FLÓTTAFÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ

Flóttafólk eru ein stór og týdningarmikil avbjóðing í altjóða samfelagnum. UNHCR (United Nations High Commissioner for Refugees), sum er flóttafólkastovnurin hjá ST metir, at tað í dag eru áleið 11 milliónir flóttafólk runt um í heimum, sum hava tørv á hjálp.

Í hesum sambandi verður skipað fyri fyrilestrarrøð – mánakvøldið 27. apríl kl. 19:00-22:00 í Løkshøll í Runavík.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Fyrilestrarhaldarar:

Andreas Kamm, aðalskrivari í Dansk Flygtningehjælp

Rúni Joensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum

Ken Nónklett, deildarleiðari á Útlendingastovuni

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost

David Im, verkætlanarleiðari Klaksvíkar kommuna

Tiljar skipar fyri áhugaverdum fyrilestrarkvøldið 27. apríl kl. 19:00 í Løkshøll í Runavík. Tiltakið byggir á fimm fyrilestrar, sum á hvør sín hátt fara at umrøða flóttafólka-spurningin við atliti til føroyska samfelagið.

Tiltakið er eitt privat-alment samstarv, tí flóttafólka-spurningurin er samansettur og víðfevndur. Fyrilestrarkvøldið í Løkshøll ber bráð av hesum, og tí fara framløgurnar at lýsa flóttafólka- og útlendingaøki á einum breiðum grundarlagi, eisini við atliti til føroyska samfelagið.

Dansk Flygtningehjælp staðfestir týdningin av felags ábyrgd og einum breiðum samstarvi, tá ræður um at hjálpa flóttafólkum. Felagsskapurin sigur m.a. soleiðis um hesi viðurskifti:

”Beskyttelse af flygtninge er et fælles ansvar – bedre beskyttelse i nærområderne kan mindske strømmen af illegale flygtninge til Europa, men flygtningesituationen er et fælles problem. De fattige lande skal ikke stå alene med byrden. Her har Europa et moralsk og juridisk ansvar”.

Í integrasjónsálitinum hjá Føroya Landsstýri í 2011 stendur m.a. skrivað soljóðandi:

”Flóttafólkamál eru torgreidd. Neyvt umhugsni má tí vera fyri serstøðu Føroya. Um politiska skipanin vil yvirtaka flóttafólkaøkið saman við útlendingaøkinum, er neyðugt, at politiska skipanin leggur uppfyri, at ymsar skipanir skulu verða settar í verk, tí flóttafólkaøkið er fevnt av ymsum altjóða sáttmálum, sum skulu verða hildnir”.

Í leiðreglunum – Corporate Social Responsibility - hjá Bakkafrost um ábyrgdina hjá fyritøkuni mótvegis samfelagnum, stendur m.a. skrivað soljóðandi:

”The values and ethical guidelines of the company require all employees to have a conscious relationship to the company's responsibility to society. This requires the company's employees to demonstrate a high personal morality in executing their assignments for the company”.

Í integrasjónsálitinum, sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt, og sum verður almanna-kunngjørd í næstum, stendur skrivað m.a. soljóðandi:

”Integrasjón er ein tvívegis tilgongd, har bólkar av bæði lokalum íbúgvum og tilflytarum arbeiða saman um at skapa eina sosialt samanhangandi, fíggjarliga livandi og javnbjóðis atkomu fyri allar borgarar til lokalsamfelagið. Integratiónspolitikkurin savnar seg um tær forðingar og avbjóðingar, sum bæði tilflytarar og føroyska fólkið stendur yvir fyri í integratiónstilgongdini”.

Articles

Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamáli­num í tilbúgvingar­lóg­ini um virksemistilbúgving
Tíðindaskriv um nýtt orð í sambandi við føroyska móðurmáls­dagin tann 25. mars
Framløga í samband við hoyring um grindadráp á Christiansborg 18. november 2015
Grinda­lógin er gjørd á skeivum grund­arlagi og má tí endur­skoð­ast 
Sea Sheperd felagsskapu­rin – eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan mótvegis føroyska samfelag­num, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað viðHarvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við eitt trygdar- og
FLÓTTA­FÓLK OG FØROYAR – FYRILESTRARRØÐ
Alment-privat samstarv liggur til grund fyri stuðli úr Føroyum til at hjálpa neyðstøddum flótta­fólkum í Libya
Greining – Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur veitir vissu fyri, at Tilbúgv­ingar­ráðið og Tilbúgving Føroya eru virkin
Týdningarmikið, at Landið skipar so fyri, at tryggingarviðurskift­ini hjá sjálvbodnu bjargingar­fólku­num koma í rættlag
Fólka­trygdin og umdømi Føroya má kjølfest­ast á politiskum stigi fyri at fáa raðfesting – case Sea Shepherd og Vága Floghavn
Føroyskt innlit og ávirkan
Yvirgangsálopið í París
Flemming Rose vitjar Føroyar