Tíðindaskriv - um skilagott og neyðugt venjingarátak umborð á Norrønu fyrrapartin, sum hevur støði í endamálinum í tilbúgvingarlógini um virksemistilbúgving
Skrivað hevur: Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum.
1. Innleiðing
Smyril Line fyriskipaði venjing fyrrapartin umborð á ferðamanna- og farmaflutningsskipinum Norrønu - ein venjing, sum er afturvendandi, og sum verður fyriskipað í samstarvi við avvarðandi áhugapartar - tað verið seg føroyskar og danskar lands- og kommunalar myndugleikar, privatar fyritøkur og bjargingarfeløg - sum hava ábyrgd og virknan leiklut í tilbúgvingini í Føroyum.
2. Venjingin livir upp til endamáli í tilbúgvingarlógini og viðmerkingunum til lógina
Venjingin hjá Smyril Line livir eisini upp til endamáli í tilbúgvingarlógini um virksemistilbúgving, har kapittul 4 § 15 er soljóðandi:
§ 15. Tey, sum við sínum virksemi kunnu elva skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir, skulu hava egintilbúgving. Tey, sum skulu hava egintilbúgving, bera sjálvi útreiðslurnar av egintilbúgvingini.
Stk. 2. Tilbúgvingarætlan fyri egintilbúgvingina skal sendast kommunalu tilbúgvingini og landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum.
Í viðmerkingunum til § 15 í tilbúgvingarlógini, sum kom í gildi í mai mánaða 2012, stendur m.a., at endamálið við virksemistilbúgvingini er at kunna bera skjótt at, tá skaðahendingar og avleiðingar koma fyri. Virksemistilbúgvingin skal kunna gera ein skjótan “fyrstainnsats” og avmarka skaðan, til onnur hjálp kemur fram.
3. Venjingarátakið er ein partur av trygdarpolitikkinum á operativum stigi
Venjingarátakið umborð á Norrønu fyrrapartin ítøkiliggerð sostatt lógarinnar endamál, og er harvið á operativum stigi ein virkin partur av yvirskipaða trygdarpolitikkinum viðvíkjandi Føroyum.
Næsta stig í einum líknandi venjingarhøpi kann vera, at hugsa stjórnarráðs- og politiskt stig í venjingina, tí ein størri hending og/ella skaði umborð á Norrønu, sum fullfermd tekur áleið 1500 ferðafólk og 800 akfør, kann skjótt gerast eitt átak, sum fevnir víða til eitt nú útlond og har nógv ymisk atlit skulu takast, herímillum tiltøk á stjórnarráðs- og politiskum stigi.
Samanumtikið eitt skilagott og neyðugt venjingarátak, sum Smyril Line i dag skipaði fyri í samstarvi við viðkomandi áhugapartar í tilbúgvingini í Føroyum.
Hoyvík, 30. mars 2015
Tiljar v/Henrik Weihe Joensen
Ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum