til ella nærkaðist yvirgangi, mugu vit fyrst allýsa yvirgangshugtakið.

6.1 Yvirgangshugtakið er ikki endaliga allýst altjóða

Sameindu Tjóðir (ST) hevur enn ikki allýst yvirgangshugtakið, hóast arbeitt hevur verið við hesi allýsing nú í nøkur ár. Høvuðsorsøkin til hetta er, at altjóða felagsskapurin hjá muslimsku londunum ”Organisation of Islamic Cooperation” (OIC), sum telur 57 lond, ynskir at skilja ímillum hugtakið yvirgang og rættin hjá fólkum, at veita mótstøðu ímóti fremmandari herseting.

Serfrøðingar eru samdir um, at yvirgangshugtakið hevur fleiri týdningar, eisini í søguligum høpi, og at hugtakið kann lýsast út frá fleiri sjónarhornum alt eftir hvørjum umhvørvi og støðu yvirgangurin er staðsettur.   

Evropeiska samveldi (ES) orðaði í 2002 eitt yvirgangshugtak á henda hátt:

”Hver medlemsstat træffer de nødvendige foranstaltninger for at sikre, at de i litra a) til i) nævnte forsætlige handlinger, således som de er defineret som lovovertrædelser i national lovgivning, der i kraft af deres karakter eller den sammenhæng, hvori de begås, kan tilføje et land eller en international organisation alvorlig skade, betragtes som terrorhandlinger, når de begås med det formål:

 - alvorligt at intimidere en befolkning, eller …”

Síðani verða undir litra a) til i) nevnd nøkur eyðkenni fyri yvirgang eitt nú deyðiligur harðskapur, gíslatøka og burturflyting, flog- og skipsrán, og eisini atgerðir mótvegis týdningarmiklum funktiónum og veitingum í samfelagnum verða nevndar, infrakervi. vatn og elveitingar. Hóttanir um at fremja omanfyri nevndu atgerðir koma eisini inn undir yvirgangshugtakið.

Tað er komið fyri, at aktivistiskir bólkar í samfelagnum, sum hava ymisk endamál við sínum mótmælum, tað verið seg innan politikk, umhvørvi ella djórvernd, førka seg frá síni upprunaligu aktivismu, sum byggir á friðarlig mótmæli, til ein meira harðrendan framferðarhátt við uppílegging og samanbrestir við myndugleikar. Í tílíkum førum er tað eitt hárfínt markamót millum aktivismu og yvirgang. Serliga í einum lítlum samfelagið sum Føroyar, har ein aktivistiskur felagsskapur kann vera fjølment til staðar runt alt landið, kunnu borgarar kanska føla seg skjótari bangnan ella hóttan enn í størri samfeløgum.

Men at framferðarhátturin hjá Sea Sheperd felagsskapinum í fjør summar hevði ta endamál: ”alvorligt at intimidere en befolkning, …” er tað nokk eingin ivi um. Tí haldi eg spurningurin er viðkomandi at seta, um tað ikki eisini kann sigast at vera yvirgangur, tá samleikin hjá einum landið verður raktur.

7. Arbeiðið við lógarbroytingunum fevnir víða og eigur at gerðast í stigum

Væntandi fer tað at taka nakað av tíð, at gera neyðugar lógarbroytingar, og tað hevði tí verið rættur framferðarháttur, at arbeiðið verður gjørt í stigum. Samtíðis er talan um trygdar- og verjupolitiskt mál, har tað er viðkomandi at gera broytingar í útlendinga- og rættargangslógini, ið eru tvær danskar lógir, sum eru settar í gildi í Føroyum. Tí mugu danskir myndugleikar við í viðgerðina av lógunum.

Útlendingalógin hevur ásetingar um burturvísing av persónum, sum koma inn í landið, og sum kunnu vera til vanda fyri trygd landsins. Í rættargangslógini verða viðurskifti skipaði, sum hava við trygd og landaskil í Føroyum at gera. Rættargangslógin skipar eisini virksemi hjá politinum. Skilagott hevði tí verið, at arbeiðið tók støði í hesum báðum lógum.

Tað er eisini viðkomandi, at viðgera grindareglugerðina – kunngerð um grind frá juli mánaða 2013 – sum við heimild í løgtingslógunum um hvalaveiðu og vernd av dýrum, skipar viðurskiftini í sambandi við grindarakstur og grindadráp. Grindareglugerðin er nýliga herd og nútímansgjørd í mun til raksturin, har § 11 er soljóðandi:

§ 11. “Tá boðað er frá grind, kann sýslumaðurin gera av, at eitt øki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, er grindarakstrarøki. Í hesum sambandi kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera á økinum og geva boð um, at skip, flogfør ella fólk beinanvegin skulu fara úr økinum, sama um hesi eru við í grindarakstrinum ella ikki. 
Stk. 2. Sýslumaðurin kann harumframt til eina og hvørja tíð avbyrgja eitt øki sum grindaøki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, og geva einum og hvørjum boð um ikki at fara inn á avbyrgda øki. …”

Sum sæst í § 11 í grindareglugerðini omanfyri, so gevur henda grein í reglugerðini politinum sera víðar heimildir í mun til at skipað eitt grindarakstrarøki. Serliga hetta, at politiið kann gera av, at loftrúmi eisini skal vera grindarakstrarøki, fyrikemur at vera ein sera markant herðing av reglugerðini. Spurningurin er, um henda herðing er ov ógvuslig sæð í ljósinum av, at heimildir hjá politinum í mun til at gera inntriv mótvegis borgarunum, skulu fyrst og fremst finnast í lóggávuni, sum politiið virkar eftir – í fyrsta lagi rættargangslógini og í øðrum lagi í einari politilóg, sum okkara grannalond og eisini Danmark brúkar.

7.1 Rættargangslógin, sum aðrastaðni er dagførd við einari politilóg

Rættargangslógin í Føroyum er ikki dagførd í mun til virksemi hjá politinum í dag, at skipað átøk mótvegis víðgongdum felagsskapum sum eitt nú Sea Sheperd, ið kunnu hótta trygd landsins.

Til dømis eru lógir um virksemi hjá politinum – sokallaðar politilógir – settar í gildi í okkara grannalondum, har virksemi hjá politinum í mun til uppgávur, inntriv, skil og trygd, átøk í sambandi við mótmælisgongur, ófrið og brúk av valdið, eru lýst í lógini.

Í føroysku rættargangslógini § 108 – sokallaðu “generalfuldmagten” – stendur ikki nógv skriva um virksemi hjá politinum í Føroyum, men er henda áseting meira alment orðað og er soljóðandi:

“§108. Politiets opgave er at opretholde sikkerhed, fred og orden, at påse overholdelsen af love og vedtægter samt foretage det fornødne til forhindring af forbrydelser og til efterforskning og forfølgning af sådanne. Stk. 2. Med justitsministerens samtykke kan der pålægges politiet andre opgaver.”

Virksemi, uppgávur og tey átøk og inntriv, ið politiið í Føroyum útinnir í verki, er tískil ikki serliga væl lýst og kjølfest í lógini samanborið við onnur lond. Hetta er ein bágið fyri politiið í sambandi við útinnan av teirra virksemi, tí tað er ógreitt sambært lógini, hvussu langt politiið kann fara í mun til at útinna vald mótvegis persónum, sum búgva- og uppihalda sær í Føroyum. Nakað annað er, at politiið sjálvt kanska ikki metir, at hetta við einari vantandi lóggávu-heimild er ein trupulleiki, tí politiið byggir sítt virksemi eisini á síðvenju og praksis.

Men tað er ein bágið fyri rættartrygdina hjá borgarum í Føroyum og fyri teir persónar, ið koma inn til Føroyar – við atliti til eitt nú persónar frá Sea Sheperd - um lóggávan ikki er púra greið víðvíkjandi heimildunum hjá politinum í sambandi við átøk á landi, á sjónum og í luftini.

Tað er eisini her í sambandi við rættargangslógina – og partvís eisini útlendingalógina - at tann frágreiðing, ið Løgtingið biður Landsstýrið um at lata úr hondum, eigur at viðgera nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum hava við trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál at gera, har ábyrgdarviðurskiftini eru deild millum ávíkavist føroyskar- og danskar myndugleikar.

7.1.1 Regulering av politi-uppgávum á sjónum – útdelegering til føroyskar myndugleikar

Sum nevnt omanfyri, hava vit ikki eina politilóg í Føroyum, ei heldur eina lóg, ið regulerar átøk hjá politinum á sjónum. Føroya Landfúti hevur politimyndugleika á sjónum, men hetta er ein torfør uppgáva hjá Landfútanum at útinna í verki. Tí er neyðugt, at Føroya Landfúti í lóg ella kunngerð hevur møguleika til at útdelegera politimyndugleikan til ein føroyskan myndugleika, sum hevur sítt dagliga virksemi á sjónum, eitt nú Vørn.

Tað er í dag eitt samstarv millum Føroya Landfúta, Vørn og donsku verjuna (Forbindelseselement Færøerne undir Arktisk Kommando) í sambandi við útinnan av politi-uppgávum á sjónum. Hetta samstarv tekur støði í kunngerð frá danska verjumálaráðnum, sum við heimild í verjulógini áleggur donsku sjóverjuni at útinna politi-uppgávur á sjónum – í føroyskum sjóøki skal danska sjóverjan útinna politi-uppgávur í samráði við Føroya Landfúta.

Hóast kunngerð til verjulógina útdelegerar politi-uppgávur í føroyskum sjóøki til donsku sjóverjuna, so er tað neyðugt, at Føroya Landfúti eisini heimilar viðkomandi føroyskum myndugleikum, at gera politi-uppgávur í føroyskum sjóøkið. Heimild til politi-virksemi á sjónum kundi verið givin til myndugleikan Vørn, sum eisini umsitur fiskiveiðieftirlit og leiting og bjarging. Tað er serliga í sambandi við átroðkandi, serligar og/ella størri hendingar, at tað er neyðugt hjá Vørn at gera politi-uppgávur í føroyskum sjóøkið – Anita- og Sea Sheperd málini eru dømi um tílíkar politi-uppgávur, sum tørvur eisini verður á at útinna í komandi tíðum.

Men av tí at politimál í Føroyum eru danskt ábyrgdarøki, kann tað vera neyðugt, at avmarka heimildina frá Føroya Landfúta til Vørn um politi-virksemi á sjónum til at fata um uppgávur, sum eru átroðkandi, serligar og/ella størri. Týdningarmikið er bara, at føroyskir og danskir myndugleikar fara í eitt konstruktivt samskifti skjótast gjørligt, har viðurskiftini kring útdelegering av politi-virksemi til Vørn í sambandi við uppgávur í føroyskum sjóøkið verða útgreinaði og løgd til rættis.

Ísland er eitt dømi um, har politimyndugleikin hjá Ríkisløgregluovastanum er útdelegeraður til “Coast-Guard”, eisini nevnd “Landhelgisgæsla Íslands”, tá talan er um politi-uppgávur á sjónum. Í Ísland er henda útdelegering lættari at gera enn í Føroyum, tí bæði politimyndugleikin og Landhelgisgæsla Íslands eru burturav ábyrgdarøki hjá Íslandi. Føroyar og Danmark kundu brúkt leistin hjá Íslandi í sambandi við politi-virksemi á sjóøkinum, tó við fyrivarni viðvíkjandi deildum ábyrgdarviðurskiftum umframt avmarkingum í sambandi við slag av uppgávum, sum nevnt er omanfyri.

8. Samanumtøka - Sea Sheperd er eitt av teimum altjóða rákum, ið førkar Føroyar inn á trygdar- og verjupolitiska pallin

Við sínum átakið mótvegis grindadrápið ger Sea Sheperd seg inn á ein árhundraðar gamlan siðaarv í Føroyum, sum er blivin ein partur av føroysku mentanini. Samtíðis er átakið hjá Sea Sheperd víðfevnt innantil og úteftir bæði hvat føroyska- og altjóða samfelagnum viðvíkur.

Við fjølmikið at vera til staðar í landinum í sermerktum búna við neiligum frámerki, har boðskapurin er eitt mótmæli mótvegis mentanini í landinum, soleiðis at umdømi Føroya er í vanda, samanhildið við, at hjáveran av felagsskapinum ger borgarar í landinum ótryggar, merkir, at borgarar kunnu kenna á sær, at teirra føroyski samleiki er hóttur. Samtíðis verður í hesari grein grundgivið fyri, at tað eru viðurskifti, ið tala fyri, at tað í ein ávísan mun fór fram ein samanrenning millum atgerðarstevnu (aktivismu) og yvirgang (terrorismu) í sambandi við framferðarháttin hjá Sea Sheperd felagsskapinum í Føroyum í fjør summar.

Tað eru hesi viðurskifti, sum grundleggjandi snúgva seg um trygd landsins og vælferð fólksins, ið viðføra, at ein samd rættarnevnd og eitt nærum samt Løgting biður Landsstýrið um at gera neyðugar lógarbroytingar og eina tilhoyrandi frágreiðing. Hetta uppskot til samtyktar frá Løgtinginum er eitt ógvuliga týdningarmikið og slóðbrótandi uppskot, tí sjálvt málið um Sea Sheperd felagsskapin og tær lógarbroytingar, ið skulu gerast í hesum sambandi, førkar føroyskar myndugleikar inn á trygdar- og verjupolitiska pallin, sum er danskt málsøki sambært heimastýris- og yvirtøkulógunum.

Bæði útlendingalógin og rættargangslógin hava søguligt og organisatoriskt tilknýti til trygdar- og verjumál. Tað er kanska ein høvuðsorsøk til, at grindareglugerðin, sum er føroyskt málsøki, verður herd í mun til heimildir hjá politinum á grindarrakstrarøkinum heldur enn at herða rættargangslógina, sum heimilar virksemi hjá politinum í heila tikið og sum er danskt málsøki. Tað er rætt at dagføra grindareglugerðina, men tað er líka so týdningarmikið at dagføra ta lóg, sum heimilar politinum, at gera inntriv, halda lóg og landaskil, og at brúka vald eisini á einum grindarakstrarøki.

Í greinini verður víst á, at tað er ein tættur samanhangur millum landøki- og yvirvald Danmarkar viðvíkjandi Føroyum og trygdar- og verjupolitikkin, sum verður rikin av stjórn Danmarkar. Tað vil siga, at yvirskipaða vald Danmarkar yvir Føroyum sambært grundlóg og heimastýrislóg er kjølfest í trygdar- og verjupolitikkinum. Tí hava Løgting og føroyskir myndugleikar søguliga sæð ikki havt nakað serligt við trygdar- og verjumál at gera. Hetta hóast tað, at Føroyar hava tikið yvir málsræði á økjum, ið søguliga og organisatoriskt liggja tætt uppat trygdar- og verjumálum, eitt nú leiting og bjarging á sjónum, umhvørvistilbúgving og samskipan av sivilari tilbúgving.

Men sum eg eisini havi roynt at víst á í hesari grein, so eru tað hendar broytingar í yvirvalds-hugtakinum ígjøgnum tíðina, sum snúgva seg um avbjóðingar á humanitera- og trygdar- og verjuøkinum. Tað vil siga, at yvirvaldið hjá einum kongsríki í dag er ikki so treytaleyst sum fyrr, tí avbjóðingarnar innan omanfyri nevndu økir raka breitt sivilar borgarar í altjóða samfelagnum. Ein kann eisini siga, at trygdar- og verjumál, sum søguliga og organisatoriskt hava verið tætt tilknýtt kong/stjórnina, í størri mun nú enn fyrr vera latin upp í hendurnar (útdelegeraði) á sivilum myndugleikum og sjálvbodnum felagsskapum. Hetta fyri, at samfeløg kunna handfara tey árin, ið altjóðagerðin umframt humanitera- og trygdarpolitisku støðan førir við sær. Í hesum sambandi er nevnda útdelegering frá Føroya Landfúta til Vørn viðkomandi at gera, tá talan er um politi-uppgávur á sjónum. Harumframt er samstarvi í totalverjuhøpi, sum er eitt slag av útdelegering frá yvirvaldinum til sivilar myndugleikar, eisini týdningarmikið í dag – samstarvi millum hernaðarvaldið, politiið, sivilar landsmyndugleikar, kommunur og sjálvbodnar felagsskapir.

Hesar broytingar í yvirvalds-hugtakinum, og rákini í altjóða samfelagnum innan humanitera og trygdar- og verjupolitiska øki, gera seg eisini galdandi í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar. Yvirvald hongur løgfrøðiliga saman við landøki, og fyri at myndugleikar í Føroyum framyvir skulu vera førir fyri at handfara avbjóðingar á føroyska landøkinum, sum eitt nú við Sea Sheperd felagsskapinum, so er tað neyðugt, at nakað av yvirvaldinum verður útdelegera til myndugleikar í Føroyum, og at neyðug lóggáva verður gjørd í Føroyum.

Humaniterar umframt trygdar- og verjupolitiskar avbjóðingar úti í heimi, sum eisini raka Føroyar, taka ikki atlit til, hvussu lond er skipaði ríkisrættarliga. Í hesum førinum, at Føroyar er eitt land í Kongsríki Danmarkar, sum hevur ábyrgdina av trygdar- og verjumálum. Sum søgan eisini vísir okkum, so er tað við tíðini neyðugt, at tillagað yvirvalds-hugtakið og tær organisatorisku eindir, sum hoyra til yvirvaldið – í hesum førinum, at trygdar- og verjumálini ikki eru so treytaleys donsk ábyrgd men eitt ábyrgdarøki, sum eisini føroyskir myndugleikar kunnu taka sær av.

Articles

Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamáli­num í tilbúgvingar­lóg­ini um virksemistilbúgving
Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmáls­dagin tann 25. mars
Framløga í samband við hoyring um grindadráp á Christiansborg 18. november 2015
Grinda­lógin er gjørd á skeivum grund­arlagi og má tí endur­skoð­ast 
Sea Sheperd felagsskapu­rin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelag­num, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og
FLÓTTA­FÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ
Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flótta­fólkum í Libya
Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgv­ingar­ráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin
Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskift­ini hjá sjálvbodnu bjargingar­fólku­num koma í rættlag
Fólka­trygdin og umdømi Føroya má kjølfest­ast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn
Føroyskt innlit og ávirkan
Yvirgangsálopið í París
Flemming Rose vitjar Føroyar