Føroyskt innlit og ávirkan

Greining – Føroyskt innlit og ávirkan í sambandi við trygdar- og verjumál er alneyðugt

Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.

Føroyar mugu luttaka í trygdar- og verjusamstørvum á politiskum-, stjórnarráðs- og operativum stigi, eisini altjóða, tí Føroyar eru ein partur av alheimsgerðini og broyttu trygdardagsskránni í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur

1. Inngangur

Í fjølmiðlunum í byrjanini av november mánaða í ár upplýsti Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, at politiið í Føroyum í hesum døgum er á varðhaldi ímóti yvirgangi, serliga hvat yvirgangi mótvegis politinum viðvíkur. Tað er heldur óvanligt, at politiið í Føroyum kunnar almenningin um viðurskifti, sum hava við yvirgangshóttanir at gera. Tað sást eisini aftur í boðskapinum frá sjefpolitiinspektørinum, hóast tað ikki framgekk beinleiðis, at talan var um eini boð til allar borgarar í Føroyum, heldur enn bara til politifólk um, at vera á varðhaldi samsvarandi hækkaða hóttanarstøðinum í okkara grannalondum. Men sjefpolitiinspektørurin upplýsti ikki, um tað vóru konkretar hóttanir mótvegis føroyska samfelagnum og um hóttanarstigi mótvegis Føroyum var hækkað ella ikki.

Fyri ikki so nógvum árum síðani var tað ein greiður skilnaður millum uttanríkis- og innanríkispolitikk í londum í vesturheiminum. Hesin skilnaður er ikki galdandi longur, serliga tá vit tosa um trygdar- og verjumál. Tað vil siga, at ein aktivistiskur uttanríkispolitikkur hjá Kongsríki Danmarkar í samstarvi við USA eitt nú í mun til vápnað stríð í Afghanistan, Irak og Sýria hevur beinleiðis ávirkan á innanríkis trygdina í ikki bara Danmark men eisini í Føroyum.

Bæði tær donsku og norsku fregnartænasturnar hava í teirra nýggjastu frágreiðingum her í 2014 lýst hóttanarstigi í londunum báðum sum høgt og álvarsligt. Hækkaða hóttanarstigi í Danmark fatar eisini um Føroyar, men hóttanarstøði verður ikki sett inn í ein føroyskan samanhang og viðgjørt í samstarvi við føroyskar myndugleikar.

Borgarar og myndugleikar í Føroyum hava í dag ikki í nóg stóran mun innlit og ávirkan á trygdar- og verjumál, sum hava við føroyska samfelagið at gera. Hetta vantandi innlit og avirkan, hóast samfelagið og vinnulívið í Føroyum í dag er blivin ein natúrligur partur av alheimsgerðini við teimum møguleikum og avbjóðingum, ið altjóðagerðin hevur við sær. Samtíðis eru Føroyar óbeinleiðis blivin ein partur av nýggju trygdardagsskránni og einum víðkaðum trygdarhugtakið í Evropa og í vestara parti av heiminum í heila tikið. Hetta merkir, at trygdar- og verjumál, sum eru danskt málsøki sambært heimastýrislógini, mugu setast í samanhang við økir í føroyska samfelagnum, sum hava við trygd og verju at gera, og sum í stóran mun eru yvirtikin sum føroyskt sermál – í hesum førinum innan sivila tilbúgving, leiting og bjarging, arbeiðaravernd, umframt sosial-, heilsu- og umhvørvismál.

Hesin samanhangur millum trygdar- og verjumál á aðrari síðuni og sivila tilbúgving, leiting og bjarging, arbeiðaravernd, sosial-, heilsu- og umhvørvismál á hinari síðuni, má fevna um virksemi á landi, á sjógvi og í luftini og organisatoriskt á trimum stigum, sum fatar um politiskt-, stjórnarráðs- og operativt stig.

2. Trygdarpolitiska støðan í Evropa og vesturheiminum er í dag broytt og óviss

Trygdarpolitiska støðan í Evropa og í vesturheiminum yvirhøvur er undir støðugari broyting í hesum døgum. Tað er ymiskt men eisini óvist, hvussu henda støða á uttanríkisøkinum frameftir vil ávirka innanríkis trygdina hjá teimum einstøku londunum. Tey seinnu árini hava vit tó sæð, at hóttanir um yvirgang eru blivnar fleiri í tali og hóttanarstigi er samsvarandi hækka í teimum londum, sum hava havt ein aktivistiskan uttanríkispolitikk viðvíkjandi hernaðarligum átøkum í londum í Miðeystri og har um leiðir. 

Yvirgangshóttanir og -álop, sum tey seinastu 10 til 12 árini á ymiskan hátt og við jøvnum millumbilum eru framd ímóti sivilum málum í Evropa og í øðrum heimspørtum, hava saman við øktari alheimsgerðing og endanum á kalda krígnum ført við sær, at trygdardagsskráin í vesturheiminum er broytt.

Broytt trygdardagsskrá og víðkað trygdarhugtak, har lond í vesturheiminum nú leggja størri áherðslu á innanríkis trygdina hjá borgarum, er undir støðugari broyting og óvissu nú vápnaða stríðið hjá teimum vestligu londunum við USA á odda mótvegis Al-Qaeda er flutt yvir á eitt líknandi vápnað stríð mótvegis víðgongda muslimska felagsskapinum ISIL í Irak og Sýria.

Samanhildið við ágangandi framferðini hjá Russlandi í eystur Ukreina og í hesum sambandi, at hava lagt undir seg Krim hálvoynna, hóttir trygdarpolitisku javnvágina í Evropa og minnir okkum um spentu hernaðar- strategisku støðuna millum eystur- og vesturevropa undir kalda krígnum, sum kanska alíkavæl ikki er eitt enda kapittul í trygdarpolitisku søguni hjá Evropa.

3. Tilgongdin at skipað og fáa størri avgerðarrætt á trygdar-, verju- og tilbúgvingarøkinum í Føroyum

Bæði undanfarnu sjálvstýrissamgongur og tær meira sambandssinnaðu samgongurnar hava hvør í sínum lagi arbeitt fram ímóti, at Føroyar fingu meira skipaði viðurskifti og størri avgerðarrætt á tilbúgvingarøkinum, uttan tó at gera broytingar í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum, sum enn er danskt málsøki.

Fyrireikingarnar til oljuleiting vóru í stóran mun atvoldin til, at tað í 1998 var settur sjøtul á Tilbúgvingarverkætlan Føroya, sum var liðug í 2003 og mælti til, at ábyrgdarviðurskiftini í tilbúgvingini vórðu staðfest í lóg. Málsøkini leiting og bjarging og trygd á sjónum vóru yvirtikin sum føroyskt sermál í 2002, og sama ár var MRCC/Tórshavnradio sett á stovn. Havumhvørvismál blivu føroysk í 2003 og tilhoyrandi lóg var sett í gildi í 2005.

Arbeiðið fram ímóti einari tilbúgvingarlóggávu helt áfram, og ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum embætisfólkum læt í juni mánað í 2006 úr hondum frágreiðing, sum mælti til, at tann sivila tilbúgvingin var yvirtikin sum føroyskt sermál. Henda yvirtøka bleiv framd tann 1. januar 2007, og tann 2. mai 2012 var tilbúgvingarlógin við 3. viðgerð endaliga samtykt á Føroya løgtingi. Tilbúgvingarlógin skipar sambært § 4 eitt Tilbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í tilrættisleggingini av tilbúgvingini. Hetta Tilbúgvingarráð hevur ein týdningarmiklan leiklut, tá talan er um at seta trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál inn í ein føroyskan samanhang, bæði tá hesi mál verða fyrireikaði, og tá ið hendingar og/ella hóttanir raka føroyska samfelagið.

3.1 Løgtingið og Landsstýrið hava givið til kennar týdningin av meiri innlitið og ávirkan í sambandi við uttanríkis-, trygdar- og verjumál

Føroya Løgting hevur nakrar ferðir gjøgnum árini givið til kennar sína støðu til trygdar- og verjupolitisk mál. Til dømis í 1940, 1959, 1961, 1970, 1984 og í einari løgtingssamtykt frá 2004 og í einari felags yvirlýsing frá løgmanni og danska uttanríkisráðharranum í 2005 – sokallaða “Fámjin-yvirlýsingin” – bóru Løgtingið og Landsstýrið upp á mál eitt greitt ynski um, at í fyrisitingini av uttanríkis-, trygdar- og verjumálum, sum hava týdning fyri Føroyar, er tað natúrligt og neyðugt, at Føroyar verður tikið við og hevur medávirkan. Eisini stendur tað skrivað í Fámjin-yvirlýsingini, at “der er tale om en ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.”

Í viðmerkingunum til uppskoti til fyrrnevndu løgtingssamtykt frá 2004, skrivar Løgmansskrivstovan viðvíkjandi tí at taka støðu og samábyrgd í mun til trygdarpolitikkin, at “Føroyar eru so ella so partur av eini størri heild í trygdarpolitiskum høpi. Føroyar kunnu sjálvsagt lata vera at taka støðu, við tí avleiðing, at lata upp í hendurnar á øðrum fult og heilt at taka avgerðir um støðu landsins og tí, ið hendir á føroyskum øki. Harumframt førir ein slík ikki-støðutakan til, at grannalond Føroya onga orsøk hava til at líta á Føroyar, tá um trygdarpolitikk ræður. Úrslitið av tí kann lættliga gerast, at føroyskir myndugleikar verða avbyrgdir í trygdarpolitiskum høpi. Onnur leið er at taka støðu og medábyrgd, og soleiðis tryggja Føroyum innlit og ávirkan.”

3.2 Skipan av Tilbúgving Føroya

Í ætlanini skipan av Tilbúgving Føroya, sum táverandi Tilbúgvingarstovnur (nú Vørn) toghelt fyri og umboð fyri føroyskar myndugleikar og kommunur lótu úr hondum á sumri 2012, men sum enn ikki er sett í gildi í Føroyum, blivu skipaðar manngongdir í sambandi við handfaring av hóttanum mótvegis føroyska samfelagnum. Í skipan av Tilbúgving Føroya stendur skrivað m.a. at:

“Tann føroyska tilbúgvingarskipanin fylgir hóttanarstiginum í Danmark, sum PET (Politiets Efterretningstjeneste) og FE (Forsvarets Efterretningstjeneste) fyrisitingarliga áseta, og sum skipað er í hesum 5 stigum: ingen, lav, middel, høj og meget høj trussel”.

Viðvíkjandi viðgerð hjá myndugleikum av upplýsingum um hóttanir ímóti føroyska samfelagnum, stendur skrivað soljóðandi í skipan av Tilbúgving Føroya:

“Upplýsingar og metingar um, hvussu stór ein hóttan er ímóti Føroyum saman við møguligum viðmælum um at seta í verk fyriskipanir av tilbúgvingarligum slag, verða sendar frá PET og FE til landsstýrið ígjøgnum Føroya Landfúta og Færøernes Kommando (mín viðm: nú Forbindelseselement Færøerne undir Arktisk Kommando), Kreppuráðið (mín viðm: nú Tilbúgvingarráðið) og viðkomandi økismyndugleika alt eftir, hvørjar upplýsingar talan er um. ..”

Í skipan av Tilbúgving Føroya er eisini gjørdur ein bygnaður fyri kreppustýring í Føroyum – ein kreppustýringareind. Hesin bygnaður er kjølfestur og skipaður í landsstýrinum á politiskum stigi og í einum Kreppuráðið, sum er á fakligum embætismannastigi. Í skipan av Tilbúgving Føroya stendur skriva soljóðandi um, nær kreppustýringareindin kann verða gjørd virkin:

“Kreppustýringareindin kann verða gjørd virkin, tá ið talan er um tilburðir, sum søguliga sæð koma sjáldan fyri – teir víkja (helst) frá vanligu tilburðunum. Dømi um tílíkar tilburðir eru pandemi og serligir smittuelvandi sjúkdómar, spreingingar á oljuboripalli, eldur í stórum ferðamanna- og tangaskipum, sum ger, at skipini eru ella kunnu koma í havsneyð, stórar flogvanlukkur á landi ella á sjónum, útlát frá kjarnorkuverkum og eldgosum, sum raka Føroyar eitt langt tíðarbil, evnafrøðiligt, lívfrøðiligt og radiologiskt útlát, yvirgangur og kríggj. Eisini kunnu átøk frá eitt nú umhvørvisfelagsskapum, sum hava í hyggja at skaða umdømi Føroya uttanlands, vera dømi um serligan skaðatilburð, sum hevur við sær, at Kreppuráðið og tí næst Landsstýrið skal verða fráboðað. Tað kunnu vera onnur dømi – í øðrum serligum førum – sum ikki verða nevnd her, sum gerða Kreppustýringareindina virknað.”

4. Hækkaða hóttanarstigi í Evropa og í Norðurlondum setir eyka krøv til føroyskar myndugleikar og vinnulív at skipað síni trygdarviðurskifti

Hækkaða hóttanarstigi í Evropa og Norðurlondum orsaka av óvissu trygdarpolitisku støðuni og tilhoyrandi yvirgangshóttanum, setir eyka krøv til skipan av trygdarviðurskiftum innanlands í Føroyum og í sambandi við vinnuligt virksemi uttanlands, sum hevur við Føroyar at gera.

Til dømis ynskir politiið, at danska rættargangslógin, sum er sett í gildi í Føroyum, fær ásetingar líknandi teimum í Danmark um økta heimild hjá politinum at avlurta borgarar í sambandi við illgruna um, at álsvarslig brotsverk eru í umbúna- ella eru um at verða framd.

Trafikstyrelsen krevur, at Atlantic Airways og Vága Floghavn herða trygdarkrøvini umborð á flogførum og á flogvøllinum sambært ásetingum úr ES umframt altjóða loftferðslumyndugleikanum ICAO, sum hoyrir undir ST.

Altjóða sjóferðslumyndugleikin undir ST, IMO, hevur ásetingar um, at eisini føroyskir myndugleikar – í hesum førinum MRCC/Tórshavnradio sum alarmeringsmyndugleiki og Landsverk sum eftirlitsmyndugleiki - tryggjað, at kommunur í Føroyum hava gjørt eina skipan (trygdar- og tilbúgvingarætlan) viðvíkjandi verju av havnum móti yvirgangi, samsvarandi ISPS kotuni (The International Ship and Port Facility Security Code).

Skip undir føroyskum flaggi kunnu koma undir ófráboða eftirlit í fremmandum havnum – sokallað Port State Control – sambært Paris MoU skipanini, har flestu limir eru ES lond, men har Føroyar ikki eru limir.

4.1 Týdningarmikið, at landsfyrisiting hevur óheft eftirlit og er í einum samstarvi við vinnulívið

Líkasum tað í dag ikki ber til at skilja politikk-økini viðvíkjandi trygd og tilbúgving, ber tað sostatt heldur ikki til, at skilja sundur trygdarpolitikk frá vinnupolitikki. Vinnulívið, sum skapar virðir til samfelagið, má ganga hond í hond og samstarva tætt við myndugleikar, sum hava ábyrgdina av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum í landinum.

Samtíðis er avbjóðingin at skipa so fyri, at landsmyndugleikar, sum vegna Løgting og Landsstýrið hava eftirlit við at vinnulívið útinnir sítt virksemi á lógligan hátt og tryggan hátt, eru bygnaðarliga óheftir av vinnulívinum soleiðis, at eftirlitið kann verða útint á einum objektivum grundarlagi. Saman við landsfyrisitingini hava Føroya Arbeiðsgevarafelag, fakfeløg og Vinnuhúsið ein týdningarmiklan leiklut í at menna ein tilvitaðan hugburð til týdningin av, at trygdar- og tilbúgvingarviðurskifti á arbeiðsplássum á landi, á sjónum og í luftini, verða skipaði við gjøgnumskygni og við óheftum eftirliti.

Risikostýringin, sum vinnulívið ger í samstarvi við landsmyndugleikar, kommunur og bjargingarfeløg, snýr seg sostatt í stóran mun um at skapa virðir til samfelagið og samtíðis leggja arbeiði soleiðis til rættis, at fyribyrgt verður fyri óhappum og vanlukkum í sambandi við virksemi. Í hesum sambandi fevnir risikostýringin av einum ávísum vinnuligum virksemi í føroyska samfelagnum eisini um trygd og verju í mun til eitt hækkað hóttanarstig.

5. Um Føroyar ikki skipað trygdar- og verjumál á politiskum- og stjórnarráðsstigi, fáa vit myndugleikar, sum í ávísum førum frásiga sær ábyrgd í trygdarmálum/

Føroyar hava í dag ikki ein trygdar- og verjupolitikk, og av tí orsøk skipað føroyskir myndugleikar seg í stóran mun bert á operativum stigi, tá tað ræður um trygdar- og tilbúgvingarmál í breiðum høpi. Tað er gott og neyðugt, men tað er ikki nokk. Skipanin av virkseminum má eisini fevna um stjórnarráðs- og politiskt stig, tí tað er har evsta ábyrgdin fyri trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum er staðsett samanhildið við, at tað er á politiskum- og stjórnarráðsstigi, at tað verður stungið út í kortið viðvíkjandi tí yvirskipaða trygdarpolitikkinum, lógarverkið og tilhoyrandi ætlanum.

Ein trygdar- og verjupolitikkur, sum eisini tekur atlit til føroyska samfelagið, vil tryggja, at tað er samsvar millum hvussu operativa virksemi við starvsfólkum og fyrisitingarligum mannagongdum hjá útinnandi myndugleikum og feløgum í Føroyum verður skipað og tær uppgávur, ið somu myndugleikar og feløg skulu útinna sambært lógini í mun til trygdarmál.

Lýst í mun til at taka ábyrgd av trygdarmálum í føroyska samfelagnum í breiðum høpi, kann ein út frá hendingum gjøgnum tíðina siga, at um eitt ávíst málsøki í samfelagnum, sum hevur stóra ábyrgd við sær í mun til trygd landsins og vælferð fólksins – í hesum førinum trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál – ikki er legitimera og kjølfest á politiskum- og stjórnarráðsstigi, so fáa vit í nøkrum førum operativar myndugleikar og feløg, sum í sambandi við skipan av teirra virksemi, ella handfaring av serligum og/ella stórum skaðahendingum, ikki taka sína myndugleika-uppgávu upp á seg, fyrr enn almenningurin ella fjølmiðlar varpa ljós á málið.

5.1 Trý ítøkilig dømir í ár um myndugleikar, ið vísa afturhaldni at taka sína ábyrgd upp á seg

  • Garnaskipið Anita, har ein maður sló út og doyði í februar mánaða í ár. Staðfest fleiri ivasom viðurskifti umborð á skipinum bæði hvat trygd og reiðskapi viðvíkti. Viðkomandi myndugleikar tóku ikki veruliga hond um málið, fyrr enn almenningurin og fjølmiðlar spurdu inn til málið, sum nú bíðar eftir viðgerð í rættarskipanini.
  • Sea Sheperd, har fólk frá felagsskapinum í mánaðarvís uppihildu seg runt um í Føroyum við tí endamáli, at steðga grindadrápið. Støðan millum føroyingar og fólk frá Sea Sheperd felagsskapinum var til tíðir spent – ein kann siga, at hóttanarstøði í landinum hækkaði. Nakrar dagar áðrenn Ólavsøku upplýsti kirkjuráðsforkvinnan í Havnar kirkju – Dómkirkjuni – í fjølmiðlunum, at fólk, sum ætla sær í kirkju Ólavsøkudag, av trygdarávum ikki hava loyvi at hava stórar taskur við sær innar í kirkjuna. Tað bleiv ikki upplýst í fjølmiðlunum, hvørjar metingar kirkjuráðið hevði gjørt av, um fólk frá Sea Sheperd vóru til vanda fyri trygdina í kirkjuni, ella um kirkjuráðið hevði samskift við politiið um trygdarfyriskipanirnar í Dómkirkjuni. Politiið í Føroyum var afturhaldandi við upplýsingum í mun til hóttanina ímóti Dómkirkjuni.
  • West Hercules, har umvælingararbeiðið bleiv gjørt umborð, ímeðan oljuboripallurin lá fyri teymi á Skálafjørðinum í august-september mánaða í ár. 24 kavarar vóru við til at umvæla skrúvurnar (trustarnar) á West Hercules. Frá hondverkara umborð á West Hercules verður upplýst, at eitt arbeiðsóhapp hendi, ímeðan kavarar vóru í holt við at umvæla skrúvurnar. Hóast viðkomandi myndugleiki er spurdur, verður ikki upplýst, um arbeiðsóhappið er fráboðað myndugleikanum.

Yvirskipað snýr málið í pkt. 1 um Anitu seg um trygdar- og verjupolitikk sambært eini meiri nútíðar fatan í mun til trygd á sjónum, fiskiveiðieftirlit og politi-uppgávur. Somu nútíðar fatan av trygdarpolitikki byggir málið í pkt. 3 um West Hercules seg á í mun til heilsu, trygd og umhvørvi (HTU). Pkt. 2 viðvíkjandi hóttanini mótvegis Dómkirkjuni byggir á trygdar- og verjupolitikk sambært eini meiri siðbundnari merking um uppgávur hjá politinum og hernaðarvaldinum í mun til trygdarstøði í landinum í heila tikið.

Øll trý dømini hava tað eyðkenni til felags, at tað virksemi, ið liggur til grund fyri tí einstøku hendingini, hevur útlendskan uppruna, og kemur uttanifrá inn til Føroya. Í Anita-málinum er talan um útlendska manning og fígging til virksemi, hóast skipið er skrásett í Føroyum. Í Sea Sheperd málinum er felagsskapur og fólkini har útlendsk. West Hercules er eisini útlendskur ognarskapur, har meginparturin av starvsfólkunum eru útlendsk.

Tað er gott, at útlendingar gera íløgur í Føroyum og hava áhuga í føroyskum viðurskiftum. Hesin áhugið frá útlendskum leikarum í føroyskum vinnulívið og mentan, má tó í fleiri førum stýrast av føroyskum myndugleikum í einum samstarvi við fyrst og fremst danskar myndugleikar, tá vit hava við trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál at gera.

Men hvat er orsøkin til, at trygdarmál í breiðari merking ikki eru legitimeraðar og kjølfestar á politiskum og stjórnarráðsstigi í Føroyum og í hesum sambandi, hví eru myndugleikar í Føroyum afturhaldnir við at taka til sín ábyrgd í sambandi við ítøkiligar hendingar og uppgávur, tá talan er um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál?

Mín meting er, at tað eru trý grundleggjandi svør til hesar báðar spurningar, sum taka støði í viðurskiftum, sum hava við politikk, organisatión umframt søgu og mentan at gera:

Føroyar eru ríkisrættarliga ein partur av Kongsríki Danmarkar, har heimastýrislógin § 5 ásetir, at Danmark hevur ábyrgdina av uttanríkis-, trygdar- og verjumálum Føroyum viðvíkjandi (politiskt svar).
Í Føroyum er landsfyrisitingin ikki skipað til at taka sær av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum í einum samanhangi og á teimum trimum neyðugu pallunum, sum eru á politiskum-, stjórnarráðs- og operativum stigi. Føroyska landsfyrisitingin hevur heldur ikki fyrr í so stóran mun sum í dag havt brúk fyri, at skipað seg á teimum trimum stigunum, tí trygdar- og verjumál hava verið, og eru framvegis, danskt málsøki. Tað eru til dømis ikki sett á stovn stjórnarráð í Føroyum, sum hava trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál sum síni høvuðsmál. Løgmansskrivstovan er kontaktmyndugleiki Føroya til donsku Uttanríkis-, Verju- og Løgmálaráðini í sambandi við trygdar- og verjumál, ímeðan sivil-, umhvørvis- og sjótilbúgvingin er skipað undir Fiskimálaráðnum. Trygdarviðurskifti á sjónum hoyra bygnaðarliga til Vinnumálaráðið. Trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál í Føroyum eru sostatt skipaði undir stjórnarráðum, sum hava sítt høvuðsmálsøki at reka vinnupolitikk (organisatoriskt svar).

Viðkomandi myndugleikar á politiskum- og stjórnarráðsstigi í Føroyum, sum antin eru kontaktliðið til avvarðandi myndugleikar í Danmark viðvíkjandi trygdar- og verjumálum ella sum hava ábyrgd av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum í Føroyum, eru av politiskum og organisatoriskum orsøkum, sum nevnt eru undir pkt. 1 og 2 omanfyri, afturhaldandi við at hava eina sameinandi tilgongd, og at eyðmerkja seg sum ábyrgdarhavandi myndugleikar í sambandi við skipan av trygdar- og tilbúgvingarviðurskiftum í Føroyum (søguligt/mentanarligt svar).

6. Samanumtøka og næsta stig viðvíkjandi spurninginum um ein aktivan føroyskum trygdarpolitikk

Sum eg havi roynt at lýst í hesi grein, so hava Føroyar tørv á einum aktivum trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitikki. Altjóðagerðin og trygdarpolitiska støðan úti í heimi, sum vit í Føroyum eru tengd at í nógv størri mun í dag enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani, hevur við sær, at Løgting og Landsstýrið mugu geva føroyskum myndugleikum møguleika til, at arbeiða við trygdarmálum ikki bara á operativum stigi men eisini á politiskum- og stjórnarráðsstigi.

Tað vóru serliga ætlanirnar um eina føroyska oljuvinnu, sum setti ferð á tilgongdina at skipað tilbúgvingarviðurskiftini í Føroyum. Skipanin av tilbúgvingini tók ov í lítlan mun atlit til, at tilbúgvingarmál hava eitt søguligt og organisatoriskt tætt tilknýti til trygdar- og verjumál, sum framvegis er danskt málsøki. Sum henda greining hevur roynt at lýst, so hevur altjóðagerðin í samanhangi við eini nýggjari trygdardagsskrá í Evropa og vestara parti av heiminum í heila tikið gjørt tað neyðugt, at føroyskir myndugleikar fáa størri innlit og ávirkan í trygdar- og verjumál. Á henda hátt fáa Føroyar ein samanhangandi trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitikk, sum er alneyðugt fyri at føroyskir myndugleikar, kommunur, saman við bjargingarfeløgum og privatum fyritøkum, kunnu fyribyrgja og handfara serligar og/ella størri skaðahendingar í tíðum sum koma.

Hóttanarstøði í Norðurlondum og í Evropa, sum alsamt fleiri myndugleikar, feløg og fyritøkur í Føroyum, skipa sítt virksemi eftir, má setast inn í ein føroyskan samanhang. Sum eg havi víst á, so eru tað politiskar, organisatoriskar og søguligar/mentanarligar avbjóðingar, ið politiska skipanin í Føroyum og Danmark, saman við viðkomandi myndugleikum í londunum báðum, mugu loysa í einum samstarvi.

Fyri at kunna handfara avbjóðingar, sum standast av altjóðagerðini og teimum vinnuligu møguleikum, ið hon gevur Føroyum samanhildið við trygdarpolitiskar avbjóðingar, ið raka virksemi hjá myndugleikum og feløgum, má hernaðar- og politikendi trygdarpolitikkurin viðvíkjandi trygdar- og verjumálum, sum Danmark framvegis varðar av vegna Føroyar, samansjóðast við ein meira nútíðar kendan trygdarpolitikk við sivilari tilbúgving, leiting og bjarging, arbeiðaravernd, social-, heilsu- og umhvørvismál, sum Føroyar í stóran mun hava ábyrgdina av. Henda samansjóðing av tí siðbundna og nútímans trygdarpolitikkinum merkir, at føroyskir myndugleikar í dag mugu fyrihalda seg til trygdarmál í breiðari merking, sum stava frá luttøku Danmarkar í kríggjum og vápnaðum stríðum úti í heimi við tilhoyrandi hækkaðum hóttanarstigi í Norðurlondum og til trygd og tilbúgving í sambandi við sivil mál í samfelagnum yvirhøvur.

Um henda samanrenning av tí siðbundna og nútíðar trygdarpolitikkinum ikki fer fram í Føroyum, so fáa vit tað avleiðing, at operativir myndugleikar í Føroyum, sum hava ábyrgd av trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, vísa afturhaldni og vísa frá sær ábyrgd av hendingum, sum eru serligar og/ella ógvusligar. Í teimum trimum dømunum í sambandi við Anita-málið, Sea Sheperd og West Hercules, havi eg roynt at ítøkiliggerða hetta afturhaldni hjá myndugleikum, sum við tíðini kann verða enn meira álvarsligt, um trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál ikki verða legitimeraði og kjølfest á politiskum- og stjórnarráðsstigi í Føroyum.

Starvsfólkini hjá myndugleikum gera eitt gott arbeiði og vilja, at hendingar, sum hava við trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál at gera, verða avgreidd so væl sum gjørligt. Men av tí at hesi mál ikki verða legitimeraði og kjølfest á politiskum og stjórnarráðsstigi í Føroyum, so fáa vit sum áður nevnt afturhaldni frá myndugleikum, men eisini at somu myndugleikar í sambandi við trygdarmál koma í eina tvístøðu millum ein trygdar- og verjupolitikk viðvíkjandi Føroyum, sum er legitimeraður og kjølfestur í Danmark og eitt vinnulív í Føroyum, sum í ávísum førum vil seta dagsskránna og hevur sterkar meiningar um, hvussu trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál skulu útinnast í verki.

Seinastu 10 til 15 árini hevur tað verið ein breið politisk semja í Føroyum um, at føroyskir myndugleikar skulu hava meira innlit og størri ávirkan á trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál viðvíkjandi Føroyum. Týdningarmikið er nú, at menna hesa politiska semju soleiðis, at innlitið og ávirkanin hjá føroyskum myndugleikum í trygdarmál í breiðum høpi á landi, á sjógvi og í luftini, verður meira skipa enn í dag. Í hesum sambandi er tað neyðugt, at hava trygdar- verju- og tilbúgvingarpolitikk sum eitt fast evni í hvørjum stjórnargrundarlagið (samgonguskjalið), óansæð hvørjir politiskir flokkar stjórnað landinum.

Eisini er neyðugt, at trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál í breiðari merking verða skipaði í einum stjórnarráðið, sum hevur trygdina innanlands sum sítt høvuðsmálsøki. Sum henda grein eisini ber upp á mál, so er tað samtíðis týdningarmikið, at trygdin innanlands eisini verður skipað í mun til útlendsk samstørv innan øki eitt nú í Norðurlanda- og Arktiska Ráðnum umframt í NATO og ES høpi.

Óansæð politiska samanseting í Løgtingið og í Landsstýrið, og óansæð hvussu stýrisskipanarligu viðurskiftini eru millum Føroyar og Danmark í framtiðini, so má politiska skipanin í Føroyum saman við stjórnarráðum og operativum myndugleikum longu nú hava ein aktivan leiklut og størri innlit í sambandi við trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál, tí trygdarpolitiska støðan úti í heimi, nær og fjar, broytist allatíðina. Hvussu nógv innlit og hvussu nógva ávirkan, Føroyar skulu hava, snýr seg í síðsta enda um tað virði og tann týdning, sum politiska skipanin saman við landsfyrisitingini metir, at ein aktivur trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitikkur hevur fyri føroyska samfelagið.

Articles

Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamáli­num í tilbúgvingar­lóg­ini um virksemistilbúgving
Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmáls­dagin tann 25. mars
Framløga í samband við hoyring um grindadráp á Christiansborg 18. november 2015
Grinda­lógin er gjørd á skeivum grund­arlagi og má tí endur­skoð­ast 
Sea Sheperd felagsskapu­rin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelag­num, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og
FLÓTTA­FÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ
Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flótta­fólkum í Libya
Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgv­ingar­ráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin
Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskift­ini hjá sjálvbodnu bjargingar­fólku­num koma í rættlag
Fólka­trygdin og umdømi Føroya má kjølfest­ast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn
Føroyskt innlit og ávirkan
Yvirgangsálopið í París
Flemming Rose vitjar Føroyar